hondum. Nú tykist tað eins og at farið verður undir jólastáki á Ólavsøku. Hetta hevði verið lítisvert í eygum Magnusar. Hann var ov vitugur til slíkt stakkalastás, nei, hann var ein rættur handilsmaður, [...] makt og megi. Tað kundi eisini bara vera ein hugni, ein góð løta, sum teir untu sær saman við óskyldugum bygdadreingjum, ella hevði Nygaard brumma um, at tað var ósømiligt, óhøskandi at roykja pípu inni [...] illneittust inn á Havnar kommunu, at hon ikki jodaði upp undir jól, so asfaltið var heilt sum ein troyggjubulur. Nei, her var einki at gera. Viku fyri jól vóru fólk í jólahýri og í sýnisgluggunum fór smátt
tjóð. Tað er sera týdningarmikið, at hetta eydnast væl. Tí ein grundlóg eigur at verða viðgjørd út í æsir, og hon eigur at vera fólksins lóg og fólksins ogn. Skal ein grundlóg hava týdning, skal hon lúka [...] grundlóg uppá forhond Eg var ein teirra, sum ikki tók undir við uppskotinum hjá landsstýrinum at seta nevnd at gera nýggja grundlóg. Grundgevingarnar vóru fleiri. M.a. at tað var onki høpi í at seta seg [...] verið til umrøðu í arbeiðsbólkunum. Men mær dámar ikki mannagongdina, og kenni tað sum hava serfrøðingarnir tikið yvir. Tað eigur at rættast upp, tí annars er tað ein vælvirkandi arbeiðsháttur í nevnd og
landskassanum. Ríkisveitingin var tá um 6% av føroysku BTÚ hetta sama árið. - Í 2019 var føroyska BTÚ um 20,9 mia. kr. Danska ríkisveitingin var tá um 632 mió. kr. Hon var hetta sama árið 11% av inntøkunum [...] t svar. Tí eru hetta ikki orðini hjá Jørgen, men ein útgreining frá umsiting hansara. At Útvarpið lesur og tulkar svarið soleiðis, sum Beelzebub lesur Heilagu Skriftirnar, kann vera ein ábending um, at [...] https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9638 ): - at danska ríkisveitingin var um 995 mió. kr. í 2001. Hetta svaraði til 10% av føroysku BTÚ, sum tá var um 9,5 mia. kr. - at útreiðslurnar hjá landskassanum í 2001 vóru
útvarpskvinna Ein tíma áðrenn, eg fyrstu ferð var at síggja í X Factor, kendi eingin í Danmark meg. Ein tíma eftir sendingina sat eg í metroini, og ein drongur kom og spurdi, um eg ikki var hon í troyggjuni [...] ES-passini. Býtið er 16,4 prosent móti 83,6 prosentum. Hetta merkir tað sama sum, at fyri hvørji seks, sum biðja um pass, biðja fimm um eitt ES-pass og ein um eitt føroyskt pass. Støðug gongd At býtið millum [...] fleiri, sum valdu grøna passið. Tá vóru 5404 ES-pass útskrivað, meðan talið av grønum passum var 1107 pass. Tá var prosentbýtið 79,5 prosent reyð pass og 20,5 prosent grøn pass. Útdeytt um 12 ár Hvør orsøkin
- Eitt skepilsi býr inni í mær, og skepilsið livir av ótta. Og eg óttist veðurlagsbroytingar. Soleiðis byrjaði Tjóðhild Patursson, stjóri á Mat- og moldmentanarháskúlanum, røðu sína til veðurlagsverkfallið [...] tekur skepilsið yvir kroppin. Onkuntíð tá skepilsið svevur, kenni eg meg vónríka og sterka. Og eg seti mær fyri, at nú skal eg gera alt tað, sum eg veit, at eg eigi, men eg ofta ikki megni. - Tí tað er ikki [...] eg fari at minnast til at sløkkja øll ljós í húsinum altíð. Og eg fari ongantíð, ongantíð, at keypa ein plastikkposa - eg fari altíð at minnast til berinetið, segði Tjóðhild Patursson. Tær loysnir og teir
