besti sangurin farnu øldina. Til endans ein stórur sigur fyri tónleikaran og sangskrivaran, sum bæði áðrenn og aftaná fløguna hjá Føstufressum, hevur gjørt vart við. Flýggjaðu til tónleikin Tað var í 1989 [...] høvdu hug til. Og tað gjørdu teir sanniliga. Venjingin hevði við sær, at í september mánaði var greitt at fara undir upptøkurnar í LT-studio í Havn. ? Tá vit fóru í studio, høvdu vit vant og lagt til rættis [...] brendu, men tað fingu vit ikki við fyrr enn einar tvær vikur eftir, at tað var hent. Tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv vit løgdu í arbeiðið í studionum. Verðin uttanfyri var als ikki til fyri okkum. Fløgan
? Mest týðandi mál í hesum samráðingunum er avgjørt, at vit fingu ruddað slóð fyri nýggjum samstarvi millum londini bæði, sigur Mogens Lykketoft. ? Nú skulu vit fara undir nýggja skipan innan ríkisfelagsskapin [...] havt trupulleikar av, sigur Mogens Lykketoft. Hann nevnir somu yvirtøkumálini, sum hini hava víst til aftan á samráðingarnar, og at blokkstuðulin verður óbroyttur komandi trý árini. ? Kostaði tað dønum
hansara framtíð verður sum fótbóltsvenjari. Hann nýtir sína frítíð til at lesa ymiskar bøkur um ástøði av spæli og fyrireika seg til venjingar. Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk Milan venjaraprógv í sínum [...] ókendt navn í føroyskum fótbólti, sjálvt um hann ongantíð hevur leikt nakran dyst í 1. deild. Milan kom til Føroya á várið 1997, og síðan tá hevur hann verið staddur í Hvalba, har hann fyrst spældi, og seinni [...] nú mítt barndómsfelag Radnicki Kragujevac, og eisini Spartak Subbotica, har eg spældi seinni. Vit fingu knappliga møguleikan fyri at kappast regluliga ímóti teimum heimskendu ?Reyðu stjørnum? úr Crvena
í Hvalvík og fingu tá at vita talið av veljarum til valstaðið. Og her var tann eini veljarin altso úr Nesvík. Vit hitta Árna fyrrapartin ein hósdag í mars mánaði. Frá lands-vegnum oman til húsini førir [...] framvið Hósvík og eru nú komnir til Hvalvíkar. Teir fara fram-við Streymnesi við tí í huganum, at eftir Streymnes er neyvan nakað hús við fólki í, fyrrenn ein kemur til húsini hjá løgtingsfor-manninum [...] Tjørnuvík, hagani foreldur hansara vóru flutt í tríati-árunum. Hugurin var í fyrstu syftu til sjógvin, og fór hann til skips, áðrenn hann í 1960 fór á skiparaskúla í Havn. Hann var eftir hetta við Sundabúgvanum
um eitthvørt, sum nú er gjørligt. Mær rennur til hugs tá eg sjálvur stóð í læru sum elektronikmekanikari, seinast í sjeytiárunum, hvar vit fingu loyvi til at hoyra um eitt sum kallaðist microprosessor [...] postinum, til nýggjastu tíðindini koma innum gáttina. Eg eri heldur ikki í iva um, at bløð okkara kunnu víðka um tænasturnar, sum givnar verða av bløðunum. Vit, sum av og til føla trongd til at skriva [...] kunningartøkni kann brúkast til at styrkja demokratiið (fólkaræði). ? Hvussu øllum kann tryggjast somu møguleikar í kunningartænastuni. ? Hvussu ein kann nýta hendan miðil til at styrkja norðurlendskt mál
hug og evni, mugu ikki halda seg aftur. Tað, at eg var biðin til so nógv ymiskt, segði mær bara, hvussu nógv tað var og er brúk fyri kvinnum til tær uppgávur, sum nú einaferð eru í einum samfelagi. Hanna [...] Spesialskúla, sum hann tá kallaðist. Hanna var komin á sína røttu hill, sum hon sjálv tekur til, og starvaðist har, til hon í 1996 varð pensjónerað. ? Hvønn einasta dag takkaði eg Gudi fyri hetta starvið, sigur [...] Fólk á leiÐini "Minst til, at tað eru mannalagnur aftan fyri hvønn bókstav!". Hesi vóru orðini, ið Bjørk dómari segði við Honnu Lisberg, tá hon fyri 34 árum síðani varð vald í nevndina hjá Vanlukkutry
Soleiðis sum umstøðurnar vóru í sekstiárunum til samskifti, var bert umframt at skriva brøv, bert telefonin til at taka, og tað kostaði ógvuliga nógv at ringja til USA. Armgarð minnist serliga eini jól miðskeiðis [...] útheimin í dag, heldur Armgarð. John og Rakul giftust í 1963, og fóru til Íslands nakrar mánaðir, áðrenn leiðin gekk til Hawai, har tey fingu fyrsta sonin, sum eitur John og er 34 ára gamal.Trý ár seinni kom [...] varð fluttur til Onglands at arbeiða Tað gav Rakul høvi at fara heim til Føroya at vitja, og hon og sonurin vóru verandi eina tíð í Føroyum, meðan maðurin var í Onglandi, og eitt skifti fór til Fraklands
urguni í Fríðrikskirkjuni. Vónandi var hetta honum til miklan íblástur! Spæli tá eg havi frí Hóast Ólavur ongatíð sjálvur hevur verið urguleikari til gudstænastur, so er hann kortini ikki ókendur við urguna [...] ymiskum skipum. Tá hevur hann ikki altíð havt eins góða tíð til tær neyðugu venjingarnar. ? Men tá eg so havi havt tíð, so havi eg ringt til Boga og spurt, um eg ikki kann fáa ein tíma ella báðar tveir [...] ójavnt: Onkutíð tvær til tríggjar ferðir um vikuna, og aðrar tíðir bara eina ferð um mánaðin. So tað er rættiliga ymiskt og ikki altíð so regluligt, sigur Ólavur. Tveir manualir Skal ein til fulnar fáa nakað
ringum hýri hesar dagarnar. Og tað er kanska ikki so løgið tá tað til stykkis kemur. Tey hava, um útvarpstóli, frætt, at útlitini til at tey fáa tunnilssamband við restina av »umheiminum« eru serstakliga [...] gongd fyri nøkrum árum síðani. Men tunnil kom eingin. Tey fingu eitt betri tyrlusamband ístaðin. Tað var tá. Hesaferð fáa tey betri umstøður til at móttaka sjónvarp og útvarp. Men tað er ikki tað sama, [...] og tveir túrar fríggjadag. Tað er sjálvandi gott, men tað er verri enn so nóg mikið til at fáa fólk at flyta aftur til Gásadals, sigur hann. ? Og harafturat kemur, at tað er rættiliga dýrt at brúka tann
Kambsdali, og á heysti í 1995 fór hon til Motherwell í Skotlandi á bíbliuskúlan hjá GLO, og var liðug har í juni í 1996. So gekk leiðin aftur til tað japanska, men nú til Aarhus. Í 1996 byrjaði hon at lesa [...] offurstað til minnis um deyðar familjulimir. Hesar offringar fara fram á hvørjum ári á deyðsdegnum hjá viðkomandi. Altarið verður eisini brúkt til aðrar religiøsar handlingar ígjøgnum árið, tó í mun til hvussu [...] búði hon frá februar 1992 til februar 1993 hjá eini japanskari familju. ? Tað, sum vakti mín serliga áhuga fyri Japan, var, tá eg uppdagaði, at fólkið lítið og einki kendi til kristindómin. Tey vistu, at