Julian spælir næstan annan hvønn dag

Landsliðsferðin til Føroya kennist næstan sum frítíð aftur ímóti skránni, sum teir í Hull hava í hesum døgum

 

LANDSDYSTUR


Í fyrrakvøldið komu síðstu útisetarnir í landsliðsleguna. Ætlanin var, at seinna venjingin hósdagin skuldi vera klokkan 17.30. Tá tað seinnapartin var greitt, at teir tríggir, sum orsaka av plásstroti í flogfarinum ikki vóru komnir úr Danmark, ikki fóru at vera á Toftum fyrrenn um útvarpstíð, varð venjingin útsett til klokkan 19.15. Tá var landsliðið fullmannað.

Millum síðstu spælararnar á Svangaskarði var Julian Johnsson. Hetta er fyrsta ferðin, at hann er heima á klettunum í landsliðsørindum, síðani hann flutti úr Sogndal og til Hull. Hóast hann flutti úr bestu norsku deildini og í fjórðu bestu eingilsku deildina, so er Julian fegin um, at hann fór:

? Fyri meg sum persón, og eisini lønarliga og ítróttarliga hevur flytingin verið góð. Tað er spennandi at royna at búgva í Onglandi, tað eru meiri pengar í eingilskum fótbólti, enn tað eru í norskum fótbólti, og tað er spennandi at vera við í stórari kapping um plássini á liðnum og fleiri ferðir um vikuna at spæla frammanfyri nógvum áskoðarum.

Týskvøldið spældi Hull landskappingardyst á heimavølli ímóti Kidderminster. Tað vóru 8.835 áskoðarar, og talan var um rættuligt drama. Tá tað restaðu tíggju minuttir varð ein av Hull spælarunum rikin av vølllinum. Tá sá út til, at tað skuldi enda 1?1, men í yvirtíðini skoraði Hull sigursmálið. Aftur hesa ferð spældi Julian Johnsson alla tíðina, og á heimasíðuni hjá Hull verður hann róstur fyri gott innlegg og fyri at hava verið við til at leggja nógv fyri í verjupartinum, tá tað stóð á.

12. september skal Hull spæla í lítlu steypakappingini, Worthington Cup, á útivølli ímóti Derby úr bestu deildini.

Tað verður ein orduligur sýnisgluggi hjá tær?

? So langt havi eg ikki hugsað. Eg trívist væl, har eg eri. Vit spæla so nógvar dystir nú, at eg taki bara ein dag og ein dyst í senn. Trýstið er stórt, og tí er tað hugaligt at vera komin til Føroya at vera saman við liðfeløgunum í eina lítla viku, heldur Julian Johnsson.


Javnvágin

26 ára gamli Juilian Johnsson er ein av veteranunum á landsliðnum. Hann hevur verið fastur maður á liðnum seinastu seks árini. Einasta landsliðsmálið í 41 dystum skoraði hann í næsta dystinum, hann var á liðnum. Tað var tá Føroyar 25. mai í 1995 vunnu 3?0 á San Marino á Svangaskarði. Ta ferðina staðfesti Julian í 62. minutti við rimmar langskoti 3?0 sigurin. Hini bæði málini høvdu Jens Kristian Hansen og Jens Erik Rasmussen longu skorað í 6. og 8. minutti.

Tá Føroyar 24. mars vunnu 2?0 í Luksemborg var Julian Johnsson á liðnum, og hann heldur, at møguleiki er fyri, at vit eiga at vinna á teimum eina ferð afturat.

? Men vit skulu ikki leypa á, soleiðis at vit ikki ansa nóg væl eftir í verjupartinum. Tað ræður um at finna javnvágina. Vit skulu vera varnir, so teir hava hug at koma fram á vøllin, men samstundis haldi eg, at vit mugu gera nyttu av, at teir ikki hava betri bóltleika og ikki eru skjótari enn, at vit hava møguleika at leggja trýst á teir frammi á vøllinum, heldur Julian Johnsson, sum altíð hevur verið stóri arbeiðsmaðurin á miðvøllinum. Um tað ber til, so tykist hann í løtuni at vera uppaftur betri fyri, enn hann hevur verið.