verður sent, tá løgmaður í Útvarpinum 23. august 2000 viðgongur, at ætlanin sjálvandi ikki er, at ST skal leggja upp í samráðingar, og at hetta heldur ikki letur seg gera, um ikki eisini danska stjórnin [...] rarnir frá gongdini í málinum viðvíkjandi brævinum til ST og eru stórliga bilsnir um at løgmaður ikki hevur kunnað um brævið. ? Í brævinum verður m.a. sagt, at danska stjórnin ikki hevur víst veruligan [...] boð um. ? Tað hevur sjálvsagt áhuga fyri bæði spyrjararnar og fyri alt Føroya fólk at fáa at vita, um landsstýrið hevur sett seg í samband við aðrar altjóðar stovnar í sambandi við fullveldissamráðingarnar
teir eru og fara at verða, ikki bara í Føroyum. Set teg inn í ummælini teir fáa í øðrum londum. Nei Uni og samsintir, ið kanska liva í vardum umhvørvi: “Fiskivinnan gevur ikki hall, men eigur enn grundarlagið [...] við 2.3 mia. krónum. Konservativt, fyri at brúka orðini hjá Una, kann sigast, at fiskivinnan í øllum førum fyri 70% viðkomandi beinleiðis og óbeinleiðis eigur lívið í føroyska samfelagnum. Henda vinna, [...] Eftir at hava lagt greinina hjá Una Arge, “Føroyar í politiskum kyksendi” í Dimmalætting 18. september, frá mær, spurdi eg meg sjálvan: “Liva vit veruliga í einum samfelag, har alt er so út av allari leið”
yvirspenta reaktión hjá Vár í Gong. Fyri tað fyrsta verður talan ikki um at ”sjúkrarøktarfrøðingar skulu víkja” fyri øðrum. Fyri tað næsta verður talan ikki um, at nakar annar fakbólkur skal yvirtaka ábyrgdina [...] røktini. Og fyri tað triðja verður ikki talan um flyta fakmørkini, uttan at teir avvarandi fakbólkarnir eru við í arbeiðinum at seta tey nýggju mørkini fyri virkisøkini. Hetta skulu vit í felag gera greiðar [...] longu í dag á fleiri av teimum størru sjúkrahúsunum í Danmark. ” Eg haldi vit skulu síggja henda møguleikan fyri at flyta fakmørkini uppeftir sum eina avbjóðing og ikki sum eina hóttan. Lat okkum í felag
Endamálið er, at tey ungu kunnu kenna seg aftur í hesum Nýggja Testamenti, stendur at lesa í grein í Sosialinum frá 1. apríl 2011. Men forkvinnan í Javnstøðunevndini, Kristianna Winther Poulsen, staðfestir, at [...] Forkvinnan í javnstøðunevndini fýlist nú á, at ikki eitt tað einasta konufólk er við í arbeiðnum at umskriva Nýggja Testamenti so at tað verður lættari at lesa og skilja hjá yngra ættarliðnum. Endamálið [...] at tað eru seks mannfólk, sum sita í nevndini, ið stendur fyri útgávuni. Afturat hesum eru trý onnur mannfólk í umsetaratoyminum, umframt tveir afturat, sum eisini eru tengdir at verkætlanini. - Hesir
kunngerð um merking av matvørum, sum í besta føri tryggjar, at vit ikki verða beinleiðis villleidd, men í ringasta ikki ávarar okkum móti tilsetingarevnum, vit møguliga ikki tola. [...] hevur hann í allarflestu førum gjørt sína skyldu. Orð sum orkubýti og føðsluvirði eru als ikki nevnd, meðan tilsetingarevni stutt sagt ikki eru umfatað av kunngerðini. Hví mynduleikarnir ikki meta tað vera [...] nøkur E-nummur at lesa. Hentir upplýsingar fyri tey flestu og alneyðugir fyri summi, men teir eru als ikki ein sjálvfylgja. Føroyska kunngerðin um at merkja liðugt pakkaðar matvørur ásetur nevniliga ongi krøv
