kom eg skjótt at kenna bæði Petru og Esbern og tær báðar døturnar, Annleyg og Marjuna. Eg kann ikki siga annað, enn at eg varð stórliga bilsin, tá ið eg kom inn til teirra. Eg visti, at Esbern var bankastjóri [...] smátt tók alla megina frá henni, og at enda fekk hon eisini krabbamein. Ein kann bert siga, at Harrans vegir eru órannsakandi, men ein kann hóast alt fegnast um, at Esbern vegna sjúku sína kanska ikki [...] harmast um, at Petra, so sjúk hon var, mátti pínast saman við okkum øðrum um støðuna. Esbern sjálvur fór frá í 1986, og sjálvur kann eg siga við vissu, at Føroyar høvdu verið betur fyri, um Esbern sat sum b
lendur í Keypmannahavn fyri fyrstu ferð síðani koronufarsóttin fór at herja um okkara leiðir. Eg fór beina leið á Bispebjerg Hospital at siga tær farvæl. Hendan løtan er ein teirra, ið festir seg í minnið [...] tú ikki átti orð. Men egnabráið segði mær, at tú skilti. Skilti, hvussu nógv eg helt av tær. Men eisini, at endin var nær. Dugdi alt og kundi alt Eg minnist einu ferðina vit skuldu gera eina upptøku í [...] miðlaráðgevi í táverandi Eik Banka og hjá Tórshavnar kommunu. Vit komu at kennast, eftir at eg var valdur á Fólkating í 2007, og tú komst at arbeiða á skrivstovuni hjá mær. Vit funnu beinanvegin stevið, og okkara
høvdu vit eisini ein lítlan bát saman, sum vit vóru á floti við. Haldi eg kann siga, at øll ungdómsárini vóru vit ikki at skilja sundur. Og líka síðan hava familjurnar havt eitt serligt tilknýti. Seinnu [...] øll tiltøk, okkum hevur hepnast at luttikið í saman. Ormar var ein stuttligur vinur. Hann var smekkfullur í lívsvísdómi og hevði eitt einstandandi fjølbroytt orðatilfar at oysa av. Hann var eins við øll [...] listarmannin Jens Peter Kellermann at gera standmyndirnar í fullari stødd. Í dag standa tær sum eitt stásiligt prýði við gamla hagaportrið á Glaðsheyggi. Tað var stuttligt at samstarva við Ormar. Hann hevði
Kann nevna, at eg sat saman við Halgir W Poulsen til jarðarferðina. Hann minnist, tá ið hann sum drongur saman við pápanum plagdi at koma úr Skopun til Havnar. Ein fastur táttur í vitjanini var at fara inn [...] Tað vil siga, at einaferð varð hann fluttur nakrar metrar. Hann lá í vegin, tá ið Bøkjarabrekka varð gjørd, og tá varð húsið flutt eitt hanagleiv hagar, tað er nú. Her er talan um nærum eina øld, at Hjalmar [...] ein liður í hesum at hjálpa fólki at finna oman í Daells Varehus, har føroyingar annars kendu seg sum heima! Margretha og tey fóru í holt við eitt átak, so tað kundi gerast møguligt at dialysusjúklingar
tonkum, at tá eg segði farvæl og mussaði teg á kjálkan niðri á Korndalsbýlinum fyri trimum vikum síðani, at hetta skuldi vera síðstu ferð vit sóust í hesum lívinum. Eg trúði bara, at vit fóru at síggjast [...] abbi altíð gjørt tykkara fyri at tykkara gestir skuldu føla seg væl. Eg minnist ikki eina ta einastu ferð, at eg ikki eri farin glaður og mikið ríkaður aftur til Havnar eftir at hava verið á vitjan. Omma, [...] aftur at ganga, kláraði tú bæði at fáa málið aftur og ikki minst títt hondarbeiði, sum tú gekst so høgt uppí. Við nakað av hjálp frá abba megnaði tú við einari hond at brodera so nógvar dúkar, at um ikki
