Setbergbrøður byggja brýr í USA

Um tað var lagnan ella tilvildin, sum gjørdi, at Gudmundur og Høgni Setberg úr Havn, búsettu seg í USA og har fingu konu og børn og arbeiði, skal vera ósagt her. Men tað er ein sannroynd, at havnarbrøðurnir í dag hava fest røtur í amerikanska statinum California. Gudmundur, sum er tann eldri av teimum, stendur í dag á odda fyri brúgvaarbeiði fyri fleiri milliardir kr. í San Fransisco eftir jarðskjálvta í 1989.

1. partur

Tað er altíð forvitnisligt at hoyra um føroyingar, sum fóru í onnur lond at lesa og arbeiða og har møttu unnustu sína og tískil ikki komu heimaftur. Hetta hendi m.a. fyri tveir brøður í Havn, sum í dag báðir hava familju og eru búsitandi í USA.

Tey eru fýra systkin. Í dag býr Brynhild í Havn, Guðrun í Keypmannahavn og Gudmundur og Høgni í California. Foreldrini eru Arnfinnur og Jacobina Setberg. Soleiðis er veruleikin hjá familjuni Setberg í Havn.

Hvussu bar tað so til, at tvey av systkjunum endaðu í USA og skulu til at halda enn eini jól har! Tann spurningin settu vit Gudmundi, sum seinastu 25 árini hevur verið ”heimaífrá”. Hann býr í dag í lítla býnum Galt millum San Fransisco og Sacramento í California saman við konuni Chatarina, vanliga nevnd Kitty og tvíburasynunum Christian og Christoffer. Í grannalagnum býr eingin minni enn bróðurin Høgni við konu og trimum smábørnum. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so býr enn ein føroyingur í sama grannalagi, nevniliga Kristvør, dóttur Osvald Kjærbo í Havn.

Møtti konuni
Gudmundur er i dag 45 ár. Hann setti út í verðinskortið fyri skjótt 25 árum síðani. Eftir Hoydalar, bleiv matematiskur studentur í 1980, arbeiddi hjá Finn í Puntabyrgi eina tíð og fór so til Týsklands at læra málið, dró hugurin hann tvørtur um Atlantshav eins og hjá túsundtals evropearum í farnu øld. Hann sá eina grein um málskúla í USA og søkti um visum. Hetta var á páskum í 82. Fann ein skúla í Davis, nærhendis San Fransisco í California. Tá var tað, at framtíðin varð avgjørd. Gudmundur valdi at búgva hjá eini amerikanskari familju, meðan hann læs. Og lagnan ella tilvildin vildi tað so, at dótturin í húsinum gjørdist kona hansara.

Gudmundur fór heimaftur, tá skúlin varð liðugur, og seinni kom unnustan ein túr til Føroya. Í januar 1983 gjørdi hann so endaliga av at flyta til USA og fór at lesa alisfrøði. Tá hann gifti seg bar til at skifta til verkfrøðingaskúla. Hann bleiv sivilverkfrøðingur í 88. Gudmundur sigur, at hóast hann kom úr fremmandum landi, so var hann sera væl móttikin í heiminum hjá konuni, sum er útbúgvin lærari. Hann hevði ongantíð ætlað sær at flyta til USA, og tað mundi helst vera lagnan, sum vildi tað so.

Arbeiði hjá statinum
Gudmundur fekk arbeiði á vegadeildini hjá statinum. Har var hann til 1991, tá hann tók av kærkomnum tilboð at flyta á brúgvadeildina í høvuðsstaðnum Sacramento. Har hevur hann verið síðani.

Í flestu statum í USA standa privat fyri projektering ol. Men orsakað av korruptiónini gjørdi California av, at tað mesta av slíkum arbeiði skuldi gerast av tí almenna, tvs. landsverkfrøðinginum har. Soleiðis at 75% av projekterings- og anleggarbeiði í dag verður gjørt av tí almenna. Hini 25% tekur tað privata sær av.

