Myndugleikarnir í Japan siga nú, at vanlukkan á Fukushima-kjarnorkuverkinum er so mikið álvarssom, at teir hava gjørt av at flokka hana á sama stigi sum Tjernobyl-vanlukkan. Tað vil siga, at teir meta
Frá 5. apríl at rokna verður tað 24 prosent dýrari at innflyta vørur úr Japan til USA. Millum størstu útflutningsvørurnar úr Japan til USA eru bilar, billutir, maskinur og heilivágur. [...] Japan ætlar, at forsætisráðharri landsins, Shigeru Ishiba, skal fara at tosa við amerikanska forsetan, Donald Trump. Samrøðan fer í fyrsta lagi at snúgva seg um tollviðurskiftini landanna millum. Í løtuni
Japanska stjórnin hevur vrakað eitt uppskot frá leiðsluni í Altjóða Hvalaveiðinevndini, sum ásetti, at Japan skuldi skerja sína stórhvalaveiði í Suðurhøvum munandi, men at landið skuldi fáa eina minni vinnuliga [...] Japanski fiskimálaráðharrin, Hirotaka Akamatsu, sigur við AP-tíðindastovuna, at stjórnin fegnast um, at Japan kann halda fram at veiða hval, men at landið kann ikki góðtaka, at veiðan í Suðurhøvum skal skerjast
Mangt bendir á, at ein tyfon - ella tropisk ódn - fer at raka Okinawa í Japan hósdagin. Í hesum sambandi verða fleiri túsund íbúgvar fluttir burtur úr økjum, sum kunnu gerast harðast rakt. Tað er ódnin
tjóðartingið í Japan eina lóg, ið lovar stjórnina at senda hernaðarligar herdeildir í kríggj í øðrum londum, tá talan er um at verja tjóðina ella áhugamál hjá teirra sameindu. Harvið uppgav Japan sín leiklut [...] Síðani hevur Japan verið fyridømi hjá talsmonnum fyri friðarligari samtilveru millum heimsins tjóðir, og víst hevur verið á, at orsøkin til búskaparligu og tøkniligu framgongdina hjá Japan síðani 2. ve [...] Nærmastu grannarnir hjá Japan, Kina og Suðurkorea, hava longu funnist at nýggju lóggávuni. Tað er kanska heldur ikki óvæntað, tí júst tey bæði londini eru millum tey, ið Japan hevur hertikið í 20. øld
Japan vann í dag rættiliga óvæntað á Spania í olympisku fótbóltskappingini hjá monnum. Dysturin, sum var á Hampden Park í Glasgow, endaði 1-0 til Japan. Málið skjeyt Yuki Otsu í 34. minutti. Tað gjørdi
Japan hevur í kvøld vunnið heimsmeitarakappingina í fótbólti fyri kvinnur. Í finaluni, sum var ímóti USA, vann Japan aftan á brotssparkskapping. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og aftan á longdu [...] 2-2. So var brotssparkskapping, og hana vunnu tær japonsku kvinurnar 3-1. Hetta er fyrstu ferð, at Japan yvirhøvur vinnur heiðursmerki í einari HM-kapping fyri kvinnur. USA hevur vunnið HM fyrr og hevur
hesi støðuni so skjótt sum gjørligt, segði Taro Aso, fíggjarmálaráðharri, fríggjadagin. Í apríl koma Japan við einum hjálparpakka, sum við 108 billiardum yen var enn størri, fyri at andøva ímóti koronufarsóttini
Týska fótbóltslandsliðið byrjaði HM við at tapa óvæntað 1-2 ímóti Japan í endaspælinum í Qatar. Týskarar klossaðu eina 1-0 leiðslu burtur síðst í dystinum, tá japanarar skoraðu tvær ferðir og fingu best [...] stóran møguleika, og harvið fingu týskarar ikki bundið um, tá teir høvdu møguleikarnar. Í staðin fekk Japan javnað til 1-1 eftir 75 minuttir. Innskifti Freiburg-spælarin fylgdi síðani upp, tá bólturin støkk [...] málmaðurin Manuel Neuer lat vera ov nógv pláss. Týskarar trýstu á fyri at javna ímóti endanum, men Japan helt støðu og fór við øllum trimum stigunum í fyrsta dystinum í E bólkinum. /ritzau/
Japanar hava í dag sløkt tann seinasta kjarnorkureaktorin, og fyri fyrstu ferð í meiri enn 40 ár standa allir teir 54 reaktorarnir í landinum stillir. Tann seinasti, sum er sløktur í dag, er á Tomari-