tað longur neyðugt at búgva í somu oyggj, sum festið er, fyri at kunna røkja tað, spyr landsstýrismaðurin. - Hóast festarin ikki býr í somu oyggj, sum festið er, kann hann fyri tað búgva rættiliga tætt við [...] reglurnar eru nú, skal festarin búgva í somu oyggj, sum festið er. Hendan reglan stavar frá eini gamlari tíð, tá ið samferðslumøguleikarnir vóru heilt øðrvísi og verri, enn teir eru í dag. - Í dag er nógv tann [...] bústaðarskylduna í ávísum førum og at herða hana í øðrum føri. Onkuntíð hevur verið ført fram, at í øllum førum er neyðugt at krevja bústaðarskyldu frá teimum, sum hava festi á útoyggj fyri at tryggja, at
alt fyri eitt revsaðir av kundunum, ið hava møguleika fyri at leita sær í aðrar bankar. Tann møguleikin finst gott nokk í Føroyum, men so at siga bert á pappírinum. Havandi í huga at rentustøðið í Føroyum [...] ivaleyst gippað í meira enn einum av teimum mongu stjórunum í Húsagøtu, tá tað júst eftir jólahalguna frættist, at kappingarneytin yviri við Strond – fyribils í hvussu er – IKKI vil ganga í takt við stórabeiggja [...] at hoyra – fyri ikki at siga láturligt – tá ein av stjórunum í Bank Nordik royndi at greiða frá, hví deildir í so stórum plássum sum Fuglafirði og Vestmanna máttu lata aftur, tí bankin “ikki hevði ráð”
verið at sæð til í seinastuni í Føroyum. Bill gjørdi einki minni enn at leggja Sosialin undir at vera farnan í heilagan bardaga móti Miðflokkinum – sikken eitt skotsmál! Hann er skjótur í boksihandskarnar [...] rin, og fyri góðum mánaði síðani var ikki lukkuligt at standa fyri, tá hann legði eftir Sjúrði Skaale, tí hesin hevði dittað sær at siga nøkur kritisk orð um framferðarháttin hjá formanninum í sama Miðflokki [...] um broytingina í grein 266b var fyri á løgtingi. Flestu fólk tíma illa í eitt blaðkjak við slíkar religiónsfanatikarar, tí vit vita, at tað er sum ein skrúva uttan enda at kasta seg út í slíkan polemikk
nærliggjandi at spyrja, um tað verður torført at verða rættvísur. - Nei, tað skulu fólk ikki stúra fyri. So skjótt eg tríni á vøllin, so dømi eg rættvíst, líkamikið hvørji liðini eru, greiðir hann flennandi [...] væl? - Tað er fleiri ógloymandi løtur. Eitt nú, tá Alan Kennedy skoraði móti Real Madrid í Evropa Cup finaluni í 1981. Eg gleði meg sera nógv til hesa uppgávuna. Eg hevði so ongantíð væntað, at eg slapp [...] Johan Carl Dam skal leygardagin verða dómari, tá Føroyar Legends og Liverpool Legends skulu dystast á Tórvølli. Johan Carl Dam hevur seinastu 40 árini verið drúgvur Liverpool-fjeppari, og tí er nærliggjandi
treytin fyri friði er demokrati, og tað finst ikki í palestinsku økjunum, sum støðan nú er har, vísir hann á. Vit sita inni hjá Gillon hjúnunum í býnum Mevaseret Zion, sum liggur beint vestan fyri Jerusalem [...] veruligt demokrati, skal tað koma innan úr fólkinum. Og tað ger tað ikki í hesum førinum. Hann ásannar tó, at tað ber til at liva friðaliga saman við einum granna, sum ikki hevur demokrati í okkara týdningi [...] Gillon, sum í summar var í Føroyum og vitjaði sum ísraelskur sendiharri í Danmark, varð valdur til borgarstjóra komandi fimm árini. Býurin er lítil. Bara 26.000 íbúgvar, sigur hann, so tað var ikki politiskt