hvussu tað nýggja Suðuroyarskipið skal verða, er tað neyðugt at lýsa skipið og tørvin út í æsir, so væl sum tilber tey næstu 30 árini frá tí, at skipið verður bygt. Tað heldur einasti samgongutingmaður úr Suðuroynni [...] álum, Finnboga Arge nakrar skrivligar fyrispurningar í tinginum um tann nýggja Smyril, hóast tað liggur nakað frammi í tíðini, at skipið verður bygt. Hann ætlar at fáa landsstýrismannin at svara hesum [...] tikin upp á ráð? 4.Verður vinnulívið, fiski- íðnaðar- o.o. vinnuáhugamál tikin upp á ráð? 5.Verður ein komandi oljuvinna, havnaviðurskifti, herundir ferjulega, tikin við í metingunum? 6.Verður Meginfelag
Raymond Domenech eftir dystin. Spurdur um tað ikki eigur at verða størri munur á franska liðnum, sum liggur nummar tvey á FIFA-styrkislistanum, og so føroyingar ið eru nummar 137, svaraði Raymond Domenech: [...] Tað var ein lættur Raymond Domenech, ið hitti bæði fronsku og føroysku tíðindafólkini eftir dystin á Tórsvølli mikukvøldið. Franski landsliðsvenjarin segði, at hann til tíðir hevði kent seg hart kroystan [...] ikki at verða. Tað eru nógv dømir um, at føroyska landsliðið hevur spælt upp til stórar tjóðir so sum Týskland, Skotland og onnur, segði franski landsliðsvenjarin. Raymond Domenech helt, at føroyingar
og so tók tað eisini 6 minuttir av sovitíðini hjá sandingum. Eg vóni, at brævi var meint sum skemt. Hugsa fólk sum hasi 12 ið hava mótmælt Hest-túrinum hjá Teistanum, verður tað skjótt at vit í Dali missa [...] umborð í Hesti, ger støðuna hjá okkum, ið búgva á smáplássuum ræðandi. Eitt lesarabræv "dulnevnt" vildi ein dagin vera við, at bussurin av Gomlurætt átti ikki at koyrt oman á Velbastað, tí har kom "bara" eitt [...] at taka Hestfólkið við til Skopunar eftir okkum. Tá er nógv mist, tí tryggjandi er tað, at Teistin liggur í Skopun um náttina. Fleiri av teimum, ið hava skrivað um Hestleiðina nevna, at fyri at halda uppá
framsýningin letur til at verða ein litføgur uppliving í sjálvum sær. Barnabókastevnan verður í Øksnehallen í Keypmannahavn í døgunum 2. til 4. februar. Øksnehallen liggur bert fáar minuttir til gongu frá [...] vit hava so avmarkaða orku. Við luttøkuni hugsa vit serliga um føroysk børn og foreldur í Danmark, sum á bókastevnuni fáa høvi at síggja nýggjastu føroysku bøkurnar til børn og ung. Eisini fara vit at nýta [...] í sjálvum sær er gevandi, sigur Niels Jákup Thomsen. Tað eru kortini ikki tey kendastu forløgini, sum taka lut á eini slíkari stevnu. ? Tað kemst uttan iva av avmarkaðari orku. Á hesi stevnuni verður dentur
lánið til fótbóltsvøllin og ítróttarhøllina, hóast tað er ein sjálvsognarstovnur, sum stendur fyri láninum. - Sleppur býráðið at yvirtaka lánið, sum vit betala kortini, høvdu vit spart 200.000 í mvg um árið [...] hava játtað at veita kommununi lán. Barnagarðurin er ein íløga í trivnaðin hjá ungum húskum í Vági. Men talan er eisini um ein beinleiðis sparing. - Sum støðan er nú, húsast barnaansingin í Vági tríggjar [...] peningin til onnur endamál, sigur borgarstjórin í Vági. 110 børn Barnagarðurin, sum Vágs Býráð roynir at fáa bygdan, er ein av teimum stóru. Tilsamans verður pláss fyri 110 børnum í vøggustovu, barnagarði
