Hóast talan bara er um annað umfar, so verður uppgerðin á Argjum seinnapartin roknað at vera sera týdningarmikil í kappingini fyri stríðið í botninum.
07 Vestur er gestur hjá AB. Felags fyri bæði liðini er, at tey í fyrsta umfari taptu ímóti liðum, sum í fjør endaðu á heiðursmerkjaplássum.
07 Vestur var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, áðrenn tað endaði við, at Víkingur vann 3-2.
-Fyrsta tíman var eingin munur á liðunum. So vísti tað seg, at víkingarnir eru betri samanspældir, og at teir hava fleiri royndir í fremstu røð. Vit royna at ansa eftir, at talan ikki er um persónig mistøk, og hjá okkum var nógv at byggja á, og hugaligt er tað, at kappingin um at vera millum teir fyrstu ellivu er stór. Nú skulu vit spæla á Argjum, og tað er avbjóðing, sum vit vóna fer at bera trý stig við sær, sigur 07 Vestur hjálparvenjarin Tór-Ingar Akselsen.
Miðverjin Dann Fróðason var ikki við ímóti Víkingi, tí hann var skaddur, og vongverjin í høgru Mathias Voss var ikki við í seinna hálvleiki, tí hann var skaddur.
AB tapti sunnudagin 3-1 á heimavølli ímóti HB, sum legði seg á odda 2-1, tá ið tað restaðu 17 minuttir.
-Tað er nógv nýtt fólk, og vit arbeiða støðugt við at menna felagsfatanina og við at fáa samanspælið at rigga. Verjuparturin er týdningarmikil, og nú ræður um at fáa tyngd í álopspartin, segði AB venjarin Sámal Erik Hentze.
Hjá AB eru Jobin Drangastein og Rógvi Poulsen skaddir. Tað hevur verið bíðað eftir, at loyvini skulu koma upp á pláss hjá Erik McCue og Franco Burset.










