Februar 2010

Grøna passið vekk um 12 ár


Fyri hvørjar seks íbúgvar, sum fáa nýtt pass í Føroyum, er bert tann eini, sum velur grøna, føroyska passið. Hinir fimm vilja heldur hava tað reyða ES passið, og hvørt ár velja alsamt fleiri grøna passið frá


Grøna, føroyska passið hevur beina leið móti at avtaka seg sjálvt. Tað vísa hagtøl frá Løgregluni, sum umsitur og útvegar pass í Føroyum. Samstundis velja alsamt fleiri at fáa sær eitt reytt ES-pass.

Eftir nógva togan aftur og fram og drúgt kjak gjøgnum fleiri ár, gjørdist tað á vári 1997 møguligt hjá føroyingum at velja, um teir vildu hava eitt reytt danskt ES-pass, ella eitt av grønu, føroysku passunum.

Men nú gott 13 ár seinni, sær tað út sum, at føroyska passið er við at avtaka seg sjálvt so lýðandi, og at tað í alsamt størri mun verður tað danska ES-passið, sum føroyingar helst vilja nýta.

Av teimum 5122 passunum, sum vórðu útskrivað í 2009, vóru bert 722 pass av teimum grønu føroysku, meðan hini 4400 passini vóru tey reyðu donsku ES-passini. Býtið er 16,4 prosent móti 83,6 prosentum.

Hetta merkir tað sama sum, at fyri hvørji seks, sum biðja um pass, biðja fimm um eitt ES-pass og ein um eitt føroyskt pass.


Støðug gongd

At býtið millum føroysk og ES-pass er so markant er ikki nøkur nýggj støða.

Í 2008 vórðu 5198 reyð ES-pass og 887 grøn pass útskrivað, svarandi til at 17,66 prosent eru grøn, meðan hini 82,34 prosentini vóru reyð.

Árið fyri, í 2007, vóru tað uppaftur fleiri, sum valdu grøna passið. Tá vóru 5404 ES-pass útskrivað, meðan talið av grønum passum var 1107 pass. Tá var prosentbýtið 79,5 prosent reyð pass og 20,5 prosent grøn pass.


Útdeytt um 12 ár

Hvør orsøkin til hesa gongdina er, er ilt at gita um. Staðfestast kann tó, at tað ganga nógvar søgur um bæði passini.

Eitt nú siga fleiri, at tey velja tað reyða ES-passið, tí tað skal vera verri at sleppa inn í summi lond við tí grøna passinum. Onnur sigast velja reyða passið, tí tað eru bert »tjóðskaparligir tjóðveldismenn«, sum velja grøna, føroyska passið.

Hinvegin sigur onkur, at meðan Muhammeds-kreppan stóð við, var frægari at hava eitt grønt pass, tí danir vóru í ringum ljósi nógvastaðni í heiminum júst tá.

Men óansæð hvør orsøkin man vera til, at fólk heldur velja at fáa sær reytt pass, kann staðfestast, at við verðandi gongd, har minkingin í býtinum av føroysku passunum er góð 1,36 prosent um árið, verður síðsta føroyska passið útskrivað um góð 12 ár, ella í 2022.


***


Neistin og Stjørnan vunnu

Steypafinalurnar í hondbólti endaðu við, at Havnin og Klaksvík vunnu hvør sína finalu. Hjá monnum stóð finalan millum høvuðsstaðarfeløgini Neistan og Kyndil, og Neistin vann 31-27. Hjá kvinnum hittust Stjørnan og VÍF í finaluni, og tað vóru favorittarnir í Stjørnuni, sum vunnu finaluna – úrslitið var 29-22. Nógv fólk var í ítróttarhøllini á Hálsi og hugdu at finalunum, sum eisini verður varpaðar í útvarpi og sjónvarpi. 






Sørvágur tók alt

Sørvingar vóru stóru sigursharrnir og –kvinnurnar, tá ið steypafinalurnar í flogbólti vórðu spældar. SÍ var í finalunum hjá bæði monnum og kvinnum, og SÍ vann eisini báðar finalurnar. Hjá monnum dystaðist SÍ við Mjølnir og vann 3-0. Hjá kvinnum var Dráttur eisini í finaluni, og SÌ vann 3-2.







Flestu prestarnir víga fráskild

Fýra av hvørjum fimm prestum í Føroyum eru fyri at víga fráskild.

Seinastu árini eru komnir nakrir prestar, sum taka sær av rættinum, ið teir hava, til at nokta at gifta upp aftur fólk, sum eru fráskild. Sosialurin hevur spurt flestu prestarnar í landinum, hvat teir siga til henda spurning. Prestarnir, sum ikki hava trupulleikar við at víga fráskild, aftra seg ikki við at siga tað. Onkur sigur seg gera tað gjarna, nakrir siga, at teir eru ikki settir at vera dómarar, og at ta, sum um ræður er, at hjún eru góð við hvørt annað.

(mynd)




Át 80 hítir við hassji

Tey, sum smuggla rúsevni, strekkja seg rættiliga langt í royndunum at lumpa tollvald og løgreglu, og hugflogið er gott. Seinasta rákið er bæði mannfólk og konufólk eru farin at smuggla rúsevni innvortis.

Løgreglan og tollvaldið hava varnast, at smugglarar hava pakkað smáar nøgdir av rúsevnum í hítir og hava svølgt tað, og so fer tað ígjøgnum alla sodningarskipanina og út aftur hinumegin.

- Tann síðsti smugglarin vit tóku, sum hevði svølgt rúsevni, hevði svølgt 80 hylki av rúsevnum, har smáar nøgdir á stødd við eina pinocchiokúlu, varð pakkað inn í hítir og svølgt, sigur løgreglumaður.


***



Lívið gongur við tí rúkandi ferð, so njót lívið á tamb og ver takksom fyri øllum tí vakra rundanum teg oga llar avbjóðingarnar, sum eru og hav í huga, at tú hevur altíð lísið hjá einum øðrum í hondum. Bið um fyrigeving og fyrigev, tí tá loysir tú teg og onnur úr hafti.

Armgarð Arge, útvarpskvinna


Ein tíma áðrenn, eg fyrstu ferð var at síggja í X Factor, kendi eingin í Danmark meg. Ein tíma eftir sendingina sat eg í metroini, og ein drongur kom og spurdi, um eg ikki var hon í troyggjuni.

Anna Nygaard, føroysk songkvinna