Skotar hálova Føroyum

Í farnu viku hersettu skotar høvuðsstaðin. Tinghúsvøllurin var fjaldur av einum risastórum flaggið, Traðarmaðurin uttanfyri Býráðið fekk skotskan hatt á høvdið og ølið hjá Føroya Bjór var uppi. Heimaftur komnir hálova skotar Føroyar og føroyingum

Tað trýtur ikki við lýsingarorðum, tá fjeppararnir hjá skotska landsliðnum, the Tartan Army, skulu lýsa ferðina í Føroyum fyri viku síðani. Á alnetinum verður dúgliga kjakast um ferðina í Føroyum, og niðurstøðan er greið og semjan breið: Føroyar og føroyingar eru einastandandi.

– What a party that was, brilliant weather, not as expensive as everyone was making out, beautiful birds, rocking bars, friendly locals willing to give you lifts everywhere, skrivar fjepparin, sum byrjar kjakið um Føroyaferðina.

Síðani ramsar hann upp løtur í Føroyum, hann minnist aftur á við gleði. Millum annað at sigla til landsdystin, og at verða brendur av sólini klokkan sjey um kvøldið, standa frammaliga í huga hansara.


Stórslignu Føroyar

Síðani fyrsti fjepparin hevur sagt sína hugsan um ferðina til Føroyar, hava fleiri aðrir givið sína meining til kennar. Teir eru samdir um, at túrurin er ein tað besti nakrantíð. Føroyar eru stórslignar, føroyingar eru vinarligir og á listanum yvir minniligar túrar liggja Føroyar fremst.

– Certainly one of my best trips, probably equal top in fact. The Faroe Islands are completely stunning and take your breath away at times, certainly the most beautiful place I have visited. I feel so lucky to have seen them in the glorious sunshine. The locals are really friendly and the place is just so chilled out, skrivar ein fjeppari, sum fleiri taka undir við.

– I've always been careful of superlatives, it's too difficult to weigh up one trip against another. Bordeaux, Bydgoszcz, Hong Kong and Japan have probably been my most memorable trips. But this is now my number one, best ever trip. And I don't say that lightly, verður sligið fæst. Onkur umrøður eisini Føroyar sum Friendly Isle, altso vinarlig oyggin, heldur enn Faroe Islands.


Broyttar Føroyar

Fleiri teirra, sum vendu býarmyndina í høvuðsstaðnum á høvdið í farnu viku, hava áður verið í Føroyum. Og á kjaksíðuni nevnir ein teirra, hvussu nógv Havnin hevur broytt seg upp á fimm ár. Hann sigur eisini, at tá hann var í Føroyum í 2002 var talan um ein lortatúr.

– I went for 5 days in 2002 and thought it was pretty shite. A day trip this time and it was a belter, although I do think I missed out on seeing how Torshavn had change, sigur hann. Hesin sami fjepparin greiðir frá, at hann bert var ein dag í Føroyum, men hóast tað var kostnaðarmikið, so var tað allar pengarnar vert.

Hetta við prísum í Føroyum verður eitt sindur kjakast um. Ein heldur fyri, at øli, sum bara var miðalgott, var dekan ov dýrt, og at hann neyvan etur pitsa aftur í ár.

– But you can't have it all! Excellent trip, staðfestir hann sjálvur, og hesum tekur ein triðji beinanvegin undir við.

– Best trip yet! Absolutely brilliant from start to finish. Can't wait to draw them for the 2010 qualifiers, sigur ein fjeppari, sum altso vónar, at Føroyar og Skotland koma í bólk aftur til næstu undankapping.

Hetta eru tað onnur úr the Tartan Army, sum eisini vóna, meðan ein fjeppari tekur ávís fyrilit.

– If we get them again, hope it's not in the winter though, sigur hann.



Fakta:

Tað er á kjaksíðuni hjá Tartan Army, fjepparafelagið hjá skotska landsliðnum, at citatini, sum brúkt eru her á síðuni, standa. Á hesi síðu ber til at lesa meira um, hvat skotar halda um Føroyar, føroyingar og dystin sum heild. Adressan er:

taboard.com/forum/index.php