soleiðis er ikki longur. Tí er brúk fyri slíkum heimum og íbúðum, og tað er gott, at hetta nú verður veruleiki, segði Fanny Petersen. Sambýlið undir Kráarbrekku skal standa liðugt til komandi summar, um alt [...] sambýlinum undir Kráarbrekku, sum er reist og er farið at taka skap. Millum gestirnar í stóru húsunum hendan dagin var 93 ára gamla Fanny Petersen, sum fyri meira enn 50 árum síðani fór undir at savna [...] skulu vónandi verða liðugtbygdar áðrenn árslok næsta ár. Stórur áhugi er fyri hesum eldraíbúðum, sum er nýskapandi á eldraøkinum. Tað er ein sjálvsognarstovnur, sum stendur fyri byggingini av sambýlinum og
posanum. Men Kaj gav okkum strangliga boð um ikki at geva út ? vit skuldu hála. Tá ið Mortan kom at borði lat í honum: »Hetta er eitt ræðuligt skil, eg hevði ikki droymt um at doyggja á sjónum«. So løgið tað [...] á einari brík. Eg vaki mannin, og mín sann er maðurin úr Streymnesi. Eg spurdi hann, um hann visti nakað um Òla Jákup Magnussen. »Jú, hann býr her, men hann er farin í býin«. Tá ið teir komu aftur hitti [...] men tíbetur hendi hetta ikki. Skipið gjørdist vrak og varð sleipað heim. Sum áður nevnt fór eg eftir hetta til Keflavíkar at arbeiða og var har í heili 12 ár. Heilsan er eittans Nú eri er vorðin 90 ár og
við at dyrka hetta hatið til Danmark. Men er hetta ikki bæði ússaligt og feikt? Vit hoyra at Danmark vinnur pengar uppá tað føroyska samfelagið, bæði á tí militera og handilsliga økinum. Er tað nú heilt [...] kommunu er bert eitt skattaprocent tað sama sum 18 milliónir krónur. Hetta haldi eg og fleiri við mær, vera alt annað enn demokratiskt og sera órættvíst. Vit hava søkt Hovedstatens udviklingsråd, sum er ovasti [...] men svarið er NEI. Er hetta rættvíst ? áttu tað ikki at verið kommunurnar sjálvar, sum best vistu, hvat teirra egnu borgarar hava brúk fyri? Hvat stríðast vit aktuelt við? Hesi seinnu árini er íkomið eitt
føroyingur í London: - Eg føli tað sum eina styrki, at mín uppruni er føroyskur. Føroyar eru eitt ógvuliga ríkt land um hugsað verður um mentan. Um samanborið verður við London, so eru tað lutfalsliga nógv fleiri [...] Music í London biðið teir um at søkja um upptøku sum bólk, nú teir gerast lidnir sum einstaklingar næsta ár. - Nú fáa vit at síggja hvussu tað gongur. Í løtuni er tað so nógv, ið er óvist, bæði viðvíkjandi [...] seinasta árið á konservatoriinum. - So má eg royna aftur av nýggjum. Um tað hendir, er tað eingin vanlukka, tí um tikið verður samanum, er ynskið hjá mær bert at vera eydnusamur, sigur Andras at enda.
