Seinni í ár verður helst farið undir arbeiðið at menna eina app, sum bæði kann vera eitt talgilt koyrikort og eitt talgilt borgarakort. Tað boða Talgildu Føroyar frá í einum tíðindaskrivi í dag.
Tey siga, at seinasta summar fóru Talgildu Føroyar og Akstovan at kanna møguleikarnar fyri at útvega føroyingum eitt talgilt koyrikort.
– Í 2019 fingu 128 bilførarar 700 krónur í bót frá løgregluni fyri ikki at hava koyrikortið hjá sær. Hetta høvdu teir óivað sloppið undan, hevði eitt talgilt koyrikort verið tøkt, tí tey flestu hava telefonina við hondina, tá ið tey fara frá húsum, siga Talgildu Føroyar.
Tey siga, at nú er kanningin liðug og úrslitið er, at tann besta loysnin hevði verið at ment eina app til fartelefon, sum bæði kann vera talgilt koyrikort, og talgilt borgarakort, sum heild.
Tey siga, at í sambandi við kanningina hava tey verið í samband við nógvar partar, sum javnan hava brúk fyri at fólk eyðmerkja seg, bæði kommunur, Rúsuna, Strandferðsluna og Apotekið. Og tey hava stóran áhuga fyri at vit fáa eitt talgilt borgarakort, sum ger tað lættari hjá fólki at eyðmerkja seg.
Tey siga, at ætlanin skulu allir hesir partarnir fíggja talkilta koyrikortið og borgarakortið í felag, og at tey helst fara undir arbeiðið at menna appina seinni í ár.