bara hyggja at tær, so visti eg, at nú tímdi tú ikki meir hatta fjasi við antin at halda rætt í blýantinum ella at skriva innanfyri linjurnar. Og tað var í lagi, tí tú vart mentur heilt fantastiska nógv [...] ofta fert at senda okkum tínar góðu tankar saman við øllum sólstrálunum, sum fara at koma, so at øll verða styrkt í sorgini. Serliga vóni eg, at tíni foreldur, systkin og familja, koma væl ígjøgnum hesa sváru [...] handaverk og list-stovuna at gera leirfuglar, og eins og hini, sat tú hugagóður og elti leirin og formaði av einslistum. Tá tú, sum ein av teimum fyrsti varð liðugur, byrjaði at rudda upp eftir tær, endaði
allan Nólsoyarfjørðin. Tíðin á VBV var góð og útviklandi hjá okkum, tori eg at siga. Eisini tí vit høvdu sum fasta rutinu, altíð at ganga langar túrar aftáná skúlatíð, út á molan, níðan í býin, og soleiðis [...] ymisk innviklaði apparat og ting. Eg minnist einaferð í Realskúlanum, at hann hevði eina lidna konstruktiónstekning til ein benzin-motor. Hann ætlaði at stoypa allar deilirnar sjálvur. Um [...] vóru vend og diskuteraði forsvarliga ígjøgnum. Karl Johan ætlaði at lesa til tannlækna, og fór í 1962 niður til Århus, men tá hann sá, at teir skuldu lesa næstan líka nógva anatomi, sum læknar, so skifti
ting. Eg minnist einaferð í Realskúlanum, at hann hevði eina lidna konstruktiónstekning til ein benzin-motor. Hann ætlaði at stoypa allar deilirnar sjálvur. Um ætlanin bleiv gjøgnumførd minnist eg ikki [...] allan Nólsoyarfjørðin. Tíðin á VBV var góð og útviklandi hjá okkum, tori eg at siga. Eisini tí vit høvdu sum fasta rutinu, altíð at ganga langar túrar aftáná skúlatíð, út á molan, níðan í býin, og soleiðis [...] vóru vend og diskuteraði forsvarliga ígjøgnum. Karl Johan ætlaði at lesa til tannlækna, og fór í 1962 niður til Århus, men tá hann sá, at teir skuldu lesa næstan líka nógva anatomi, sum læknar, so skifti
tær hug at hanga og mistrívast, og soleiðis var eisini við okkum í orðinum, og væl lá fyri hjá Curt at fáa okkum at skilja. Hann nýtti ofta myndatalu, sum Jesus sjálvur gjørdi. Meg minnist, at tá hann [...] túrum niðri í Danmark, at nú var gott at »koma heim« til Skopunar aftur. Vit kendu eisini, at tey áttu at vera her! Jú, skopuningar, sandoyingar og føroyingar sum heild hava nógv at takka hesum megnarpari [...] ikki so lætt at koma í Sandoynna sum pinsa-missionerpar tá í tíðini. Men tey dugdu sera væl at fella til í bygdini og vóru við í arbeiðslívinum í Skopun og aðrastaðni við. Tey plagdu at siga, tá tey komu
tár í eygnakrókinum tá hevði tú. Tað ið tú segði seg setti so fast, at eg umsíðir bleiv kvitt hesa last. Minnist tá eg kundi siga tær tað, og hvat tú svaraði takksom og glað. Tú tókst av sonnum títt starv [...] álvari í, altíð tann sama, so smílandi blíð. So djúpt inn í hjartað tann sorgin meg skar, at eingin hjálp var at heinta hjá tær, nú tá í sjúkan hjá tær kom á gátt, og dagurin slóknar, og tað gjørdist nátt [...] Legðist til hvíldar eitt elskuligt skinn, alt ov tíðliga løgdust árarnar inn. Ikki tí at tú ynskti tað sjálv, pyntar tú nú um tað himmalska hválv. Eg tær møtti, tá mítt hjarta var sjúkt, tú av sonnum av