Demokrati

Hanus Vang
???
Býráðs-Imperialisma 4. partur.
Eg havi frætt undirhonds at Býráðið als ikki ætlar at svara spurningunum eg setti í triðja parti.
Tað undrar neyvan nakran, tá býráðið heldur ikki svarar tá lóg um alment innlit er galdandi, sambart Løgtingsins Umboðsmanni.
Meg undrar tað allarminst, tí Býráðið hóast nógv lyftir, ikki enn hevur svarað brævi frá Landsverki um vegristir frá 1987. Munadygt súltivekstað má sigast.
Soleiðis setur Býráðið seg eisini á hesum øki langt uppum galdandi lógir landsins.
Og tað sær út til at teir sleppa tað og alt annað. Hava vit onki kommunalt eftirlit?
Stakkals tær bygdir íð hava kropið undir býráðs"stýrið".
Teir meta helst ikki at tað er neyðugt at svara jaligum spurningum frá borgarum íð ikki eru samdir við teir um hvussu býarvøksturin eigur at verða.
Men fólkaræðið eigur at vera munandi víðari enn eitt hálvt sekund fjórða hvørt ár.

SPURNINGAR til VALEVNI
Av tí at farandi Býráð ikki svarar vil eg royna at spyrja tey valevni íð vænta at manna komandi Býráð, um hvussu tey halda at Havnin eigur at vaksa?
Og halda tit at bóndagarðurin í Hoyvík skal leggjast niður?
Vil tú royna at menna fólkaræðið í kommununi og lata borgarin luttaka í málsfyrireikingum?
-----
Vónandi verður komandi Býráð betri enn tað sum verið hevur, sjálvt um úrvalið fyri tað mesta er nakað skurvut.
Eitt orðatak sigur at eitt fólk fær tað umboðan tað hevur gjørt seg uppibornan til, so valið kann gerast ein boomerang til okkum sjálvi.
-----
Av tí at eg í seinastuni havi skrivað eitt lítið sindur um vantandi fólkaræðisligan býráðspolitikk, og skilaloysið í býarvøkstrinum, eru tað nógv fólk íð halda meg vera valevni. Men so er lukkutíð ikki.
At fólk halda at ongin uttan valevnir skriva um kommunalpolitikk upp undir valið, má sigast at vera eitt prógv fyri demokratiskum undirskoti í Havn.
Fyribils endi.