Valferðing við null CO2

Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í orkumálum fyri Tjóðveldi, koyrir grønt til tey mongu tiltøkini, sum eru kring landið. Tingkvinnan koyrir í elbili, sum einki dálkandi CO2-útlát sendir út í náttúruna.

Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í orkumálum fyri Tjóðveldi, koyrir grønt til tey mongu tiltøkini, sum eru kring landið. Tingkvinnan koyrir í elbili, sum einki dálkandi CO2-útlát sendir út í náttúruna.

 

Tá Bjørt fyrstu ferð stillaði upp, lovaði hon at arbeiða miðvíst fyri, at Føroyar skuldu gerast eitt land, rikið við grønari orku. Varandi orka og grønur búskapur er eitt av týdningarmiklu málunum, sum Tjóðveldi arbeiðir fyri, og ætlar flokkurin at gera nógv við hesi mál, tá vit koma til valdið.

 

-       Vit mugu gera nógv meira fyri skjótari at fáa gangnýtt tað ríkidømi av grønari orku, vit eru umgyrd av – sum vindi, vatni, sjóvarfalli og enntá sólini. Elbilar hóska sera væl í Føroyum, tí avstandirnir eru stuttir, og teir kunnu nýta part av teirri yvirskotsorku, sum annars fer fyri skeytið í vindorkuframleiðsluni, sigur Bjørt.

 

Tingkvinnan hevur vegna Tjóðveldi lagt eina røð av “grønum orkuuppskotum” fyri Løgtingið. Uppskot um at seta ferð á menningina av grønari orku til gagns fyri húsarhald og vinnu. Millum teirra eru uppskot um at gera skipanir, sum eggja húsarhaldum at fáa sær grønar orkuskipanir at hita sær húsini, tí upphitingin telist millum størstu oljuslúkar, eins og umráðandi er at fáa tað almenna og vinnuna at hita bygningar sínar við varandi orku. Uppskot um skipan at eggja skipaflotanum at gera íløgur í umhvørvisvinarliga tøkni, og um at fáa sett løðistøðir til elbilar upp kring alt landið, og avgjaldsskáa til umhvørvisvinarligar bilar, hevur flokkurin eisini lagt fram. Tíverri hevur undirtøka ikki verið í samgonguni fyri hesum átøkum, tó at uppskotini hava fingið nógv góð orð við á vegnum.

 

-       Tøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð. Leafurin her koyrir góðar 100-120 km uppá løðingina, so, eg løði bilin javnan um náttina. Men, so leingi ongar snarløðistøðir eru kring landið, er tað ov møtumikið, skalt tú ferðast langt. Nýggjaru elbilarnir kunnu tó koyra nakrar 100 km uppá eina løðing, og tá gerst tað heila munandi lættari. Tí vóni eg, at ein nýggj samgonga fer at taka undir við teim uppskotum, vit hava lagt fram á orkuøkinum, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Tingkvinnan fegnast um tey framstig, sum eru hend á elorkuøkinum, har SEV og eisini privat hava tikið stór tøk. Men, elorka er bert ein avmarkaður partur av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum. Framvegis koma um 90 % av teirri orku, vit nýta, frá oljuni. Her eru tað serliga skipaflotin og upphiting av húsum, sum krevja nógva olju. So, Føroyar eru enn bert 10% grønar í orkuhøpi, so her skulu stór og tung tøk takast. Tingkvinnan er nú vorðin sera ótolin eftir, at landið lyftir sín part av uppgávuni:  

 

-       Nú mugu vit fáa eina samgongu, sum veruliga vil seta ferð á menningina av grønari orku. Eitt ríkidømi fyri hvør einasta hús og heim, fyri vinnuna og fyri samfelagsbúskapin, liggur framvegis og bíðar eftir okkum, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

 

Hetta loysa vit saman!