sigur Ragnar í Vík, sum ikki fekk stuðul frá grunninum. Hesum er hann sjálvsagt keddur av, men ringast heldur hann viðferðina vera, sum hann hevur fingið. - Tað, sum eg ikki kann góðtaka er, hví nevndin í [...] øll eru komin á top 30 countryhitlistan. Harav kom lagið Alone and Forsaken á eitt 24. pláss og var lagið í januar millum 40 tey mest spældu countryløgini í Europa. Ragnar hevur verið við á sonevndum Hotdiscum [...] Prins, sangari og sangskrivari úr Belgia, hevur skrivað eitt lag á fløguni hjá Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður
kom inn á grikska og italska marknaðin, og eg fekk í lag eina framsýning í London. Barbara í Gongini var ein av føroysku sniðgevunum, ið sýndi fram á Funky Faroe Islands í London í fjør, tá bar hon føroysku [...] nøvnunum á mótavikuni millum onnur danan Jens Laugesen, ið fekk heiðursløn frá fronsku delegatiónini, sum týdningarmiklasti sniðgevi á mótavikuni. Men fyri Barbaru var hetta møguliga síðsta ferðin á stóru [...] tøkk fyri, at teir høvdu sparka einar dyr upp fyri føroyskum sniðum á enska marknaðin. Um hetta á nakran hátt var orsøk til, at hon á Rendezvous hitti bretar, ið kendu merkið Barbara í Gongini, veit Barbara
fingu ein góðan nátturðabita. Ein góð byrjan upp á vikuna Aftaná varð skipað fyri einum túri gjøgnum bygdina, sum tók umleið tveir tímar – ein góð byrjan upp á eina innihaldsríka og hendingarmikla viku. Vit [...] : Peddastovu, Ból & Bita hjá Juliannu og summarhúsinum á Leirvíksvegi 10. Julianna tók sær eisini av matpakkunum til arbeiðsdagarnar, sum hon bar oman til økið við Norðaravatn. Hósdagin var veðrið so vánaligt [...] vánaligt, at vit máttu taka matpakkan innandura – og júst tá kom Kringvarpið á gátt at gera innsløg. Kitty gjørdi okkum eisini kaku og drekkamunn – sera hugnaligt! Hósmorgunin byrjaði við einum góðum
honum. Brúdleypið skal standa í VB høllini vesturi á Eiðinum. Somuleiðis er ætlanin, at brúðarhús skal haldast í VB høllini sunnudagin. Fyri at halda stýr á teimum 650 gestunum, sum koma til borðhaldið í høllini [...] Eyðfinn viðgongur, at tað verður torført at halda seg aftur við at halda fleiri røður, tí hann ivast ikki í, at hann verður rørdur, og so dámar honum so væl at halda røður. ? Men eg skal ikki troytta gestirnar [...] giftast í felag. Allar tríggjar systrarnar hava leingi livað saman við monnunum, tær hvør í sínum lag skulu giftast við, og tí var skjótt at gera av, at tey nú skuldu taka seg saman og giftast. Pápin,
gjørdi hann so endaliga av at flyta til USA og fór at lesa alisfrøði. Tá hann gifti seg bar til at skifta til verkfrøðingaskúla. Hann bleiv sivilverkfrøðingur í 88. Gudmundur sigur, at hóast hann kom úr [...] statinum Gudmundur fekk arbeiði á vegadeildini hjá statinum. Har var hann til 1991, tá hann tók av kærkomnum tilboð at flyta á brúgvadeildina í høvuðsstaðnum Sacramento. Har hevur hann verið síðani. Í flestu statum [...] Týsklands at læra málið, dró hugurin hann tvørtur um Atlantshav eins og hjá túsundtals evropearum í farnu øld. Hann sá eina grein um málskúla í USA og søkti um visum. Hetta var á páskum í 82. Fann ein skúla í
