seinna venjingin hósdagin skuldi vera klokkan 17.30. Tá tað seinnapartin var greitt, at teir tríggir, sum orsaka av plásstroti í flogfarinum ikki vóru komnir úr Danmark, ikki fóru at vera á Toftum fyrrenn [...] Millum síðstu spælararnar á Svangaskarði var Julian Johnsson. Hetta er fyrsta ferðin, at hann er heima á klettunum í landsliðsørindum, síðani hann flutti úr Sogndal og til Hull. Hóast hann flutti úr bestu [...] norsku deildini og í fjórðu bestu eingilsku deildina, so er Julian fegin um, at hann fór: ? Fyri meg sum persón, og eisini lønarliga og ítróttarliga hevur flytingin verið góð. Tað er spennandi at royna at
inn yvir aftur landið settust á tær feitastu røkurnar feitilendini vórðu fullsett skræddu alt í seg sum fyri var og meir afturat vit standa bert og hyggja dølskir og dovnir áskoðarar líkasælan valdar okkara [...] teirra avkom kunnu skalta og valta við fólksins ogn okkara ogn tilfeingi á sjógvi og landi vinnutólini sum teimum lystir til felagsskapin ikki eitt oyra gjalda løgið, líkasælt og sjálvsøkið fólk frálík gró [...] ugsjónini? køvd í materalismunnar valdi ! jú sanniliga spekulantarnir hava fríar ræsur. sníkjandi sum sóttin innar í hvørja kroysu neyðtaka og eyðræna alt á teirra ferð saman við teirra útvalda fylgi nú
úr Norra. Talan er um fyrrverandi Gullfinnur, bygdur í 1979, og sum var í føroyska flotanum í áttatiárunum. Skipið hoyrir í dag heima í Norra, og ber navnið Storeknut. Hóast Storeknut bara er eitt ár [...] søluprísurin liggur niðanfyri hetta virði. Anfinn Olsen vísir á, at prísurin á lítlum og gomlum nótaskipum sum heild er lágur í løtuni, og kemst hetta av, at flestu ynskja nýggjari og størri skip. Tí eru nógv smærri [...] Fiskimálaráðnum. Reglurnar siga, at Fiskimálaráðið skal geva innflutningsloyvi til øll fiskiskip, sum koma til landið. Andras Kristiansen sigur, at Fiskimálaráðið hevur sent reiðarínum hjá Jón Sigurðsson
bæði her og uttanlands. Mangan er vínið so gott sum útselt, næstan áðrenn tað verður boðið til almenna sølu. Í Martinborough, eitt ógvuliga gott vínøki, sum liggur umleið hálvanannan tíma norðanfyri Wellington [...] Chardonnay ? eg havi í hvussu er ofta keypt hetta vínslagið í Rúsuni í Klaksvík, tá ið eg havi verið heima og vitjað. Mong eru vínøkini í Ný Sælandi, millum onnur Gisborne og Hawkes Bay (á Norðuroynni), víðagitin [...] eisini á hvørjum víngarði, og aftur vóru tað nakrir av teim best umtóktu tónleikarunum í landinum, sum vístu hvat teir dugdu. Vit smakkaðu nógv ymisk vínsløg og ótu nógvan undarligan mat, men eg má tó viðganga
stoyta blekkið í ruskspannuna! Tit sum koma at manna nevnd Fótbóltssambandins mugu og skulu stinga út í kortið! Tit mugu og skulu vera undangongumenn! Okkurt er sum bendir á, at nevndararbeiðið í Fótb [...] ini á síðsta fundi, og so sótu vit øll har og bitu negl og fóru at kjakast um smálutir, ið hoyra heima á spæliplássinum í barnagarðinum, har børnini royna at finna sítt pláss á lívsins trappu. Út av lagi [...] míni persónligu! Við ítróttarkvøðu PS: nýggi landsliðsvenjarin er vónandi ikki ein "kapasitetur", sum nærum bert sæst millum kavaflykrurnar norðuri í Klaksvík, tá ið Klaksvíkskappingin er og í sólbrillum
