fjøllunum saman við systkinabarninum Jens Mariusi Dalsgaard hava verið nógvir. Jens giftist í 1970 við Maritu, sum er dóttur Kate og Ernst Hansen á Toftum. Hon er eisini læraralærd og er skúlastjóri á Toftum. [...] sonur Axel Valdemar Dalsgaard, handilsmannin á Mølini, og Sunnevu úr Búrði í Skopun. Jens er elstur av systkjunum. Honum næstur er Bjarni, sum hevur havt handilin á Mølini, og so eru tað Egil, sum býr í Havnini [...] hálvt hundrað árum síðani, til skips. Hann fekk um endan á slupptíðini, tá ið hann var við Godthåb av Tvøroyri, og so var hann messudrongur við Fiskanesi, sum Hvannasundsbrøðurnir og Esmar Fuglø áttu,
eitt fjúrtan minuttir langt sjónband úr handilshúsunum NK og PUB. Á tí sæst, at Mijailo Mijailovic gekk aftan á Onnu Lindh, og at hann var á drápsstaðnum. Teknisk prógv Herumframt hevur løgreglan ymisk teknisk [...] til morðið, og blóð hjá Onnu Lindh er funnið uppi á buksunum hjá tí ákærda. Sonevndar "fibrur" av buksum hansara eru funnar uppi á knívinum og uppi á buksunum, sum Anna Lindh var í. Hetta eru tey sterkastu [...] Mijailo Mijailovic fór í NK-handilin hendan dagin, hevði hann gjørt av at myrða Onnu Lindh. Hann mátti fara aftan á henni, og hann visti, at tað var Anna Lind, sum hann leyp á, segði Leif Jennekvist. Dugnaligur
túr við skitfiskabátinum Gudmundi, gjørdist til 35 ár á sjónum. Hetta tíðarskeiðið sigldi hann við Gudmundi, línubátinum Niels Paula, trolarunum Niels Paula og Phønix, sum hann var síðsta túrin við fyri [...] hann heima aftur, fyri at passa familjuna, handilin og jørðina og tað sum annars var at taka sær av t.d. rógva út við 10 mannafarinum, sum hann átti saman við øðrum. Men sum hjá so nógvum var hugurin stórur [...] børn, 4 synir og eina dóttur. Tveir av synunum búgva her suðuri, Dánjal Jóhan sum býr á Tvøroyri, og Jákup, sum býr á Økrum, Eyðun, sum býr í Kvívík og Óli sum býr í Hoyvík, Kristianna, ið er yngst, býr
trappa upp í handilin. Hann hevði stóran disk. Uttanfyri diskin var gott pláss við beinki fram við vegginum. Hesin bonkur var nógv nýttur. Her kundu menn sita og roykja. Teir kundu stappa pípuna við tubbaki [...] Nógv hendi við Sjógv Tað hendir mangan, at eg í tonkunum eri í Kollafirði, heimbygdini kæru við hábornum fjøllum umgird, sum Ásla Geyti sigur tað í Kollfjarðarsanginum. Nú eg skal festa á blað tey mongu [...] lítla á innanfyri húsini. At fólk komu hagar at fáa malið bleiv sjáldnari og sjáldnari og doyði heilt burtur. Myllan bleiv seinni niðurtikin. Eg var eina ferð har við abba, Dánjal í Homrum, við korni
so eina við ikki at fara út á stabbasteinarnar og hyggja niður á sjógv. Tá kundu vit fáa ørilsi, so høgt sum har við. Hvussu kom hesin vegur so at roynast? Ja, nú kundi man koyra langar túrar við súkklu [...] innibyrgdur í honum. Vit sóu bert høvdið á prestinum, tá ið hann talaði. Spakmæltur var hann eisini. Men her á fundarfløtuni stóð maður á einum grótpalli, rópti og veipaði við báðum ørmum. Tað sá út, sum var hann [...] beteinkiligur. Tað endaði tó við, at hann játtaði. So varð bilurin riggaður til. Vit vóru tveir, sum skuldu við, og sum skuldu sita hjá abba á ferðini. Abbi segði púra einki at byrja við. Men so fór hann at spyrja:
