verið í Føroyum. Og á kjaksíðuni nevnir ein teirra, hvussu nógv Havnin hevur broytt seg upp á fimm ár. Hann sigur eisini, at tá hann var í Føroyum í 2002 var talan um ein lortatúr. – I went for 5 days in 2002 [...] greiðir frá, at hann bert var ein dag í Føroyum, men hóast tað var kostnaðarmikið, so var tað allar pengarnar vert. Hetta við prísum í Føroyum verður eitt sindur kjakast um. Ein heldur fyri, at øli, sum bara [...] sjálvur, og hesum tekur ein triðji beinanvegin undir við. – Best trip yet! Absolutely brilliant from start to finish. Can't wait to draw them for the 2010 qualifiers, sigur ein fjeppari, sum altso vónar
eru ymiskir, og um hvussu ein góður gestur skikkar seg. Ofta verður funnist at føðingardøgum hjá børnum, sum hava lágan status í flokkinum. Happarar kunnu finna uppá at spilla ein føðingardag, til dømis at [...] næmingarnar. Eitt gott hugskot er at hava foreldrakaffi, sum ein part av føðingardøgunum. Tá foreldrini koma eftir børnunum, fáa tey sær ein lítlan kaffimunn saman. Børnini elska at foreldrini hugna sær [...] í flokkinum. Eitt nú við at tosa um happing, at vera virkin í foreldrasamstarvinum og við at hava ein greiðan føðingardagspolitikk í flokkinum. Júst hetta við føðingardøgum er eitt, sum mangan verður undirmett
at íslendingar fara at lata upp eitt sokallað generalkonsulat í Føroyum. Hetta verður ein skrivstova í Havn, har ein av teirra egnu íslendsku diplomatum fer at arbeiða. Talan er í hesum førinum ikki um [...] økinum. Hvat er so ein føroysk sendistova? So leingi sum vit ikki eru eitt fullveldi, so er skipanin tann, at vit eru partur skipanini hjá donsku uttanríkistænastuni. Hetta er neyðugt og ein avgjørd treyt, [...] umboðsstovu, sum so kundi ávirka sum ein og hvør annar lobbyistur, men uttan nakað diplomatstatus. Diplomatstatus er neyðugt skalt tú fáa tey røttu sambondini, sum aftur er ein avgjørd treyt fyri góðum úrslitum
Eitt smíl. Eitt gott ball. Góð vinfólk. Ein góð konsert. At eg merki, at onkur vil mær væl. At hoyra fólk rósa hvørjum øðrum. At fáa rós. At fáa eitt klemm ella ein muss. At eg eri til. At onnur eisini eru [...] Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Eg havi leingið ynskt mær ein LP-plátuspælara, og nú havi eg so endiliga fingið ein. Tað er nýggja dyllan hjá mær, og sangaranum í Makrel, Ára Rouch. LP-plátur [...] vóru til. Eitt sindur, sum ein góður filmur, men bara betur, tí at tú sleppur sjálv/ur at ímynda tær myndirnar afturvið. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Mína fartelefon, ein ring, 6 plektarar, ferðaspjald
hesum umfarinum. Tað er annars rættiliga vanligt beint eftir eitt fund. At fara undir at testa ein brunn er ein sera stór uppgáva, og tí er avgjørt at bíða við hesum sigur Oddvar Bøe, sum stendur fyri allari [...] til at arbeiða víðari við hesum og leggja til rættis ein ella fleiri avmarkingar- og metingarbrunnar at bora í 2008, har eisini testing verður ein patur av arbeiðinum. -Um so er, at boriarbeiðið fer at [...] Havnafólk vaknaðu leygarmorgun upp til eina heldur óvanliga sjón úti í havsbrúnni. Ein risastórur boripallur sást siglandi við egnari megi millum Eystnes og Stongina við kós móti Nólsoyarfirði. Tað var