Gudmundur man hava verið sera dugnaligur, tí í dag stendur hann á odda fyri stórum umvælingararbeiði í San Francisco, har hann er ”chief” verkfrøðingur fyri einum brúgvaprojekti fyri millum 2 og 3 mia. kr. Talan er um San Francisco-Oakland Bay Bridge, sum fekk stóran skaða undir jarðskálvtanum í 1989. Hann hevur í dag drúgvar royndir við at umvæla skaddar brýr eftir jarðskjálvtar og ber heitið jarðskjálvtaverkfrøðingur. Hetta hevur verið bæði spennandi og strævið arbeiði. Hann vísir á, at tað er eingin fullkomin trygd móti jarðskjálva, men brúgvarnar eru 20 til 30 ferðir betri fyri í dag enn fyrr. Tað koyra 285.000 bilar eftir San Francisco-Oakland Bay Bridge hvønn dag. Teir vera so lidnir í 2009, og tá fara teir longur norður í statinum at arbeiða.

Høgni eisini í Amerika
Gudmundur er ikki einsamallur Setbergari í California. Bróðurin Høgni hevði ongan hug at fara til Danmarkar at lesa eftir Hoydalar. Gudmundur segði honum, at hann var vælkomin yvir til California. Og hann so gjørdi og fór eins og Gudmundur nógv ár frammanundan til Davis at ganga í skúla. Eisini hann fekk sær amerikanska konu. Gudmundur minnist hetta so sera væl. Fótbóltsdystur var ein leygardag, og Høgni var so óheppin at bróta beinið. Ella kanska heppin. Hann hevði onga sjúkratrygging, og tá sjúkrabilurin varð boðsendur, helt bilførarin fyri, at fekk Høgni onkran annan at koyra, so spardi hann einar 400 dollarar. Beint har við stóð ein ung genta, sum tókti synd í hesum unga manninum og beyð hon sær til at koyra hann á sjúkrahúsið. Áfast varð, og í dag eru tey hjún og búgva tey eisini í Galt. Høgni er 35 ár og útbúgvin verkfrøðingur. Hann arbeiðir eisini hjá statinum eins og Gudmundur. Enn ein føroyingar býr har. Tað er Kristvør Kjærbo, sum flutti úr Føroyum saman við manninum Joe nøkur ár herfyri. Teimum dámdu so væl í Galt eftir vitjan har, at eisini tey gjørdu av at seta seg niður har.

Heimlongsul
Hóast Gudmundur er sera glaður fyri tilveruna í California, so hevur hann ongantíð slept tankanum at koma aftur til Føroya. Vanliga arbeiðir tú til 60 ára aldur. Gudmundur heldur tað kundi verið ein møguleiki at flutt aftur til Føroya tá, verið her um summarið og í California um veturin. Kitty og Gudmundur hava annars verið í Føroyum nærum annaðhvørt summar. Konan og dreingirnir dáma sera væl í Føroyum. Konan er fiskiklógv og dámar eins og maðurin sera væl at fara á flot. Tað, sum Gudmundur saknar mest heimanífrá, er umframt familjuna og matin, tað føroyska veðrið. –Tað kann onkur halda er løgið, men mær hevur altíð dámt kaldari klima, hóast tað er í so nógv avfall í Føroyum.

Hvat gongur so frítíðin við! Gudmundi dámar væl at putlast rundan um húsini. Honum dámar eisini væl at ganga í haganum og annars at ferðast. Hann heldur sjálvur, at tað er gott at vera føroyingur í USA. Amerikanarar eru sera fittligir, og hann hevur verið sera væl móttikin. 25% av ølllum hann arbeiðir saman við eru úr einum øðrum landi. Tú merkir ongantíð nakað til trupulleikar av at arbeiða saman við fólki úr einum øðrum landi. Einasta forðingin er málið. Kortini klárar man tað altíð.

Irak og politikkur
Gudmundur fylgir væl við í politikki men hevur ongantíð viljað bundið seg til nakran ávísan flokk. Hann viðgongur, at hann er rættiliga konservativur. Hevur alla tíðina tikið undir við krígnum í Irak. –Eg havi ongantíð trúð, at har fór at blíva nakað veruligt demokrati. Havi tó hildið, at vesturlond hava havt eina moralska skyldu at sleppa av við Saddam Hussein. Tá tú hevur gjørt av við eina hálva millión av tínum egnu, so er tíð uppá at fara.

Higartil hevur Gudmundur ikki fingið eygað á nakað gott valevni at taka við eftir Bush, úr hvørgum av flokkunum. Hann er t.d. ikki Hillarysa maður, tí sum hann málber seg, so hevur hon longu verið forseti. Gudmundur heldur, at guvernørurin í California, Arnold Schwartzenegger, hevur klárað seg væl og hevur m.a. víst seg at hava góð evni at fáa fólk at samstarva. California er eitt av ríkastu londunum í heiminum. Tey seinastu 10 árini hevur staturin havt undirskot, hvat ikki er hent fyrr. Størsti trupulleikin í løtuni eru øll arbeiðsplássini, sum flyta úr statinum.