hava 49 stig, tá landskappingin 2001 er av. Somikið nógv betri enn hini liðini tykjast hesi vera í løtuni, og saman skaptu tey so eisini besta dystin, sum er leiktur hetta kappingarárið. B36-GÍ 3-1 (3-1) 1-0: [...] nakað væl betri upp enn Heðin, sum fór bóltandi niðuraftur, og floytan ljóðaði. Jákup á Borg varð settur at skjóta, og hóast bólturin bar við eitt GÍ-høvd á veg upp um múrin, so gjørdi hetta bara, at bólturin [...] bólturin klistraðist enn longu upp móti tríkantinum, og so var B36 á odda. John syrgdi fyri rest Málið setti av álvara ferð á dystin. Gøtumenn vóru sjálvandi alt annað enn nøgdir um at vera aftanfyri, og royndu
tað er ikki annað enn náttúrligt, at tað er hann, sum hevur leiðandi leiklutin á miðvøllinum. KÍ royndi at broyta eitt sindur upp á liðið, til tess at koma inn aftur í dystin, og partvíst eydnaðist hetta [...] Fótbóltur Eftir at KÍ seinastu vikurnar hevur gjørt um seg á stigatalvuni, vóru fólk í Klaksvík so smátt farin at hugsa um møguleikan fyri heiðursmerkjum hetta kappingarárið. Ein møguleiki, sum annars tóktist [...] fingu ikki stórt meira enn givið bóltin uppaftur, so hevði dómarin blást dystin av. Ov tunt Sum nevnt í byrjanini, so høvdu runavíkingar lítið annað enn æruna at spæla fyri, og tí er tað helst avmarkað, hvat
sessinum, og ivaleyst var tað við vónini um at vinna seg enn longur upp, at farið varð til Eiðis, har ein sigur kundi innibera, at liðið eisini lyfti seg upp um dystin um upp- og niðurflyting. Lág ferð Tá vágamenn [...] álopsmaðurin hjá EB/Streymi er ikki spælarin, sum letur eitt tílíkt tilboð fara framvið, og tað gjørdi hann so heldur ikki hesa ferð. Hetta betraði sum vera man enn meira um fyritreytirnar hjá heimaliðnum [...] tryggjaði hetta eisini liðnum framhaldandi tilveruna í bestu mansdeildini. Í øllum førum er sera ilt at ímynda sær, at teir skulu missa fimm stiga-leiðsluna niður til FS Vágar, og at hetta er hent longu
lagdir aftur um bak, og so er spurningurin, hvat teir megna at gera, tá teir komandi vikuskifti fara til Gøtu á vitjan. Hjá HB er hinvegin alt tos um heiðursmerki tagt burtur fyri árið. Liðið er í løtuni á [...] at standa seg í kappingini um heiðursmerkini. Hinvegin gevur hetta møguleika at geva blaðungu monnunum nakrar royndir í fyrsta liðs høpi, og kann hetta virka til at betra um møguleikarnar fyri framtíðina [...] , so man hetta helst svíða meint hjá sigursvanda felagnum. Trupulleikin hjá HB er bara, at í løtuni skal liðið ikki rokna við at koma nógv longur upp eftir stigatalvuni. Hópurin hjá teimum er ikki hin
støðurnar skjótt. Tá hann er í fullari dystarvenjing er hann ein væl betri álopsspælari, enn Heine Fernandez er tað. Ímóti Lazio verður talan fyrst og fremst um kontraspæl, og har er tað fáur, sum stendur [...] Toda: ? Hann er ein av allar bestu álopsmonnunum í superliguni. Eg havi fleiri ferðir spælt ímóti honum, og hann er ótrúliga kropssterkur, umframt at hann er skjótur, hevur góðan bóltførleika og fatar støðurnar [...] teir. Teir høvdu tað ikki, men tað tóktist sum um FCK spælararnir høvdu fingið boð um at miðja eftir høvdunum hjá Zuma og Toda Jónsson. Onkra ferðina eydnaðist teimum at samanspæla frammarlaga á vøllinum
svíkur eina lítla løtu, og so revsa hinir. Tíbetur hendi hetta ikki hóskvøldið, tí heldur enn at iðra seg um mistakið, so valdu gøtumenn at stríðast enn harðari, nú teir vóru komnir afturum. Miðvøllurin vann [...] so avgjørt ikki var um samlaða útfallið av uppgerðunum, ella kanska er tað bara trupult at fáa fólk at koma til hesar miðvikudystirnar. Ungt lið At tann stóri spenningurin ikki var um samlaða útfallið, kundi [...] stóran mun var um ungar leikarar, men hinvegin eigur einki at takast frá gøtumonnum av teirri orsøk. Lítið er at ivast í, at nýggju menninir við hesum vildu vísa venjaranum, at dugur er í teimum, soleiðis