vera øra, tí ein skógvahandil í Føroyum, sum bara selur nøkur av heimsins dýrastu merkjum, var óhugsandi. Í Klaksvík var tað beinleiðis tápuligt. Hildu tey flestu. Men ikki Bergtóra - Eg var vís í, at tørvurin [...] tína persónligheit og osar av sjálvsáliti. Ein kvinna við stíli er væl pleygað og lekkur uppá ein avslappaðan máta, staðfestir hon og heldur fram. - Hon er ein, tú hevur respekt fyri og sum ikki hevur brúk [...] persónligheitini, sigur Bergtóra, sum eisini hevur onkur góð ráð at geva mannfólkunum. - Einar cowboybuksir, sum sita væl, ein smart T-shirt og ein snøggur klædningsjakki kunnu fáa flestu mannfólk at taka
lenda. Útgerðin var ikki stór, ein vindposi og eitt walkie-talkie. Grastúgvur vóru á vøllinum, men hvørki flogskiparin ella ferðfólkini hildu tað vera nakað at tosa um. Hesin vøllur var góð trygd fyri oy [...] havt ein flogvøll í Suðuroy, ein á Viðareiði og hví ikki ein í Mykinesi. Stuttar vøllir við einum vindposa. Eitt annað sum kundi komið burturúr hevði so verið at tað hevði borið til at fingið ein skúla [...] oyggjabúgvunum tá brim var. Her hava vit nú fingið okkum tyrlur at røkja okkara samskifti við fjarløgd støð innanlands, og er hetta ein algóð tænasta. Men spurningurin er, um tað ikki hóast alt er vert at
og eru sangirnir yrktir eina summarfrítíð, tá Teitur var heima í Føroyum. - - Sólin og Regnið kom burturúr nøkrum løgum, ið eg skrivaði tá ið eg var heima eina summarfrítíð. Av tí, at tey eru skrivað samstundis [...] tílíkt. Nógvir møguleikar eru at byggja víðari upp á hugskotið. Nú skal eg bara finna mær stundir til at gera hetta, sigur Teitur. Teitur, sum í løtuni búleikast í London, hevur annars ikki verið so nógv [...] við fløguna. Hon er framleidd í einum tøttum samstarvi við Niclas Johannesen, sum eisini hevur havt ein stóran týdning í verkætlanini. Hann fekk eld í bálið og tók um endan, greiðir Teitur frá. Ungi tónasmiðurin
mars mánað hevur lært hjá Klement Petersen í Saltangará. Og hvussu verður tað nú hjá NSÍ? - Hetta var ein góð vika. Mikukvøldið spældu vit okkum í steypafinaluna fyri unglingar. Fríggjakvøldið vunnu vit [...] seinni í ár, at hetta málið fer at hava uppaftur størri týdning, enn tað hevði leygarkvøldið. Málskjúttin hevur ikki verið í sovornari støðu áður. Hann er seytjan ára gamal, og hetta var fyrsta ferðin, [...] hampuligt. Men eg hevði ikki hugsað um, at hetta skuldi verða dysturin og kvøldið, tá ið eg skuldi skora fyri fyrstu ferð í Formula deildini. Men tað var ein deilig kensla, greiðir ungi NSÍ maðurin frá
frá einum umfari, og ta støðuna ætlar meistaraliðið sær eisini at verja, nú Víkingur kemur á vitjan. – Vit hava havt onkrar skaðar, men í síðstuni hava teir flestu vant aftur. Vanliga dámar mær ikki [...] oddalið, so taka vit ein dyst í senn, og vit skulu vinna hvørja ferð – eisini hesa ferð. Men Víkingur hevur sín egna spælistíl, ið er rættiliga inngrógvin, so vit vita, at hetta er eitt av liðunum, tað [...] Sum um tað ikki var nóg ringt, at Víkingur á stokkinum misti finalusessin týskvøldið, fingu eisini tríggir av spælarunum skaðar at dragast við. Hans Jørgen Djurhuus fekk eina fipurspreinging, Sam Jacobsen