skal nógv gerast betur enn seinasta sunnudag ímóti Drátti og TB er væl fyri heima. Meistaradeild menn Hjá monnunum er sum vant bara tveir dystir á skránni: Í Klaksvík skal Mjølnir stríðast við SÍ. Tað [...] væl til við fólki hjá Mjølni. Hjá SÍ kann alt henda, letur tað til. Í dystinum seinasta leikumfar, sum var ímóti Felyr, spældu teir út av lagi vánaligt fyrst í dystinum, men vendu so gongdini og kundu havt [...] búgva, og spælir hann sjálvandi við barndómsfelagnum Fram. Fram og Fleyr dystaðust í FK-kappingini, sum Fleyr skipaði fyri. Tá megnaði Fram akkurát at vinna eftir sera javnan og spennandi dyst. Alt er tí
umsóknirnar sum MARK hevur móttikið eru umsóknir frá m.a. einligum mammum og pápum, sum í dag mangla tak yvir høvdið. Ungar barnafamiljur, sum ynskja at flyta heim til Føroya. Eldri pør, sum ynskja at selja [...] og ynski at fáa eitt heim sum skjótast. Hey. Eg og familjan, sum telur meg, maka og tvey børn, ynskja at flyta til Føroya, men vit mangla ein bústað. Tí síggja vit hetta sum ein góðan møguleika hjá okkum [...] eina C ella D íbúð, av tí at eg havi børn, sum framvegis búgva heima. Eg eri ein 3X ára gomul einsamøll mamma, við einum 1x ára gomlum autistiskum soni, sum hevur stóran tørv á einum støðugum bústaði.
hildin saman við trimum øðrum føroyingum, sum vóru í Sydney um tað mundi. Anna Petra Poulsen og Heidi Joensen, sum eru vinkonur Sonju og Fróði Clementsen, sum var og fjakkaði í Australia tá, komu heim [...] øllum tí spennandi, sum var at síggja. Hann sat bara og hugdi út ígjøgnum vindeygað og kommenteraði alt, sum tey sóu á vegnum. ?Í New Zealandi vóru vit og vitjaðu eitt føroyskt par, sum hevði børn. Tá var [...] bleiv við barn sum 18 ára gomul, men tað fekk hana ikki at sleppa dreyminum um stóru verð. ? Ein dagin segði eg við Nicolaj, at eg vildi sleppa út at ferðast. At hetta veruliga var tað, sum eg vildi. Hann
Óli Johannesen, sum fyri knøppum ári síðani gjørdi av at stinga í sekkin heima á Tvøroyri, fyri at royna seg í fremstu donsku deildini. Fór sjálvur til AGF At tað júst skuldi gerast AGF, sum fór avstað við [...] at Peter Rudbæk, sum tá var venjari í felagnum, helt seg hava sæð nóg mikið, soleiðis at felagið gav Óla eitt tilboð um at gerast fulltíðar yrkisleikari. Hetta var eisini júst tað, sum føroyingurin hevði [...] støði. Tó heldur hann, at bólkurin, sum Føroyar nú eru komnar í, kundi verið meira spennandi. - Eg haldi tó at tað verður spennandi at royna seg móti Sveis og Luksemburg, sum vit ikki hava spælt móti áður.
stórur áhugi fyri tí sum eg hevði við, sigur hann. Torført at seta prís á egið arbeiði Venda vit aftur til tað, sum vit byrjaðu við, so eru tað lampuskermarnir, sum fara við mestu tíðini. Sum sagt fleiri ferðir [...] Niðri við sandin í Leynum býr ein av teimum, sum við einastandandi góðum handalag hevur skapt sær eitt navn bæði her heima og uttanlands. Eitt navn, sum verður nevnt við virðing, tá tosið fellur á tað [...] vera væl skrúvaðar upp á til slíkt arbeiði, sum hann tekst við. Maðurin vit tosa um er Ole Jakob Nielsen, sum uttan iva er best kendur fyri lampuskermarnar, sum hann so hegnisliga dreyar úr træi. Ikki er