Mangt er øðrvísi í California samanborið við heima. Amerikanarar duga væl at fáa tingini at koyra uttan, at man skal betala so nógv í skatti. Í dag rindar tú eini 25% í skatti. Men hevði tað ikki verið betri at goldið meira skatt og fingið fleiri vælferðartænastur spurdu vit? -Tað er rætt. Men oftani fara skattapengar til tað tú ikki hevur brúk fyri. Eg skal tó viðganga, at tað hevði kanska verið betri, um tænastur í sjúkraverkinum vóru almennar. Ì dag er sjúkraviðgerð mest privat. Her kundi USA at lært av Norðurlondum td. At skattur verður brúktur til at dekka øll á hesum øki haldi eg vera rætt. Og tað er so smátt at farið verður tann vegin í California. Nú byggir hvør sýsla sítt sjúkrahús.

Fingið gott í beinið
Gudmundur hevur góð orð at bera sínum nýggju landsmonnum. -Amerikanarar arbeiða sera hart og effektivt. Men tað er eisini ein sannroynd, at føroyingar gera nógv burturúr at gera gott arbeiði. Bæði heima, í skúlanum og allastaðni eg arbeiddi í Føroyum var stórur dentur lagdur á at gera snøgt og dygdargott arbeiði. Hetta er nakað, sum eg haldi á ein vissan hátt er bygt inn í tann føroyska kulturin, men er nakað, sum kanska manglar eitt sindur vestan hav. Henda upplæringin er ofta komin væl við hjá mær, og eg eri sera takksamur fyri øll tey, sum á so mangan hátt, beindu meg á rætta leið hesum viðvíkjandi. Onki er sum ein bøtandi hond og eitt gott orð í rættari tíð.

Nú tað var hugurin at lesa, sum fekk Gudmund til USA, vil hann eisini mæla ungum føroyingum í dag at fara til USA at lesa. -Føroyingar hava lært nógv av at fara út í heimin at arbeiða, fiska og sigla við fremmandum skipum. Vit kunnu læra nógv av at fara aðrastaðni enn bara til Danmarkar at nema okkum útbúgving. Tað er eisini lættari at koma til USA í dag, tí tú fær nógvan stuðul.

Fylgir gongdini heima
Gudmundur fylgir eisini væl við politisku gongdini heima. –Eg havi altíð verið sjálvstýrismaður, men vit mugu taka sjálvstýri so við og við. Mugu ikki leypa framav. Hann heldur tað verður stór broyting, um vit finna olju. Økonomiskt verður tað gott, men spurningurin er, um Føroyar verða tað sama tá. Hann heldur avgjørt ikki, at Føroyar skulu fara uppí ES. -Nú havi eg búð í stórum samveldi sum USA, her er gott at vera, men tað er ikki gott at vera útjaðaraøki. Tú fellur púra niðurímillum. Sama verður við Føroyum, um man fer upp í ES.

Tað eru 15 ár, til Gudmundur verður pensioneraður. -Kanska oljan er komin til ta tíð, so hvør veit, um man ikki fer at fáa eitt bein innan fyri har. Her er sera gott at búgva, havi góða konu og børn, men heimlandið dregur. Tað livur altíð ein dreymur at sleppa heimaftur. Tá fólk fluttu til USA fyrr var tað oftani av neyð. So var ikki hjá mær. Tað er eitt sindur hart at flyta frá øllum. Men man gongur so við tí í høvdinum, at man flytur heimaftur onkran dagin í framtíðini.

Gudmundur hevur boðið verforeldrunum at halda jól hjá sær, konuni og børnunum. Tey halda so jólini jólaaftan, uppá føroyskan máta. Amerikanarar halda jól jóladag. Tey fáa ikki gás men kalkun, sum er sera góður jólamatur. Gudmundur letur heilsa øllum heima.

(2. partur kemur í Sosialin millum jól og nýggjár. Tá tosa vit við Gudmund um tað krevjandi men eisini spennandi arbeiðið sum jarðskjálvtaverkfrøðingur í hesum eina av heimsins mest útsettu jarðskjálvtaøkjum.)