".. men kósin hon er enn ikki sett.."

Leygardagin hevur Fótbóltssamband Føroya ársaðalfund. Nýggjur formaður skal veljast. Fótbóltsbossurin, ið fjølmiðlarnir seinastu tíðina hava yndað at kalla mannin, leggur frá sær eftir drúgva tænastu.

Undirritaði takkar Torleifi fyri gott og drúgt arbeiði. Nógv er hent í føroyska fótbóltsheiminum hesi árini klaksvíkingurin hevur sitið á ovastu trúnu Fótbóltssambandsins.

Á útbúgvingarøkinum er nógv hent! Fótbóltsskúlarnir hava góða undirtøku, bert fyri at nevna nøkur jalig viðurskifti. Stórstu avgerðirnar hava verið, at Føroyar fingu limaskap bæði í evropeisku og alheims fótbóltssamgonguni. Føroysku litirnir veittrað yvir stórar fótbóltsleikpallir runt um í Evropa, og tey føroysku feløgini hava síðani 1992 tikið lut í evropeisku liðkappingunum. Hesi risafet hava skapt eina minni kollvelting á føroyska fótbóltspallinum. Torleif hevur víst vegin, og saman við øðrum havt dirvið og áræði at lata føroyskan fótbólt í aðrar skógvar. Hansara róligi og diplomatiski framburður hevur verið hansara aðalmerki. Treyðugt so, onkutíð hevur hann traðkað eitt sindur við síðuna av, men tað gera væl tey flestu. Takk fyri drúgva tænastu!!

Nýggi formaðurin í Fótbóltssambandinum Dánjal Andreassen, ið er einasta valevni til fundin, hevur boðað frá, at samskifti við føroysku feløgini skal rættast uppaftur. Við øðrum orðum, okkurt er galið við samskiftinum millum feløgini og Fótbóltssambandið! Men, hvat er galið?? Løgin síðstu orð at geva fráfarandi formanni sínum. Tí er samskifti ikki í lagið, so má Torleif hava høvuðsábyrgdina, ella..!? Og so í veruleikanum onki meira frá komandi formanninum í relativt risastóra felagsskapinum FSF. Hvar eru ætlanirnar? Formaðurin í Fótbóltssambandi Føroya má og skal hava nakar hugsjónir um, hvør kósin er! Hvar eru "visiónirnar"? Hvar er fótbóltspolitikkurin? Ikki eitt orð!

Jú, Tórsvøllur skal vera eldrasambýli fyri 150 milliónir krónur, sigur Poul Michelsen, Tórsvallarovastin, og føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri umleið 100 milliónum krónur til sokallaðu "minstu krøv" frá evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA, sigur aðalskrivarin í FSF Ísak Mikladal. Beint nú havi eg hug at koyra pennin í lumman ella stoyta blekkið í ruskspannuna!

Tit sum koma at manna nevnd Fótbóltssambandins mugu og skulu stinga út í kortið! Tit mugu og skulu vera undangongumenn! Okkurt er sum bendir á, at nevndararbeiðið í Fótbóltssambandinum má betrast munandi. So allarhelst skal nýggji formaðurin hyggja nærri eftir arbeiðslagnum innanveggja, áðrenn hann leitar út um garðarnar. Á síðsta og á næstsíðsta eftirmetingarfundi við feløgini hevði kappingarnevndin snøkt sagt onki at bjóða. Eg spæli bóltin yvir til tykkum, segði formaðurin í kappingarnevndini á síðsta fundi, og so sótu vit øll har og bitu negl og fóru at kjakast um smálutir, ið hoyra heima á spæliplássinum í barnagarðinum, har børnini royna at finna sítt pláss á lívsins trappu. Út av lagi óprofessionelt!! Tit í kappingarnevndini gera ikki tykkara heimaarbeiði nóg væl og langt í frá!! Og tað er ikki tí, at tit mangla viðurskifti, ið áttu at verið tikin upp til viðgerðar.

Dómaranevndin hevur ikki verið fullmannað síðani Óli Holm varð valdur formaður í VB fyri meira enn einum ári síðani. Hví?

"..men kósin hon er enn ikki sett.." sigur fólkasangarin Kári p í sanginum Hálvgum Mestsum Ov. Jú, orðini eru tikin úr samanhanginum og flutt yvir í annan heim, men tey kunnu væl brúkast. Tí enn letur ikki í ovastu sovjettuni um, hvør siglingarleiðin er best at halda.

Eg fari at ynskja Dánjali Andreassen góða eydnu í nýggja starvinum við vónum og ynskjum um gott samstarv komandi árini.

Hesi fáu orðini eru míni persónligu!

Við ítróttarkvøðu

PS: nýggi landsliðsvenjarin er vónandi ikki ein "kapasitetur", sum nærum bert sæst millum kavaflykrurnar norðuri í Klaksvík, tá ið Klaksvíkskappingin er og í sólbrillum ella við regnskjóli til Ólavssøkufinaluna!!!