Samgongan sett ein bólk at greiða fløkjuna

Ósemjan um rættin hjá fólki at ganga í fjøllunum, er so stór, at nú má samgongan loysa trupulleikan

Enn er óvist, nær ein av teimum heilt stóru trætumálunum í Føroyum í nýggjari tíð, verður avgreitt. Tað er spurningurin um, hvønn rætt fólk skulu hava til at ferðast í náttúruni. Hetta er ein ósemja, sum serliga tók seg upp fyri nøkrum árum síðani tá ið ferðavinnan av álvara fór at taka seg upp – og ósemjan verður bara størri og størri so hvørt sum ferðavinnan veksur.

 

Tá ið hendan samgongan varð skipað í september í 2019, setti samgongan sær fyri at loysa málið. Men tað varð skrivað í samgonguskjalið, at málið skuldi loysast í semju ímillum allar partar. Í samgonguskjalinum stendur: Funnið verður fram til eina semju millum jarðareigarar/festarar og ferðavinnuna saman við lands- og kommunalum myndugleikum at skipa ferðing í náttúruni á burðardyggum grundarlagi og at samskipa gjøld og annað, soleiðis at ferðavinnan hevur støðugar og tryggar karmar at arbeiða undir.

 

Men samgongan hevur undirmett trupulleikan, tí Helgi Abrahamsen, sum var landsstýrismaður á økinum, kláraði at finna hesa semjuna. Síðsta summar fór Helgi Abrhamsen frá sum landsstýrismaður og ein av høvuðsuppgávunum hjá eftirmanni hansara, Magnusi Rasmussen, var nettupp at fáa semju um málið.

 

Men herfyri mátti hann eisini kasta handklæðið í ringin og ásanna, at tað bar ikki til at ganga orðunum í samgonguskjalinim á møti. Tí kunnaði hann samgonguna um, at tað bar ikki til at finna semju ímillum partarnar og har liggur málið so nú. Hann sigur, at nú verður tað samgongan, sum má fáa greiði á, hvussu farast skal fram. Síðani hevur samgongan sett ein bólk við einum umboði úr hvørjum flokki at loysa málið. Magnus Rasmussen sigur, at eingin tíðarfreist er sett á, men at bólkurin hjá samgonguni fær tað tíð, ið krevst.

 

Ein máti er at hóast tað ikki ber til at finna eina heildarloysn, kundi tað kanska borið til at funnið semju um loysa nakrar av trupulleikunum. Og ósemjan er stór. Høvuðsósemjurnar eru um, hvønn rætt, fólk skulu hava til at fara í hagan yvirhøvur, og um tað skal vera ókeypis hjá fólki a fara í hagan, ella ikki.