Tað vóru nakrir serstakliga upplagdir limir í einum av størstu donsku rokkbólkunum nakrantíð, sum vóru á palli í Klaksvík í kvøld. Man sá ikki á teimum, at teir hava verið konstant á ferð síðstu tveir mánaðirnar.
Í nærum tveir tímar spældu D-A-D øll síni kendu hits, og sungu fólk væl við flestu av teimum. Serliga tað kenda lagið 'Sleeping my Day Away' fekk fjøldina at hoppa og ávikavist skrála og syngja við.
Hóast bólkurin varð stovnaður fyri 29 árum síðani í 1982, so vóru tað mest heilt ungu áskoðararnir, sum tóktust at liva við tónleikinum frammi við pallin. Ella so langt fram, sum man kundi koma. Tey eldru - tey, sum vóru ung, tá D-A-D vóru ungir - hildu seg eitt sindur longri afturi á bønum.
Nakað av regni var, men ikki nakað at tosa um samanborið við fyrr í dag. D-A-D gjørdu, ið hvussu so er sítt til, at regnið ikki bilti stórvegis á eini serstakliga rokkutari konsert í kvøld.