løgmaðurin víst seg sum ein veikan leiðara. Hevði løgmaður itið Atli Dam ella Anfinn Kallsberg, so hevði slíkt ikki hent. Eingin hevði torað at víst so lítla respekt fyri teimum, sum teir vísa Kaj Leo [...] hvørs grundstuðlar eru fólk, sum hava vent Fólkaflokkinum bakið, tí hann er ov sambandskur, og tjóðveldisfólk, sum vilja á borgarliga bógvin. Og tað er ein reel hóttan hjá Fólkaflokkinum [...] hevur brúk fyri honum? Um Jacob Vestergaard kann gera arbeiðið eins væl í úrtíð, so kundi løgmaður spart 2,2 milliónir krónur í løn, sum Jørgen Niclasen hevur kostað síðani september í 2007. Í hesum
oynni um at gera Suðuroy til eitt læknadømi og at skipa alla suðuroy í ein felags heilsudepil. Men talan verður um ein heilsudepil, sum verður staðsettur í Vági og á Tvøroyri so tað verða framvegis kommunuviðtala [...] fáast við sjúkur, teir hava serligan áhuga fyri. - Er tað ein lækni, sum hevur serligan áhuga fyri diabetis, er sjálvsagt, at teir suðuroyingar, sum stríðast við tað, brúka tann læknan í slíkum viðurskiftum [...] suðuroyingum størri frælsi at velja lækna og, sum frálíður, eisini fleiri viðgerartilboð í oynni, sigur Katrin Gaard. Hon sigur, at hetta er ein skipan, sum gjørd í samstarvi ímillum kommunurnar, kommu
og saman við fólki, sum hava nýhugsaðar ferðsluskipanir sum sítt starvsøkið, finna eina varandi loysn. Gongugøtan eigur, so vítt møguligt, at vera bilfrí. Við at gera gongugøtuna, sum navnið eisini sigur [...] Syðradalur eins og oyggjarnar Nólsoy, Hestur og Koltur, sum jú eisini eru partar av Tórshavnar Kommunu verða tiknar við, tá nýggj ferðsluskipan skal gerast. Tørvurin er ikki, tann sami har sum í miðbýnum [...] avgera, hvussu býurin kann útbyggjast. Ein nógv meira spennandi bý fáa vit, um vit duga at finna eina loysn fyri ferðslu og parkering, - møguliga eina loysn sum liggur undir jørð - so býurin sjálvur kann
fyri valið, so sum pensjónsnýskipan og kommunusamanlegging, so hevur tað leingi verið greitt, at hetta verður trupult í einum tingi, sum er so merkt av valfepuri, sum Løgtingið er vorðið [...] ætlan, sum bara verður fyribils við teimum nátúrligu framskrivingum. Tað verður tí ein rímuliga pen fíggjarlóg uttan nakrar sparingar ella politiskar raðfestingar. Ein fíggjarlóg [...] fýra vikur og í mesta lagi fimm vikur eftir, at at tað er skrivað út. Tað sum liggur í kortunum nú er, at málini, sum eru avtalað millum samgonguna og Tjóðveldi, tað er málið um Húsalánsgrunnin
”Kinesarar og russar áhuga fyri føroyskum fiski”. Hetta var jú ein góð yvirskrift, sum boðaði frá spennandi tíðindum. Men í greinini, sum fylgdi, stóð ikki eitt orð meira um, hvat ið russarar og kinesarar [...] nei, hatta var ein tóm yvirskrift. Ikki um fiskaproduktir, men flaggfokusering Men annars hevur tíðindaberin verið vakin Tó eru tað ikki skøturavar, king prawns ella salmon tartare, sum hava áhuga. Nei [...] Flaggstengurnar vóru líka høgar, halleluja! Vit fáa at vita at ”Merkið” var líka stórt sum ”Dannebrog”. Men er tað ein serstøða? Nei, stórtíðindini tykjast at vera, at allar flaggstengurnar uttan fyri f