Tað er eitt samstarv millum heimasíðuna www.sheep-isle.dk og norska blaðið Norsk Sau og Geit www.nsg.no sum hevur ført Veroniku Seim Bech og mann hennara Thomas Bech til Føroyar í fýra dagar. Tey skuldu ferðast kring landið og seta seg inn føroyskt seyðahald.
Kjeld Malthe-Bruun, sum er ein av eigarunum av donsku oynni Hjelm og er seyðamaður, hevur heimasíðuna www.sheep-isle.dk . Á heimasíðuni kunnar hann um seyðahaldið á oynni Hjelm og um seyðahald kring allan knøttin.
Kjeld er ein eldsál, sum hevur 1000 ting í gongd í senn, og so nøkur eyka áhugamál mestsum fyri at fylla tíðina út. Tað er hann, sum hevur fingið ferðina til Føroyar í lag í samstarvi við norska blaðið Norsk Sau og Geit. Meiningin við ferðini var, at Veronika Seim Bech og maðurin Thomas Bech skuldi skriva og taka myndir av seyði, røktingarmønnum og øðrum til www.sheep-isle.dk og Norsk Sau og Geit.
Veronika er útbúgvin landbúnaðarfrøðingur á Noregs Landbrukshøgskule við sergrein í ekstensivum seyðahaldi í fjarskotnum økjum, og maðurin Thomas Bech lesur til arkitekt í Aarhus.
Hóskar til útbúgvingina
Seyðahaldið í felagshøgunum í Føroyum er júst tað, sum Veronika hevur sergrein innan frá Landbúnaðarháskúlanum, og tí lá tað henni á hjarta at sleppa hendan veg, eftir at hon fyri tveimum árum síðan hitti føroyingar á einum skeiði í Førde í Sogn og fjordane.
Hon tosaði við teir um seyðahaldið og fann út av, at hetta var júst tað, sum hon hevði lisið, hóast hon skrivaði sína serritgerð um líknandi seyðahald í hálendinum í Pakistan, har hon var í eina tíð fyri at seta seg inn í viðurskiftini.
Vøkur oyggj
Á ferðini í Føroyum var vitjað í Kolturi, Tjørnuvík og á Trøllanesi. Eisini vóru tey á vitjan á gørðunum í meginøkinum eitt nú í Norðadali og í Syðradali. Orsøkin til at tey vóru í júst hesum økjum var, at tey fingið sæð so ymiskt seyðahald sum til bar. Vistfrøðiligt seyðahald í Kolturi, ekstensivt seyðahald í Tjørnuvík og intensivt í Trøllanesi.
Fríggjadagin tann 21 apríl var vitjað í Kolturi. Á stuttu vitjanini í Kolturi greiddi Bjørn Patursson frá, hvussu oyggin var skipað.
Seyðahaldið í Kolturi er rættiliga sermerkt, tí seyðurin klárar seg fullkomiliga sjálvur, og av tí at oyggin er vistfrøðiligt øki, so fær seyðurin bert medisin, sum tað er neyðugt ella um djóralæknin mælir til at geva medisin. Hóast hetta er úrtøkan av seyðahaldinum í Kolturi rættiliga nógv betri, um sammet verður við m. a. ognarhagar, sum eru í kenning.
Felin áhugaverdur
Um kvøldi var farið til Tjørnuvíkar, har tey hittu Jógvan Magnusen, sum er ein av røktingarmonnunum í Sjeyndunum.
Hann greiddi frá, hvussu Sjeyndirnar vóru skipaðar og hvussu teir gjørdu, fyri at fáa sum mest burtur úr Sjeyndunum. Í Tjørnuvík er alt feli, og tað merkir eisini felagslívið í bygdini. Hetta er eitt rættiliga ókent fyribrigdi aðrastaðni, og als ikki vanligt eitt nú í Norra.
Tríggjar tímar av samrøðu fekk Veronika á upptakaran. Hetta skal so umsetast til orð á pappíri og skal í eitt av bløðunum hjá Sau og Geit í heyst.
Veronika Seim Bech slapp eisini at síggja tølini fyri tøkuna í Sjeyndunum. Hesi tøl eru gull verd, tí tey eru frá ár 1900 og til dagin í dag. Øll skipanin og øll tøkan í fleiri enn 100 ár er til skjals.
Tað letur seg gera
Leygardagin 22 apríl var vitjað í Trøllanesi hjá Bárði og Maud Østerø. Tað sermerkta við seyðahaldinum í Trøllanesi er, at úrtøkan er góð og lambatalið er sera høgt, um sammett verður við seyðahaldið aðrastaðni í landinum. Hetta er ikki av tí at tey hava betri bøð ella betri lendi, men tí at hugburðurin er øðrvísi enn aðrastaðni.
Í staðin fyri at drepa annað lambið hjá tvílembunum, so hava tey í staðin skipanina lægri og geva tvílembunum eyka.
Úrslitið sæst, og av somu orsøk er tað júst á Trøllanesi tú skalt leita fyri at síggja, hvussu tað ber til at fáa nógv burtur úr seyðahaldinum.
Tey vitjandi hildu tað vera sera áhugavert at síggja, hvussu tað ber til at fáa so nógv burtur úr, hóast seyðurin fær sera lítið at eta, um sammet verður við norskt seyðahald.
Góður túrur
Umboðini fyri www.sheep-isle.dk og Norsk Sau og Geit eru sera væl nøgd við úrslitini. Samstarvið millum www.sheep-isle.dk og Norsk Sau og Geit fer at vísa seg á tann hátt, at temaið á heimasíðuni www.sheep-isle.dk í 2006 er Føroyar. Eisini verður Føroyar í miðdeplinum í Sau og Geit restina av árinum.