Sum um tað ikki var nóg ringt, at Víkingur á stokkinum misti finalusessin týskvøldið, fingu eisini tríggir av spælarunum skaðar at dragast við. Hans Jørgen Djurhuus fekk eina fipurspreinging, Sam Jacobsen koykti sær fótin og Nenad Stankovic fekk eisini onkran skaða, ið helst heldur honum uttanfyri, nú Víkingur sunnudagin klokkan 15 vitjar HB í Gundadali.
– Tað er sjálvandi ein strika í rokningini hjá okkum, at vit missa tríggjar so royndar spælarar. Men hinvegin er tað so, at fer onkur út, kemur onkur annar inn. Kanska HB í Gundadali ikki er tann dysturin, har vit vænta okkum trý stig hvørja ferð, men vit ætla okkum at fáa stig og at vinna okkum innaftur í kappingina, sigur venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen.
HB hevur síðani sætta umfar verið oddalið, burtur sæð frá einum umfari, og ta støðuna ætlar meistaraliðið sær eisini at verja, nú Víkingur kemur á vitjan.
– Vit hava havt onkrar skaðar, men í síðstuni hava teir flestu vant aftur. Vanliga dámar mær ikki steðgir í kappingini, men hesar síðstu tvær vikurnar hava givið fleiri møguleikan at komið fyri seg aftur, sigur venjarin hjá HB, Kristján Guðmundsson.
– Sjálvt um vit eru oddalið, so taka vit ein dyst í senn, og vit skulu vinna hvørja ferð – eisini hesa ferð. Men Víkingur hevur sín egna spælistíl, ið er rættiliga inngrógvin, so vit vita, at hetta er eitt av liðunum, tað er torført at vinna ímóti.
Tá liðini spældu í Gøtu í øðrum landskappingarumfari fyri góðum tveimum mánaðum síðani, gjørdist úrslitið ein málleysur javnleikur sigur venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, ið tó kann frøast um, at Niclas Niclasen er við aftur eftir karantenu.