YouTube - heimsins best umtókta filmsrás

Hugsa tær eina heimasíðu, har tú finnur milliónir av brotum úr góðum sendingum, filmum og heimagjørdum upptøkum. Fyri fáum árum síðan fanst ongin tílík heimasíða, men so fóru teir tríggir vinmenninir, Chad Hurley, Steve Chen og Jawed Karim, at ilskast um, at so illa bar til at senda videoupptøkur við telduposti. Í teirri løtu føddist hugskotið um heimsins best umtóktu filmsrás, YouTube, sum í vikuni fylti fimm ár

Fagri nýggi heimur er fagrari enn nakrantíð, ið hvussu er tá tað snýr seg um møguleikan hjá fólki at samskifta sínámillum. Fólk stytta sær um stundir á Facebook, leita eftir tí, tey ikki finna, á Google og hyggja at øllum tí, tey vilja síggja, á YouTube. Miðlar eru ikki longur tað, sum miðlar vóru, og summar internetsíður eru í dag so væl umtóktar, at tær eru nógv betur umtóktar enn tær størstu sjónvarpsrásirnar í heiminum.

 

Ein av hesum heimasíðum er YouTube. Ungfólk, sum fleiri ferðir um dagin eru á heimasíðum sum Facebook, Google og YouTube, halda helst, at YouTube hevur verið til í allar ævir. Men so er ikki. Í vikuni fylti YouTube einans fimm ár, og hetta kann tykjast heilt óveruligt, tá hugsað verður um, hvussu ofta heimasíðan verður vitjað, og hvussu nógv fólk hvønn einasta dag leggja videobrot av alskyns slagi út á síðuna.

 

Í stuttum kann sigast, at YouTube er filmsrásin hjá øllum heimsins borgarum. Tí er hon eisini heimsins best umtókta filmsrás. Tú kanst leggja tey videobrot út á YouTube, tú vilt, sama um talan er um tínar egnu upptøkur, ella um talan er um professionelt framleiddar upptøkur. Milliónatals brot finnast á YouTube, sum tú helt, at tú ongantíð fórt at sleppa framat, og onki mark er fyri uppfinnseminum í heimagjørdu upptøkunum.

 

Eitt ljóst hugskot

Søgan um YouTube er líka spennandi og hugtakandi sum søgan um Microsoft, ið var ein kjallarafyritøka, sum vaks seg so stóra, at annar av stovnarunum, Bill Gates, nú telist millum heimsins ríkastu menn. Tríggir ungir mans, Chad Hurley, Steve Chen og Jawed Karim, stovnaðu YouTube í 2005. Teir arbeiddu allir saman hjá internetfyritøkuni PayPal, og hugskotið um heimasíðuna kom av tilvild.

 

Eina náttina, tá teir skuldu senda eitt videobrot sínámillum umvegis teldupostin, fóru teir at ilskast um, at hetta gekk so illa. Trupulleikin, teir høvdu staðfest, kravdi, at funnið varð fram til eina nýskapandi loysn, og loysnin gjørdist at skapa ein felags plattform til videoupptøkur. Tann 14. februar í 2005 varð vørunavnið YouTube skrásett, og í mai sama ár varð heimasíðan almannakunngjørd.

 

YouTube gjørdist frá fyrsta degi sera væl umtókt, men beinanvegin fingu teir tríggir stovnararnir ávísar avbjóðingar. Tann størsta var at fáa til vega ambætarar, ið kundu hýsa teimum mongu videobrotunum, ið løgd vórðu út á síðuna. Sjálvir áttu teir ikki eina krónu at keypa útgerð fyri, men so fingu teir 11,5 milliónir dollarar úr einum framtaksgrunni, og tað setti ferð á verkætlanina.

 

Í fyrstani gjørdi YouTube onki við at lýsa. Í staðin løgdu stovnararnir dent á at eggja fólki til at siga øðrum frá síðuni við at senda videobrot av YouTube víðari á teldupostinum. Eisini bar til at atkvøða um videobrotini á síðuni og gera viðmerkingar til tey. Tey, ið stovnaðu sær brúkara á síðuni, fingu eina kenslu av at vera í góðum felagsskapi. Soleiðis vaks heimasíðan, og í 2006 vórðu 65.000 brot løgd út um dagin.

 

Google keypti

Byrjanin hjá YouTube var tó ikki bara løtt, tí eigur tú eina heimasíðu, sum fólk leggja tilfar á, ið onnur eiga upphavsrættin til, er skjótt at fáa sakførarar á vitjan. YouTube skuldi upprunaliga hýsa tilfari, sum fólk sjálv framleiddu, men á heimasíðuni er so nógv tilfar, sum upphavsrættur er knýttur at, at YouTube hevur verið noytt at vart seg í fleiri sakarmálum, m.a. við at vísa á, at tænastuveitarin kann ikki ábyrgdast fyri tað, sum brúkararnir gera.

 

Teir tríggir, sum stovnaðu heimasíðuna, sleppa tó undan at hugsa um tílíkar spurningar nú, tí í november 2006 pikkaði Google á dyrnar hjá teimum og bað um at sleppa at keypa YouTube fyri 1,6 milliard krónur. Teir tóku av. Keypið var váðafult, tí nú kundi Google enda í fleiri sakarmálum um upphavsrætt og gjørdi tað eisini. Men Google hevur síðan gjørt avtalur við fleiri framleiðslufeløg um, at sendingar og filmar kunnu verða løgd á YouTube í fullari longd.

 

Samstarvsavtalurnar vísa, at YouTube hevur fingið øgiligt vald, og tað er ikki so løgið, tí áðrenn YouTube fanst ongin heimasíða, sum videobrot kundu leggjast á so lættliga. Nú fáa fólk ikki afturhald at brúka síðuna. Mangar stjørnur eru føddar á YouTube, eitt nú føroyski fótbóltsspælarin, Kaj Ennigarð, sum spældi sjónleik í einum fótbóltsdysti í Fuglafirði. Higartil hevur verið hugt at stuttliga brotinum fleiri enn 400.000 ferðir! 

 

Eitt annað dømi um, hvussu YouTube verður brúkt, sást, tá ein av bestu rocksangarunum nakrantíð, Ronnie James Dio, doyði sunnudagin. Beinanvegin fóru fólk at leita á YouTube eftir brotum við sangaranum og heiðraðu hann við at leggja brotini á Facebook. Og soleiðis er YouTube. Alt, sum kemur tær til hugs at leita eftir, finst mest sannlíkt á YouTube - og ein rúgva av forvitnisligum brotum aftrat..