høvdu hvør sína dagsskrá, sum viku rættiliga langt frá hvørja aðrari. Dan førdi onki fram í valstríðnum, sum var til frama fyri fiskimannin. Eg skrivaði 3 stuttar greinar, har ein av greinunum var eitt aftursvar [...] løgtingsval, um tann ágang, sum var førdur móti okkum. Endurgevi eina stutta grein, sum var skrivað tá -Eg hoyrdi í einari útvarps-framløgu, at tjóðveldisflokkurin lýsti seg sum fiskimanna og verkaflokk burturav [...] velja ein breyðpolittikara, og teir yvast ikki í, hvør hevur hjarta fyri teimum. PS. Dan eg hoyri, at tú nýtir tann gamla sjómannamátan, at enda ein samtalu millum skip. Tú og Óli hóska væl saman sum søg
av eginognini tann sama í 2007 sum í 2006 hevði tað bent á ein kurs omanfyri 200, heilt nágreiniligt 223. - Hetta úrslitið skal tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí ein munandi partur av góða 2006 úrslitinum [...] 189, fáar dagar seinni kunnu selja aftur til ein munandi hægri kurs. Tey kunnu altso gera ein skjótan og góðan handil. Nú eru nakrir danskir íleggjarabankar, sum ávara móti partabrøvum, og summir mæla beinleiðis [...] rættað upp aftur, og tey sveiggj, sum síggjast í kursunum, er fyri tað mesta tað, sum á fakmálinum verður nevnt fyri korrektiónir. Kursurin á partabrøvunum í Føroya Banka er sum nevnt settur til millum 162 og
siga ikki, um týsdagur er ein so góður dagur at velja sær. Men vit fáa sjálvandi at síggja, sigur hann. PF Elmar Zachariassen er ein fyritøka, sum tekur sær av øllum flutningi, sum er. Bæði maskinur, lastbil [...] fer at verða ein fyrimunur fyri øll virkini. - Um vit nú eru bíligari enn ein møgulig fiskaflutningsfyritøka hevði verðið, so hevði tað jú ikki verið ein fyrimunur fyri tey virkini, at ein tílík fyritøka [...] pørtum. - Ein tílík koyring javnar arbeiðsbýtið í vikuni út, tí at vit hava sum oftast nógv at gera seinnapartarnar av vikuni, tí tá byrjar avskiping og tílíkt, meðan Føroya Bjór koyringin oftast liggur fyrrapartin
Borgarstjórin sigur, at ein íløga verður heilt vist gjørd til ein barnagarð í næstu framtíð, og í útstykkingini er eisini gjørt pláss fyri barnagarði og skúla. ? Ein og hvør, sum hevur hug kann søkja um [...] alsamt vaksandi sambært borgarstjoranum í kommununi, Annfinni Brekkstein. ? Vit hava ein bíðilista á gott 70 fólk, sum ynskja at koma til Velbastaðar at byggja. Nú hava vit so lagt eina byggiætlan 10 ár [...] sæst jú aftur á skúla- og barnagarðsvøkstrinum. ? Tað, sum eg haldi er ógvuliga gleðiligt er, at her eru nógv ung fólk. Meginparturin av fólkinum, sum býr her er millum 0 og 45 ár, sigur Anfinn Brekkstein
Veljarakanning Seinasta veljarakanningin í røðini, sum Fregnir hevur staðið fyri, varð almannakunngjørd hósdagin. Kanningin hjá blaðnum vísti, eins og kanningin hjá Útvarpi Føroya, at Sambandsflokkurin [...] Tjóðveldisflokkurin fara at fáa umboðan á fólkatingi eftir valið 20. november. -Kanningin skal metast sum ein støðumynd, og sjálvandi eiga eisini fyrivarni at verða tikin, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur [...] sama úrslit sum við kanningini um fólkatingsvalið. Hevði løgtingsval verið, so metir kanningin, at Javnaðarflokkurin við 27,5% hevði verið størsti flokkur, og Tjóðveldisflokkurin, við 26,6%, eins og Javna
