Hóast tosað hevur verið um at fáa fleiri av teimum tungu málunum samtykt fyri valið, so sum pensjónsnýskipan og kommunusamanlegging, so hevur tað leingi verið greitt, at hetta verður trupult í einum tingi, sum er so merkt av valfepuri, sum Løgtingið er vorðið seinastu tíðina.
Tað hevur ljóðað, at valið longu skuldi verið skrivað út í dag, men okkurt bendir á, at Kaj Leo Johannesen ætlar at draga tað út sum longst – og tað er til týsdagin, tí tá eru tríggir dagar eftir til 1. oktober – tá fíggjarlógaruppskotið skal latast tinginum.
Vit vita øll, at tað verður ikki eitt pent fíggjarlógaruppskot, sum skal leggjast fyri tingið – og tíans heldur tað, sum skal samtykkjast. Tí er tað lættari hjá løgmanni at skriva út valið, áðrenn freistin er úti. Tí so kann Aksel V. Johannesen leggja fram eina provosoriska fíggjarlógarætlan – eina ætlan, sum bara verður fyribils við teimum nátúrligu framskrivingum. Tað verður tí ein rímuliga pen fíggjarlóg uttan nakrar sparingar ella politiskar raðfestingar. Ein fíggjarlóg, sum kortini ikki skal brúkast longri enn heilt neyðugt, til ein nýggj samgonga er skipað.
Og tað er nú einki udiøst í tí, at landsstýrið leggur eina slíka fíggjarætlan fram. Allir flokkar eru samdir um, at sparingar skulu gerast, men líka so víst er tað, at teir ikki klára at semjast um tað í einum valstríði. Tí er einki annað hjá løgmanni at gera, enn at skriva út val í úrstíð. Og val í úrstíð skal haldast í fyrsta lagi fýra vikur og í mesta lagi fimm vikur eftir, at at tað er skrivað út.
Tað sum liggur í kortunum nú er, at málini, sum eru avtalað millum samgonguna og Tjóðveldi, tað er málið um Húsalánsgrunnin og brúksskyldan í sambandi við fiskidagarnar verða avgreidd fyri týsdagin.
So verður spennandi at frætta, hvørji evni verða høvuðsevni í valstríðnum. Tað verður so ikki tjóðskaparmálið, har Tjóðveldi nú stendur einsamalt við fullveldisætlanini. Men boðað er frá stórum sparingum. Sparingar í hundrað milliónaklassanum í almennu umsitingini. Tað verður í øllum førum ein risa stór avbjóðing. Og tann flokkur, sum ikki hevur eitt boð uppá, hvussu vit koma okkum úr búskaparligu naggatódnini, hann fær helst trupulleikar at sannføra veljaran.