Hjá toftamonnum var lagið avgjørt ikki av tí besta, tá teir fóru úr høvuðsstaðnum leygardagin.
Eftir dystin tosaðu vit við Jóhan Dáva Højgaard, og hann helt púra avgjørdur, at B68 átti betur uppiborið á degnum.
- Fram til triðja málið skapa teir ikki ein tann einasta møguleika í opnum spæli, so sjálvandi er tað súrt hjá okkum, tá vit mugu heim uttan stig, segði Jóhan Dávur, sum serliga hevði hug at ilskast um brotssparkið, sum av álvara punkteraði dystin.
- Hatta var katastrofalt fyri okkum. Ein stórur maður sum Hans á Lag eigur heldur ikki at detta, bara tí menn skumpast inni í brotsteiginum. Og tá okkara málverji so bjargar, verður brotssparkið dømt at takast umaftur. Tað eru tað so nakrir dómarar, sum gera, meðan aðrir ikki gera tað.
- Men eg haldi avgjørt, at vit spældu ein hampuliga góðan dyst, og tað kennist frustrerandi, at vit nú mugu heim uttan nakað sum helst, segði Jóhan Dávur Højgaard.