økið kemur undir umráðispartin A3, og ?at ein serætlan verður gjørd fyri økið Berjabrekka 3... byggistig við ásetingum, sum í mesta lagi loyva slíka bygging, sum ætlanin er at byggja, sambært verkætlanini [...] dagfest 21. august 2002, sum gerðabýti, og at endarligu víddirnar verða reguleraðar, tá matrikuleringin er farin fram. ?at dagstovnurin undir Brúnni fær nýtslurættin til økið, sum liggur millum stovnin og økið [...] var rætt at taka av spæliplássinum hjá barnagarðinum, og tað standi eg framvegis við í dag. Men sum ein kann lesa frá fundarsamtyktum í býráðnum, eru reguleringar farnar fram, so at nýggjar tekningar og
framsøgukvinna í orkumálum fyri Tjóðveldi, koyrir grønt til tey mongu tiltøkini, sum eru kring landið. Tingkvinnan koyrir í elbili, sum einki dálkandi CO2-útlát sendir út í náttúruna. Tá Bjørt fyrstu ferð stillaði [...] vit eru umgyrd av – sum vindi, vatni, sjóvarfalli og enntá sólini. Elbilar hóska sera væl í Føroyum, tí avstandirnir eru stuttir, og teir kunnu nýta part av teirri yvirskotsorku, sum annars fer fyri skeytið [...] teirra eru uppskot um at gera skipanir, sum eggja húsarhaldum at fáa sær grønar orkuskipanir at hita sær húsini, tí upphitingin telist millum størstu oljuslúkar, eins og umráðandi er at fáa tað almenna og
Eins og tað er hjá kvinnunum, so eru tað nummar eitt og nummar tvey í landskappingini hjá monnum, sum bresta saman, tá steypafinalan hjá monnum skal avgerast leygardagin. Mjølnir liggur á fyrstaplássi [...] líka nógvum dystum. Hyggja vit so yvirlitinum yvir finaludystirnar, sum verða leiktir um vikuskiftið, so síggja vit, at einki av tí, sum er galdandi á kvinnusíðuni, er galdandi á manssíðuni. Menninir og [...] gera uttanífrá, og akkurát har er ein ávísur munur. Nógvar steyparoyndir Tá tað kemur til at spæla steypafinalur, so eru tað tvey av teimum heilt royndu steypaliðunum, sum bresta saman í Høllini á Hálsi
eftirmetast og endurskoðast fyri at kunna fremja ein meira virknan bústaðarpolitikk. Búskapargrunnurin: má ikki koma framum vælferðarsamfelagið og enda sum “ein heiløg kúgv”. Undirsjóvartunnilin: Landið setur [...] kosta. Tað sæst í 18 punkts upplegginum, sum flokkurin hevur sent samgonguni. Tó so hevur Jenis av Rana sagt við Kringvarpið, at tað eru ikki øll punkt her, sum eru ófrávíkilig krøv - tað eru einans sp [...] Samgonguleiðararnir fundast um støðuna í dag Skrivið, sum Miðflokkurin hevur sent til samgonguna, sæst her í fullum líki: Landsstýrisfólk: Miðflokkurin fær, eins og hinir samgonguflokkarnir, møguleika frá byrjan
Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum. Rottan er ein ring plága kring landið og í fleiri mánaðir hevur landsstýriskvinnan boðað frá, at ein nýggj kunngerð skulud setast í gildi við tí endamáli at [...] fyri nøkrum døgum síðani vildi Helgi Abrahamsen, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri Sambandsflokkin, hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvar málið liggur. Hann spurdi stutt og greitt: Nær kann roknast [...] aktingarfólk at røkja skyldurnar hjá kommununi á hesum øki. Øll, sum eiga, ella leiga fasta ogn í bygdum og í óbygdum, og tey, sum hava skip og bátar á sjónum, skulu tryggja, at rotta hvørki sleppur