okkum. Hetta letur seg alt gera innan fyri eitt áramál, lat okkum siga 10 ár, men á fleiri økjum kann tað gerast fyrr. Tað, sum fyrst ræður um hjá okkum her á landi, er at fáa undirvísingina upp á eitt altjóða [...] heita á politikarar okkara um at fullføra hann. Herfyri spurdi ein av mínum kenningum meg, hví vit á Fróðskaparsetrinum ikki spurdu okkum fyri hjá onkrum stórum donskum universiteti, um tað ikki bar til [...] eitt mál, og at vit leggja eina ætlan fyri, hvussu vit skulu koma á mál. Fyrsta stigið móti hesum máli hava vit longu tikið. Lærararnir á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini hava tikið eitt stórt tak við at uppstiga
tíð fyri at seta seg inn í viðurskiftini. Vøkur oyggj Á ferðini í Føroyum var vitjað í Kolturi, Tjørnuvík og á Trøllanesi. Eisini vóru tey á vitjan á gørðunum í meginøkinum eitt nú í Norðadali og í Syðradali [...] eigarunum av donsku oynni Hjelm og er seyðamaður, hevur heimasíðuna www.sheep-isle.dk . Á heimasíðuni kunnar hann um seyðahaldið á oynni Hjelm og um seyðahald kring allan knøttin. Kjeld er ein eldsál, sum hevur [...] gongd í senn, og so nøkur eyka áhugamál mestsum fyri at fylla tíðina út. Tað er hann, sum hevur fingið ferðina til Føroyar í lag í samstarvi við norska blaðið Norsk Sau og Geit. Meiningin við ferðini var,
við Bólstein. Hann vaks upp hjá Hans Davidi, pápabeiggjanum og Kristiannu saman við Atla og Katrinu. Hans David var skipari á Mazeppu øll hansara barnaár, og var altíð hugnaligt at koma á gátt hjá teimum [...] og onkuntíð var lag sett til hesa ramsu. Á fyrsta sinni, tá ið farið varð í skúla, og henda ramsa varð hildin á lofti í skúlanum, vart tú professari á hesum øki. Hetta hevði tú lært uppi á Bólsteini í einum [...] hesum lívsins tangofetum. Soleiðis var eisini á Bakkanum fyri fimmti árum síðani.. Lívið á Bakkanum var tengt saman við skip, bátar, Bólstein, Garðarnar, Uppi á Stíggi, heimið, bakkafólk, kaina og Kolbrúnna
hoyra tey! Hann hevði sera góðan sjóhug, men foreldrini vildu hava at hann fekk sær arbeiði uppi á landi, og tey fingu hann inn á kontórið hjá sorinskrivaranum, har hann kom í oktober 1935. Hann var sera [...] tað sum hann kundi hugsað sær. Hann vildi út í náttúruna og á flot, og fór hann í sparikassan, so kom hann bara í eitt nýtt fongsul alt lívið. Hann segði tí nei takk, og Emil var sera bilsin. Hann var við [...] næstan ondina. Hann kom á landssjúkrahúsið og morgunin eftir var hann so mikið ressaður at hann kundi ringja til elsta bróðursonin og greiða frá tí sum hent var. Mánadagin eftir varð hann sendur á ríkissjúkrahúsið
verkamaður á landi tókst gubbin við alt arbeiði, sum var at fáa hendur á. Hann var á Kolinum, var skúrformaður fyri Glyvraberg og Hamranes, og tá ið flakavirkið kom til Hvalbiar, arbeiddi hann har. Hann gleddist [...] síni fylgi elskar hann; Tey teljast í mong túsund tal, Tó røktar hann øll líka væl. Sigvald hevði óvanliga gott skil á seyði og bar sjálvur sera stóran alsk til seyð og seyðahald. Hann var m.a. seyðamaður [...] Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Soleiðis man mongum hava runnið til hugs, tá ið boðini um, at okkara kæri gubbi og mammubeiggi ikki var komin aftur úr haga. Hann var sum so ofta