Ynskja samstarv við russar

Leiðslan í Faroe Seafood ynskir at fáa samstarv við russisku skipini, sum liggja í føroyskum havnum og keypa upsa. Ætlanin er at lata russararnar fáa tann smáa upsan, men at tann størri fiskurin skal arbeiðast á landi

Faroe seafood ynskir at fáa samstarv heldur enn kapping við russisku skipini um upsan, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri.
?Vit ætla at keypa fiskin, skilja hann og lata russum tað smáa umborð, og so sjálvir arbeiða tann størra fiskin, sum meira fæst burturúr, sigur hann.
Meinhard Jacobsen greiðir frá, at Faroe Seafood hevur samband við nøkur ávís skip um eina ætlan um gongur út uppá, at felagið keypir upsan frá teimum, skilir hann og letur russisku keypararnar fáa tann smáa fiskin, sum minst fæst burturúr.
Støðan í dag, har ein alt ov stórur partur av tí upsa, sum fiskaður verður, endar umborð á russisku skipunum, er ikki haldbar, sigur Meinhard Jacobsen.

Ójøvn kapping
Hann vil ikki einans geva russisku skipunum skyldina fyri, at føroysk virki liggja still. Tað kann hava ymsar orsøkir, sigur hann. Kanska tað, at minni er til at fiska, kann vera ein grund, heldur hann.
?Men tað er greitt, at tá vit kappast undir so ymsum fyritreytum, sum talan er um í løtuni, kann tað bara gerast ein vinnari. Tað er tann, sum arbeiðir við lægru lønunum og ongum tollmarkið. Altso russararnir, sigur stjórin á Faroe Seafood.
Hann sipar til lønarlagið, sum er lægri hjá russum, og ikki minst til ta manglandi fríhandilsavtalu við Russland, tosað hevur verið um í áravís. Russar skulu ikki gjalda triðjalandstoll fyri føroyskan upsa, sum teir selja aftur á heimamarknaðinum. Var fiskurin hinvegin arbeiddur á føroyskum virki og síðan seldur til Russlands, varð eitt rímiliga høgt avgjad lagt á hann.
?Vit føla, at hatta hevur tikið marginina av teimum seinastu oyrunum, vit skuldu forvinna, sigur Meinhard Jacobsen.

Nýggj flokking
Meinhard Jacobsen sigur, at hann kundi hugsað sær, at upsi 4 varð flokkaður øðrvísi, enn hann er í dag.
Tað er ov stórur munur á fiskinum í hesum flokkinum, sigur hann. Tá vit keypa upsa 4, kann tað henda, at stórur partur av tí, vit fáa, er smáur fiskur, sum ov lítil úrtøka fæst burturúr.
?Var tað hinvegin so, at tann heilt smái upsin - ella seiðurin - eitt nú fiskur, sum er smærri enn 1,2 kg, varð flokkaður fyri seg, vistu vit, at vit fingu fisk, sum vit kundu arbeitt, og restin kundi so verðið selt til dømis til russisku skipini, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Faroe Seafood.