stóru trætumálunum í Føroyum í nýggjari tíð, verður avgreitt. Tað er spurningurin um, hvønn rætt fólk skulu hava til at ferðast í náttúruni. Hetta er ein ósemja, sum serliga tók seg upp fyri nøkrum árum [...] samgonguna um, at tað bar ikki til at finna semju ímillum partarnar og har liggur málið so nú. Hann sigur, at nú verður tað samgongan, sum má fáa greiði á, hvussu farast skal fram. Síðani hevur samgongan [...] semju um loysa nakrar av trupulleikunum. Og ósemjan er stór. Høvuðsósemjurnar eru um, hvønn rætt, fólk skulu hava til at fara í hagan yvirhøvur, og um tað skal vera ókeypis hjá fólki a fara í hagan, ella
nógv at byggja á, og hugaligt er tað, at kappingin um at vera millum teir fyrstu ellivu er stór. Nú skulu vit spæla á Argjum, og tað er avbjóðing, sum vit vóna fer at bera trý stig við sær, sigur 07 Vestur [...] restaðu 17 minuttir. -Tað er nógv nýtt fólk, og vit arbeiða støðugt við at menna felagsfatanina og við at fáa samanspælið at rigga. Verjuparturin er týdningarmikil, og nú ræður um at fáa tyngd í álopspartin [...] Hentze. Hjá AB eru Jobin Drangastein og Rógvi Poulsen skaddir. Tað hevur verið bíðað eftir, at loyvini skulu koma upp á pláss hjá Erik McCue og Franco Burset.
fjør eydnaðist serstakliga væl, og útlit eru til eitt enn betri tiltak í summar. - Vit kundu hava 500 fólk í fjør sambært koronu-tilmælunum, og tiltakið varð útselt. Í ár hava vit sett 800 atgongumerki til [...] fara nógvir forvitnisligir og spennandi bólkar og einstaklingar á pall. Millum bólkarnar verður eitt nú country-kongurin, Hallur Joensen, Bjarki Hansen, Lena Andersen, Jens Marni Hansen, Terji Rasmussen [...] tónleikatiltakið í Nólsoy skuldi gerast so ovurhonds stórt, tí fremsta mál hjá fyrireikarunum er, at øll skulu hava tað hugnaligt. Brian Hansen sigur, at fyrireikararnir hava tryggjað sær, at SSL viðvirkar til
Til býlingin á Fløtum eru slakir 900 metrar. Fólk hava í stórum tali klagað um nýtt asfaltverk í Farremosen í Allerød, hóast frástøðan er um 900 metrar. Fólk hava kvalma, svimbul, skriða í hálsinum og høvuðpínu [...] treytir í uppskotinum. Er Landsverk er ført fyri at lúka tær? Ella verður mannagongdin sum vanligt, at nú er so nógvur peninngur nýttur, at tað vendist ikki aftur. Sektin á umhvørvi, lukt, trivna og - kanska [...] at leingja leigusáttmálan 24. februar. Men øll mál, sum hava samband við gomlu Kaldbaks kommunu, skulu leggjast fyri ta staðbundnu kaldbaksnevndina. Hoyringstíðin, nevndin fekk, var tveir yrkadagar. Hon
tey flestu hava telefonina við hondina, tá ið tey fara frá húsum, siga Talgildu Føroyar. Tey siga, at nú er kanningin liðug og úrslitið er, at tann besta loysnin hevði verið at ment eina app til fartelefon [...] í sambandi við kanningina hava tey verið í samband við nógvar partar, sum javnan hava brúk fyri at fólk eyðmerkja seg, bæði kommunur, Rúsuna, Strandferðsluna og Apotekið. Og tey hava stóran áhuga fyri at [...] fáa eitt talgilt borgarakort, sum ger tað lættari hjá fólki at eyðmerkja seg. Tey siga, at ætlanin skulu allir hesir partarnir fíggja talkilta koyrikortið og borgarakortið í felag, og at tey helst fara undir