seint í 1936. Eg fór fyrst ein túr við Rubekk á Róki. Hetta var við Hjalmar á snurriváð. Við snurriváð var bert fiskað um dagin, so royndin var ikki tann stóra hesa tíðina á árinum. Árið eftir varð so nógv [...] støddar. Hann stóð á dekkinum. Hetta var vatnið, vit høvdu við fyri 14 dagar, so her var neyðugt at spara. Hetta við kokkingini gavst eg við og fór út á dekkið. Tað dámdi mær betri. Eg var við tað árið. Men [...] kundu koyra ísin beinleiðis umborð á skipini, meðan tað hjá Valdemar skuldi koyrast við bili til skipini. Tað bleiv ov dýrt, og tí varð givist við at framleiða ís á fabrikkini, eftir at Fiskacentralurin
abbasystir varð gift í Kollafirði við Niclas inni á Heyggi. Tey vóru barnleys, men ein drongur vaks upp hjá teimu. Elisabeth fór til Klasvíkar og varð gift við Jákup bónda á Biskupstø. Petur bleiv bakari í [...] sum hevði spinnarí saman við Johan Evensen. Johan, sum var maskinmeistari og sigldu við donsku marinuni. Hann doyði 27 ára gamal í 1918 av sponsku sjúku. Herskip kom á Havnina við honum, og hann er grivin [...] komu við koli løgdu at her, og lossaðu uppí trillubørur, sum so vórðu trillaðar inn á kolagoymsluna hjá Valdemar Lützen. Brúgvin varð tikin niður um veturin. Skipini komu nevniliga bert við koli á sumri
Vit høvdu avrátt, at eftir arbeiðstíð skuldu vit hyggja inn á gólvið í Tjarnardeild. Á veg suður á Glasir at próvdøma var Sanna í telefonini við boðunum, at Johan svágur var farin hesa náttina. Síðstu árini [...] Johan undan jólum vóru rundferð her á Toftum. So ofta spentu vit fýra frá á ferðum í heitari londum, og tá repiteraði Johan so ofta tað, sum hann við gleði mintist aftur á. Hann var í nógv ár sunnudagsskúlalærari [...] tveir tímar, áðrenn hann á veg til arbeiðis var í svimjihylinum í Gundadali, ella tað var í Skálafirði, har verfaðirin baksaðist við at fáa alingina at bera til og á skipasmiðjuni á Skála, har mammubeiggin
roknað við hesum, serliga við tí ikki-álopssáttmála, sum var gjørdur millum Týskland og Danmark. Men hetta skapti eisini eina óvissu um, hvat ið fór at henda við Føroyum. Mundu týskarar vera á veg hendan [...] Skjótt var bátur settur út og fólk fór umborð á svensku og donsku skipini á vánni. Kl. 13.30 kom bátur í land við tveimum yvirmonnum. Teir koma uppá land á trappuni undir keikioskini. So at siga einki fólk [...] motorbátur við sjey monnum settur út og sigldi inn til kaiina. Her kom Sandall oberstur uppá land, og hann fór við nýggja bretska konslinum Mason og einum yvirmanni frá Royal Marines á fund við amtmannin
Marianna f. Hansen, ættað úr Toft í Hósvík. Johannes á Fossinum , sum hann varð kallaður, var í 1898 og 1899 við skonnartini “Cyclone” og “Súluni” úr Havn við Jóannesi í Pætursastovu í Havn. Árini 1900-1902 [...] 1900-1902 var hann bestimaður hjá svági sínum Johan Hendrik Højgaard inni á Brekku á Toftum við “Ternuni” úr Havn. Johannes tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1904. Hetta var ikki lætt hjá honum, tí hann hevði [...] Giftur við Jensinu Fredrikku Jensen f. 1877 av Stykkinum. Johanna Hendrikka Fredrikka f. 1887. Gift við Abraham Jensen, f. 1886, av Stykkinum. Sonur teirra Joen Jens Christian f. 1910 gekk burtur við “Tór