fólk nýttu hann. - So nógv hava ongantíð áður skoyta á vøllinum sama dag, skrivar kommunan á Facebook-vanga sínum. Ísvøllurin lat upp síðst í novembur og er opin til síðst í hesum, so enn hava fólk eini [...] Vaglinum. Vanliga vitjað eini 10.000 fólk ísvøllin hvørt ár, men tað velst í stóran mun um veðrið. Tað kemur meiri enn so fyri, at lýtt veður og regn ger, at ísvøllurin má steingja. Tì hevur kommunan umhugsað [...] kommunan at flyta ísvøllin komandi ár, møguliga oman á Torgið í Vágsbotni. Í ár varð tó valt at halda fram við sama leisti sum áður, við vanligum ísvølli á tí, sum uttan iva er best umtókta staðið hjá teimum
jól verða eisini at fáa. So um tú kundi hugsa tær at smakka grønlendskar palaannguit, finska julskinka, svenskar lusekatter, norsk jólakræmarhús ella íslendskt hangikjöt, so er Reinsaríið kanska eina [...] kaffi og annað gott er hitað og so hava børnini møguleika fyri at senda eina jólaheilsan við -ynskjum til jólamannin í Grønlandi. Vit syrgja fyri, at heilsanirnar koma fram á rætt stað í góðari tíð undan
drepur tú ein hund hjá einum øðrum, so kemur tað undir herverk. Er hundurin hinvegin dripin á ein ógvusligan hátt ella píndur áðrenn, so er talan um djóraplágarí, og so er tað eitt annað lógarbrot. Tískil [...] hvussu hundurin er deyður og hvat er hent honum áðrenn. Sum skilst eru nakrar avhoyringar farnar fram í málinum. Málið fekk nógva umrøðu eftir at eigararnir av hundinum løgdu myndir á Facebook og greiddu
tilflytingin sett eftir fólkatalinum, hevur hon ongantíð verið so stór síðani 2003. Hagstovan sigur, at heldur hendan gongdin fram, verður tað longu um hálvan annan mánað, at vit verða 50.000 fólk í Føroyum. [...] til 1980 fyri at finna eitt ár við so lítlari fráflyting, sigur Hagstovan. Og verður fráflytingin sett eftir fólkatalinum, skulu vit heilt aftur til 1970 fyri at finna so lítla fráflyting, leggur Hagstovan
Tað er tíð upp á at fólkið sleppur at siga sína hugsan um, hvør skal stýra í Føroyum. Reint praktiskt er tað eisini betur við einum vali í heyst, so at eitt nýtt landsstýri kann gera eina skilagóð fíggjarlóg [...] valið verður so skjótt sum gjørligt. Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar? Tingarbeiðið hevur seinastu tíðina verið merkt av kaos og ongari stýring, og tí er neyðugt við einum vali, so hetta ikki [...] ikki heldur fram. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava ligið skerflatir fyri Tjóðveldi og lata ymiskt fara ígjøgnum bara fyri at sleppa at sita við valdið. Hvat væntar tú tær av politiska heystinum
við Anton Petersen um filmin Skýming, sum í gjár fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Sáttmálin ásetur at Nám kann leggja filmin á undirvísingarportalin Snar, so allir skúlar í landinum [...] eftir at fáa føroysku stuttfilmarnar tøkar til undirvísingina. - Hepnast henda ætlan væl, so verður hildið fram at skapa eitt savn av føroyskum stuttfilmum til undirvísing, sum er opið fyri allar skúlar [...] landinum kunnu síggja hann. Eisini fara uppgávur at verða gjørdar, so filmurin kann brúkast í framhaldsdeild fólkaskúlans og á miðnami. Nám hevur á sama hátt keypt rættindini til at vísa filmin Passasjeren
varð stovnaður fyri 29 árum síðani í 1982, so vóru tað mest heilt ungu áskoðararnir, sum tóktust at liva við tónleikinum frammi við pallin. Ella so langt fram, sum man kundi koma. Tey eldru - tey, sum vóru [...] sindur longri afturi á bønum. Nakað av regni var, men ikki nakað at tosa um samanborið við fyrr í dag. D-A-D gjørdu, ið hvussu so er sítt til, at regnið ikki bilti stórvegis á eini serstakliga rokkutari
Fráboðanin um innbrotið kom klokkan knapt hálvgunn tvey í nátt. Ein rútur bleiv knústur, og tveir persónar fóru inn í handilin. Har fóru teir so avstað við pengunum, greiðir vakthavandi hjá løgregluni [...] finnast útav, hvussu nógvir pengar vórðu tiknir íalt. – Vit eru í ferð við at kanna málið, so nú skulu vit finna fram til hvat og hvussu. Meira fái eg ikki sagt beint nú. Tað er ógvuliga sjáldan, at innbrot [...] høvdu ikki sæð sjálva innbrotið, men høvdu sæð persónarnar farið avstað við pengunum. Løgreglan fór so at kanna málið, og tá tey fingu fatur á teimum, viðgingu tjóvarnir, at teir høvdu brotið inn. Í øllum
innkallaður til pólska U18-landsliðið. Fram til 2006 spældi Adrian í VB, men í tá skrivaði hann sáttmála við Manchester City, har hann hevur verið síðani. Sum skilst, so hevur kviki áleyparin ment seg nógv [...] U18-landsliðnum. Og so kundi verið lagt afturat, at fótbóltsevnini í familjuni eru framúr. Lukasz, ið er eldri beiggi Adrian, hevur sáttmála við danska Brøndby, har hann hevur gjørt nógv um seg á eykaliðnum [...] nógv hesi árini í Onglandi, og nú verður hann so partur av pólska U18-hópinum. Tann 24. Mai skal Adrian flúgva til Warszawa, og dagin eftir fara hann og restin av hópinum til Finnlands, har pólska liðið skal
helt púra avgjørdur, at B68 átti betur uppiborið á degnum. - Fram til triðja málið skapa teir ikki ein tann einasta møguleika í opnum spæli, so sjálvandi er tað súrt hjá okkum, tá vit mugu heim uttan stig [...] bara tí menn skumpast inni í brotsteiginum. Og tá okkara málverji so bjargar, verður brotssparkið dømt at takast umaftur. Tað eru tað so nakrir dómarar, sum gera, meðan aðrir ikki gera tað. - Men eg haldi [...] stig, segði Jóhan Dávur, sum serliga hevði hug at ilskast um brotssparkið, sum av álvara punkteraði dystin. - Hatta var katastrofalt fyri okkum. Ein stórur maður sum Hans á Lag eigur heldur ikki at detta