alt, er tað ein kvart millión krónur til føroyskan fótbólt, og teir pengarnir hava beinleiðis adressu til felagskassan hjá B36. Luttøka ber seg ikki Men tað eru ikki bert inntøkur í Intertoto-Cup, tí slík [...] fara til feløgini, sum hava forvunnið hesar pengarnar, meðan 1/5 er ein sokallur solidaritetspartur, sum verður býttur til øll londini, alt eftir hvussu nógvar dystir tey hava spælt. Tá alt kemur til alt [...] útreiðslurnar størri enn um vit ikki høvdu gjørt tað. Men hugsa vit okkum, at vit høvdu gjørt alt uppá bíligasta máta, so høvdu 250.000 krónur ikki verið nóg mikið til at gjalda allar útreiðslurnar í sambandi
og hon gleðir seg til at byrja. Esther Dahl sigur, at starvið er spildurnýtt, og hon skal sjálv vera við at byggja tað upp. Annars sigur hon, at enn er alt so ókent, at hon hevur ikki hug at gera fleiri [...] fleiri viðmerkingar. Hon tekur við nýggja starvinum tann 1. januar 1998, men fer helst ikki til ES-høvuðsstaðin fyrr enn einaferð mitt í komandi ári. Tað tekur tíð at seta seg inn í slíkt starv. Hetta er umfatandi [...] ein skal seta seg inn í, tá ein skal byggja slíkt embæti upp. So nakað væl av tíð fer at verða brúkt til at ferðast runt í Føroyum at vitja og kunna seg um føroyskar stovnar og fyritøkur. Umráðandi er at
hvussu var og ikki, varð dúgliga etið, skrivar blaðið. Esini onnur tiltøk vóru, sum vera man, hesar dagarnar. Føroyskur dansur plagar ikki at sláa falskar mentur. Og tað gjørdi hann heldur ikki hesaferð. Eini [...] Keypmannafelagið í Løgten/Skødstrup skipaði í døgunum 1. til 9. november fyri føroyskari viku. Og tiltakið eydnaðist heilt væl, siga fyrireikararnir. Eitt av tiltøkunum hesa vikuna, var eitt kvøld við [...] og hevur búð í fimm ár í Føroyum. So hjá teimum var eingin trupuleiki at kóka grind ella seyðarhøvd til teir umleið 130 gestirnar. Umframt varð eisini borðreitt knettum, turrum kjøti, rullupylsu og annars
alkolismu vildu tey ikki vátta. Óli Jacobsen vísti annars á, at læra frá Noregstúrinum er m.a. tann, at vit skulu ikki leypa framav. Vit skulu í minst møguligan mun nýta oljupengar, sum ikki eru til, og heldur [...] kunnu vera í samfelagnum av eini oljuvinnu, so tær ikki koma ávart á okkum. Hann vísti til, at í Noregi verða slíkar kanningar gjørdar, og tær eru ikki sørt áhugaverdar. -Sum eina møguliga avleiðing kann [...] Uttan mun til hvørt vit vilja vera í ríkisfelagsskapi við Danmark ella ikki, eiga føroyingar at vera samdir um, at vit eiga at fáa eitt samfelag, sum fíggjarliga skal hvíla í sær sjálvum og sum ikki skal vera
lista, sum fólk kunnu skriva seg upp til býráðið um at beina seyðin burturúr úr býnum. Seinastu tíðina hava eisini fleiri lesarabrøv verið í bløðunum um hetta. Málið er ikki ókent í býráðnum, tí í fjør samtykt [...] Ætlandi skuldi málið leggjast fyri á fundi í kvøld. Men seinast, vit frættu, var líkt til, at hann varð útsettur til mánakvøldið. Tá ið vit spyrja Páll Vang, hví málið skal fyri aftur, táið tað er samtykt [...] einaferð, sigur hann, at nú er nýtt býráð valt og hann vil fegin hava tað at taka støðu til tað eisini. Av Sevmýri til elverkið Páll Vang sigur, at tað, býráðið ætlar, í hvussu so er í fyrstu syftu, er at
felagið ikki stórvegis av gomlum lutum Men tey hava fingið tilsøgn um ein hóp av lutum frá fólki. Men enn eru lutirnir ikki komnir longur enn til at teir eru skrásettir, tí enn hevur felagið ikki havt møguleikar [...] tey hava eisini havt sín týdning í bygdini. Tey eru bygd mitt í farnu øld til doktarahús. Men síðani hava tey verið brúkt til alt møguligt: kommunuskrivstovu, politistøð og brummu, skúla og bókasavn. Tá [...] doktarin húsaðust í húsunum, var eisini apotek í húsunum. Men tá var ikki nógvur heilivágur og tað sæst aftur á apotekinum, tí tað var lítið, ikki meiri enn tvær ferðir tveir metrar hvønn vegin, ella einar fýra
Í samband við oljulóggávuna er komið fram, at føroyskir politikkarar vilja hava útgerð til eina komandi oljuvinnu umskipaða um føroyskar havnir, áðrenn hon verður latin út á feltið. Hetta heldur Vilhelm [...] Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag vera í lagi. Hann ivast ikki í, at vit klára saktans tað allarmesta, sum hongur við eini oljuvinnu. Hann hevur sjálvur fyri stuttum verið og vitjað
bólkurin í Finlandi, har teir spældu til konsert í svenska teatrinum í Helsinki. Salurin, sum tók 100 fólk, var nærum fullsettur til konsertina. Á hesi ferðini til Helsinki, varð ein sending gjørd um Safir [...] aftur. Tað hendir, tá teir fríggjakvøldið fara at spæla í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tað verða ikki bert gomlu og kendu løgini, sum eru á skránni hetta kvøldið, tí Safir hevur gjørt nógvan nýggjan tónleik [...] í holt við eina nýggja fløgu, men eg kann ið hvussu so er vissa um, at vit hava bæði hug og tilfar til eina fløgu afturat. Hava vitja í Noregi og Finlandi Í mai mánaði í ár var Safir føroyskt umboð á eini
hann ikki fekk handan skaðan, kundi hann lættliga sent Gunnar úr kappingini, og enntá hótt Erland í finaluni. Men hetta verða bert tankar, tí sum sagt fekk Absalon skaða, so hann kom ikki víðari til finaluna [...] Tað gjørdist ikki sørt spennandi í Badmintonhøllini leygardagin, tá tað eydnaðist tí unga Absalon Eysturoy at vinna á veteraninum Jákup Midjord, og harvið senda hann út úr kappingini, ið fór fram eftir [...] Poulsen, báðir úr HBF. Fyrsta settið var sera javnt, teir skiftust um at liggja á odda og vera javnir, til støðan var 13-13. Síðstu løtuna av hesum settinum gekk betur hjá Gunnari, sum vann settið 18-15. Men
er tann, at allar veitingar til og frá oljuøkinum fara um føroyskan keikant. Má við í lóg skal nakar gera íløgur Tað er ikki nokk, at hetta kemur at standa í treytunum til tey einstøku feløgini, sum fáa [...] -Men hvat heldur tú oljufeløgini siga til, at hetta verður sett í lógina sum ein treyt - kann tað vera við til at, tey halda seg aftur? -Oljufeløgini koma ikki á føroyskt øki fyri okkara skyld. Tey gera [...] verðini. -Men er ikki vandi í tí, at vit við slíkum kravi kunstiga halda lív í føroyskum virkjum, sum tá ikki hava fyri neyðini at gerast kappingarfør, tí tey fáa arbeiðini kortini! -Orsøkin til at vit krevja