hjá Kelly á ein sera hugtakandi og livandi hátt, sum enn hoyrist. Ein onnur er Gould s Book of Fish, ein spennandi og sjaldsom skaldsøga eftir Richard Flannigan (eisini australskur!) um ein fanga í Tasmania [...] bøkurnar hjá honum er True History of the Kelly Gang, ið kom út í 2001. Ned Kelly var ein harðligur ránsmaður, ein sokallaður bushranger , sum er vorðin eitt slag av hetju í australskari søgu, tí hann [...] serliga væl? - Eg havi altíð roynt at fylgt við í nýggjastu bókmentum úr heimalandinum Australia. Ein av bestu australsku høvundunum í dag er Peter Carey, sum tvær ferðir hevur fingið Booker Prize. Millum
ikki bara er ein definisjónsspurningur, tá Sækaris sær allar hesar sum demokratiskar, og hann í veruleika meinar við fólkaliga umboðandi á einhvønn hátt. Val av einum mykinesmanni, har bara ein stillar upp [...] um, sum eg havi blandað meg nakað uppí í bløðunum, uttan at nakar hirðir at svara aftur sum vant. Ein, eg fast havi stóra nyttu av at skimla eftir, er Sækaris Wang. Hann er altíð gløggur og enntá stuttligur [...] framførslum, ella skal tulkast grovligari. Tað verður uppklárað við endursvari vónandi. Nú í dag læs eg ein av vanligu væluppløgdu greinum hjá Sækaris, sum hann kallaði Eitt valdømi. Har preiar hannn gjøgnum
avgjørt hug til at gera ein túr aftrat, áðrenn summarið er umliðið. Uppi í endanum á Royal Mile kemur tú niðan á Castle Hill, har Edinburg Castle stendur ovast uppi. Hetta er ein áhugaverdur og stórur skansi [...] skotski høvuðsstaðurin eigur. Skotsk summarfrí Ein dag í Edinburg kemur tú ikki so langt, sum tú kundi hugsað tær, tá ið tú fyrst ert komin hagar, men hetta er ein dagur, sum saktans kann geva tær íblástur [...] - Hetta gevur okkum høvi til eisini at flúgva millum Føroyar og skotska høvuðsstaðin, og er hetta ein kærkomin møguleiki hjá okkum. Magni sigur, at í økinum kring um Edinburg og Glasgow búgva 4 miljónir
Sum ein altjóða fyritøka hevur oljufelagið Shell ein koyripolitikk, sum er galdandi fyri øll starvsfólkini hjá Shell um allan heimin. Ein av filosofiunum er tann, at øll óhapp kunnu umgangast, tí kunnu [...] hugburður støðugt kunnu betrast. At kunna standa fram sum eitt gott fyridømi í ferðsluni er ein góður síðuvinningur fyri ein veitara av brennievni til akfør. Men tað er ikki tað, sum er drívmegin aftanvert ko [...] sýna góðan hugburð og koyra "defensivt", tað vil t.d. siga halda góða frástøðu til aðrar bilar, so ein í góðari tíð kann síggja, hvat er fyri framman, og harvið varnast møguligar vandar í ferðsluni. Koyrast
nøkta. Hon er so ein møguleiki og eisini ein framtíðar íløga, sum treyðugt eigur at gleppa okkum øllum og Føroyum av hondum. Hon er nevniliga meira enn bara eitt ferðamannaskip. Hon er ein brúgvabyggjari [...] ikki júst kundi koma undir ein tilboðspakka, var ferðaseðilin rættiliga dýrur. Í øllum førum so dýrur, at hjá nógvum hevur tað loyst seg betur at fara við flogfari og leiga ein bil í eina ella tvær vikur [...] er áleið við tað, sum ætlað varð. Alt hetta er nýggju leiðsluni greitt, og hon hevur eisini stungið ein nýggjan rakstrarpolitiikk út í kortið, sum vónandi fer at bera í sær, at ferðafólkatalið fer at økjast