ngin, sum hann tók til. Eilif Samuelsen segði, at hóast tað fyri onkrum kann tykjast, sum at Landsstýrið ætlar, at allir flokkar skulu hava 28 næmingar, so er hetta als ikki so. Talan er um ein einstakan [...] at so mikið fór burtur av til jóla, at tað bert varð fólk eftir til ein flokk. Og á fíggjarlógini eru pengar bert settir av til ein flokk, sigur Eilif Samuelsen. Tí heldur Eilif Samuelsen tað vera eitt [...] málið lagt fyri ein gerðarrætt, soleiðis, at ein skjót avgerð kundi fáast. Men tað vildi Yrkisfelagið hjá studentaskúla- og HF lærarunum ikki. Heldur ikki vildi felagið ganga við til at seta ein semingsmann
sama, sum eg havi vant meg við seinnu árini ? tá eg annars fekk spælt. Vil hava gullið Tá talan aftur gjørdist um heimligan fótbólt, so er Ingi skjótur at staðfesta, at tað sum so bara var B36, sum kom upp [...] dreingjadreymurin yvir øllum, sum rann út, tá Ingi Højsted á vári 2001 skrivaði sáttmála við enska Arsenal. Ein dreymur, sum ikki bara kollvelti lívið hjá Inga sjálvum, men sum í nógvar mátar eisini gav føroyskum [...] verið ein onnur, um okkurt felag kom við einum ófatuliga góðum tilboði, men tað er so ikki nakað, sum eg havi hugsað um. B36 er jú barndómsfelagið hjá mær, so eg ivaðist ongantíð, um tað er tað, sum tú meinar
tað, sum miðlar vóru, og summar internetsíður eru í dag so væl umtóktar, at tær eru nógv betur umtóktar enn tær størstu sjónvarpsrásirnar í heiminum. Ein av hesum heimasíðum er YouTube. Ungfólk, sum fleiri [...] dagin eru á heimasíðum sum Facebook, Google og YouTube, halda helst, at YouTube hevur verið til í allar ævir. Men so er ikki. Í vikuni fylti YouTube einans fimm ár, og hetta kann tykjast heilt óveruligt [...] um Microsoft, ið var ein kjallarafyritøka, sum vaks seg so stóra, at annar av stovnarunum, Bill Gates, nú telist millum heimsins ríkastu menn. Tríggir ungir mans, Chad Hurley, Steve Chen og Jawed Karim
innan í honum. - Av tí at eg var so stórur, tá eg kom til Føroya, tosaði eg bara spanskt at byrja við, men tað er alt farið, og tí vil eg fegin læra meg málið av nýggjum. Og so minnist eg eisini onkur ting [...] ting. Til dømis pleyguforeldrini, børn sum eg spældi við, vegir og ymiskt annað. Tað hevði verið stuttligt at sæð umhvørvið aftur, sum eg bara havi myndir av í høvdinum, sigur Yohan. Hvar kundi eg endað? Hansara [...] Kolumbia, tí familjan hjá honum hevði ein AFS næming búgvandi í 1996, sum tey hava hildið samband við. Hon eitur Caroline, og hjá henni sleppur Yohan at búgva hjá. Ein treyt fyri at lesa umvegis AFS skipanin
Danmark, sum fyri at sleppa inn í Føroyar. Tí tykjast kommandolinjurnar ikki altíð at vera heilt greiðar, og mong tykjast halda, at eg tí sum politikari kann ”orðna" eitt mál. Við øðrum orðum: At eg kann benda [...] endans Sum áður nevnt kenni eg ikki allar smálutirnar í tí aktuella málinum. Men hevur umsitingin gjørt eitt mistak, so má avgerðin sjálvandi broytast sum skjótast. Og so skal eg gera tað, eg kann. Hevur [...] reglurnar. Og so er tað umsitingin, sum skal syrgja fyri, at tær verða hildnar. Og tað má vera skott millum hesi bæði. Annars hava vit ikki rule of law , men rule of man . Rule of man er ein skipan, har
