Mugu fáa val sum skjótast

Jákup Mikkelsen,
løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Nær væntar tú valið verður? 

Eg vænti, at løgtingsvalið verður í september/oktober. Tað er tíð upp á at fólkið sleppur at siga sína hugsan um, hvør skal stýra í Føroyum. Reint praktiskt er tað eisini betur við einum vali í heyst, so at eitt nýtt landsstýri kann gera eina skilagóð fíggjarlóg.


Nær heldur tú, at val skal verða?

Eg ynski, at valið verður so skjótt sum gjørligt.


Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar?

Tingarbeiðið hevur seinastu tíðina verið merkt av kaos og ongari stýring, og tí er neyðugt við einum vali, so hetta ikki heldur fram. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava ligið skerflatir fyri Tjóðveldi og lata ymiskt fara ígjøgnum bara fyri at sleppa at sita við valdið.


Hvat væntar tú tær av politiska heystinum?

Stóri spurningurin er, hvussu vit skulu fóta okkum fíggjarliga, og hvat vit gera í fiskivinnuni. Makrelmálið bleiv kaos, og nú skulu fiskidagarnir ásetast. Vit fáa loyst upp fyri trupulleikunum við at fáa eitt val sum skjóast. Tað er avgerandi neyðugt.