halda tey í Framsókn. Og tey halda eisini, vanligir handlar skulu fáa øl og vín at selja. Tey halda somuleiðis, at matstovur og skeinkistøð skulu sjálvi sleppa at innflyta øl og vín. Her hugsa tey um vín [...] er upp til 22 prosent og sum vanliga verður drukkið afturvið mati. Og nú hava tey eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta so nú skal Løgtingið taka støðu til málið. Teir báðir tinglimirnir í Framsókn [...] ikki vaksin, sum nógv annars stúrdu fyri. Hinvegin er drekkimentanin broytt til tað betra, tí nú keypa fólk í nógv størri mun øl og vín, enn tey keypa brennivín. Vit eru farin frá at keypa nøgd til at
sær, at 3,5 mia. kr. verða avsettar árliga í 2022 og 2023 sum ein reserva til verjumál, og at danir skulu til fólkaatkvøðu um verjufyrivarnið 1. juni í 2022. Harumframt hava partarnir bundið seg til komandi [...] BTÚ til verjumál. - Yvirskipað haldi eg, at tað er gott og neyðugt, at Danmark tekur hesi stigini, nú vit fyri fyrstu ferð í áratíggju hava eitt opið kríggj millum lond í Evropa. Men alt, sum Danmark ger [...] Føroyar. Tí vil eg gjarna vita meira um hesi tingini. Serliga um landsstýrið bleiv hoyrt ella kunnað, nú stjórnin tekur so drastisk stig. Síðani 1994 hevur Danmark havt eitt verjufyrivarni, sum hevur inniborið
abbabørnini skulu sjálvandi røkjast – og tað fært tú tíð til nú. Eg havi hoyrt, at tú ert óførur at dansa – tað fært tú so eisini stundir til nú, uttan at hugsa um at skula rætta stílar ella at skulu uppaftur [...] so finna teg í at vera mittpunkt sjálvur – og tað er í evstu løtu, nú tú rýmir frá okkum. Seinasti arbeiðsdagur hjá tær er í dag, so nú mugu vit øll royna at gera dagin so hugnaligan fyri teg sum gjørligt [...] Vit eru sera takksom fyri alt, sum tú hevur givið skúlanum. Men tú hevur nú tikið títt tørn, so tað skal vera tær væl unt, at tú nú mynstrar av og sleppur at taka tær av løttum saman við tínum. Túsund takk
fakligu góðsku til okkara børn og fólk annars, sum tørva tænastu. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi hvussu tað ber til, at vit góðtaka at okkara børn, og okkara veikastu borgarar skulu liva við hesum? Vit eiga ikki [...] og støðan tykist kaotisk. Hetta er ein negativ ringrás, sum má broytast. Tí leggja vit í Tjóðveldi nú aftur uppskot fram um at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Seinast vit løgdu tað fram varð sagt at landsstýrið [...] námsfrøðiligu størvini, og at vit á ongan hátt liva upp til lógina um hvussu nógvir námsfrøðingar skulu vera á dagstovnaøkinum. Tað manglaðu 335 námsfrøðingar bara til at liva upp til dagstovnalógina.
hátt arbeiða til frama fyri øktum kvinnurættindum. Politiski veruleikin talar sítt greiða mál, nú vit aftur skulu dragast við eitt mansstýri í Tinganesi. Vit skriva 2022, men í Føroyum er hetta tíverri ikki [...] um íkomnu støðuna tróta ikki. Jenis og Bill skulu eiga, at teir á hesum økinum eru greiðir. Teir hava fyri nógvum árum síðani boðað frá, at kvinnur helst skulu taka sær av húsi og heimi, men at tær annars [...] treytaður av kromosomum. Ússaligastur er tó løgmansflokkurin, tí heilar 3 ferðir hevur løgmaður valt sítt fólk til landsstýrið, og heilar 3 ferðir hevur hann megnað kategoriskt at hildið kvinnunum uttanfyri, hóast