málið, sum skal viðgerast, nevniliga tað um setan av miðfyrisitingarstjóra. At ein fundur verður fluttur, er tað eingin, ella fá, sum hava nakað ímóti. At jonglera við so nógvum fundarboðum sum hesi, ið [...] skúlan í Kongagøtu. Nú var tað so, at mikudagurin 8. juni var sami dagur, sum fótbótbóltsdysturin millum Føroyar og Írland var settur at vera. Klokkutíðin kom tí at gerast í so knøpp, tá býráðslimir bæði skuldu [...] eyka býráðsfundurin ikki skuldi verða kl. 18.15, men kl. 17.45 í staðin fyri. Ná. Men so kom Gud hjálpi mær aftur ein uppaftur nýggjari teldupostur frá sama avsendara, at nú skuldi fundurin verða kl. 17
Heldur enn bara at vera lóggevandi parturin í føroyskum fótbólti, so arbeiðir FSF í løtuni við ætlanum um, at felagsskapurin í framtíðini kann gerast ein meira aktivur samstarvsfelagi hjá teimum, sum fáast [...] mátar virkar, soleiðis at vit mest sum altíð eru tann, sum kemur við peikifingrinum, og tað kann gerast eitt sindur irriterandi fyri allar partar, sigur Ísak Mikladal. - Í so máta vildi tað verið munandi betri [...] ymsum slag, so sum trygdarumboð, samskiparum og øðrum. Á tann hátt kundu vit kanska í fyrsta lagi verið við til at givið hesum nýggjar impulsir og kanska greiðari leiðreglur innan ymsu økini, eins og tað eisini
still. Tað kann hava ymsar orsøkir, sigur hann. Kanska tað, at minni er til at fiska, kann vera ein grund, heldur hann. ?Men tað er greitt, at tá vit kappast undir so ymsum fyritreytum, sum talan er um [...] í løtuni, kann tað bara gerast ein vinnari. Tað er tann, sum arbeiðir við lægru lønunum og ongum tollmarkið. Altso russararnir, sigur stjórin á Faroe Seafood. Hann sipar til lønarlagið, sum er lægri hjá [...] upsa 4, kann tað henda, at stórur partur av tí, vit fáa, er smáur fiskur, sum ov lítil úrtøka fæst burturúr. ?Var tað hinvegin so, at tann heilt smái upsin - ella seiðurin - eitt nú fiskur, sum er smærri
setast fyri ein krígsdómstól sum skjótast. Men vit kunnu staðfesta, at leiðandi politikarar í Føroyum ynskja samstarv við hesar menn, sum ikki virða Gud, sum okkum annars dámar so væl – og so slett ikki [...] teir eru undir strongum eftirliti, so er umberingin framvegis, at vit gera sum Noreg. Men er tað nú rætt at samanbera okkum við Noreg? Eins og Russland, so er Noreg umsitingarland í Barentshavinum [...] ljóðar sum ein vittigheit. Men tað er tað ikki – men tað verður tað kanska, tá tað gongur upp fyri Fólkaflokkinum og løgmanni, at vit als einki samband skulu hava við hesar devulsins sveinar, sum eiga
trupult at fáa fatur á kapitali. Hesin kann gott vera útlendskur. Havast skal í huga, at ein stór broyting er við at fara fram innan heilivágs- og matvøruvinnuna, sum viðførir at øktur kapitalur kemur inn [...] føroyska sjóøkinum kann rúma eina sera fjølbroytta alivinnu. Hartil er føroyska sjóøkið størri enn 200.000 km2, tvs góðar 10.000 ferðir størri enn aliøki, sum verða nýtt í dag. Tað fara at vera yvir túsund [...] neyðugu karmarnar til at troyta allar møguleikarnar, sum fara at vera innan aling í Føroyum. Her verður serliga hugsað um nýggjar aktørar innan alivinnuna, sum ynskja at framleiða annað enn laks. Havast skal