Til minnis um Karen og Curt Nielsen

Tað munnu vera fá menniskju, sum hava havt so stóran týdning fyri eina bygd og eitt land, sum Karen og Curt hava havt fyri Skopun og fyri Føroya land.

Sjálvur eri eg uppvaksin í hvítusunnusamkomuni »Betania«. Hesa samkomu vóru tey bæði við til at stovna í 50-unum og vóru eisini forstandarapar upp gjøgnum 60-ini og 70-ini. »Zion«, samkomuhúsið á Sandi, var eisini frukt av teirra arbeiði saman við fólki úr oynni, sum løgdust afturat.


Meg minnist, at tey vóru forstandarar fyri »Filadelfia« samkomuna í Tórshavn miðskeiðis í 70-unum.


Eg skal ikki her koma út í æsir við árstølum, men vil nevna eitt sindur um tað, sum eg havi sæð og hoyrt til tey bæði.


Tað var gott at koma til teirra møtir. Karen kom við sínum góða og lívsfríska vitnisburði um Jesus og samanbar ofta okkara andaliga lív við sínar plantur, sum hon passaði við stórum hegni (hon hevði sokallaðar grønar fingrar). Um planturnar ikki fingu nering, høvdu tær hug at hanga og mistrívast, og soleiðis var eisini við okkum í orðinum, og væl lá fyri hjá Curt at fáa okkum at skilja. Hann nýtti ofta myndatalu, sum Jesus sjálvur gjørdi. Meg minnist, at tá hann vildi greiða frá, hvussu vit vóru goymd í Guði, goymdi hann eitt 25 oyra inni í nevanum, so kundi ongin síggja tað. Soleiðis vóru vit goymd í Guði, tá vit litu á Hann.

Tey sungu saman til møtini, Karen spældi eisini gittara og Curt spældi mandolin. Tað var ein fragd at hoyra tey.

Í »Betania« var mangan trongt at sita, tá sunnudagsskúli var og ungdómsmøtini. Har vóru eisini hildin bønarmøtir, bíbliutímar og bindimøtir. Eisini var sólstrálan og »hobbytiltøk«. Jú, nógv var gjørt um hetta eina at lyfta Jesus-navnið upp. Nú mundi eg gloymt at nevna jólafestirnar, sum tey skipaðu fyri saman við Onnu Hansen og Kristensu Gåsland. Hesar festir savnaðu sera nógv fólk, tær vórðu hildnar ikki bara í Skopun men eisini í Skálavík og á Sandi.


Tað var ivaleyst ikki so lætt at koma í Sandoynna sum pinsa-missionerpar tá í tíðini. Men tey dugdu sera væl at fella til í bygdini og vóru við í arbeiðslívinum í Skopun og aðrastaðni við.


Tey plagdu at siga, tá tey komu frá túrum niðri í Danmark, at nú var gott at »koma heim« til Skopunar aftur. Vit kendu eisini, at tey áttu at vera her!


Jú, skopuningar, sandoyingar og føroyingar sum heild hava nógv at takka hesum megnarpari fyri. Sagt verður mangan, at tú fær onki við tær úr hesum lívi uttan tær sálir tú hevur vunnið fyri Harran.


So tey bæði, Karen og Curt, hava nógv at gleða seg til at møta øllum teimum sálum aftur, sum tey hava vunnið.


Og so vil eg persónliga takka teimum fyri alt.


Pól Hentze