Japan: -Tíðin farin frá Kyoto-avtaluni

Tað var einki minni enn ein bumba á ST-veðurlagsráðstevnuni í Cancún í Meksiko, tá Japan í dag boðaði frá, at landið fer undir ongum umstøðum at ganga við til at leingja Kyoto-avtaluna úr um 2012.

Kuni Shimuda, sum er ráðgevi hjá japanska umhvørvismálaráðharranum, sigur við fjølmiðlarnar, at tíðin er farin frá Kyoto-avtaluni, tí hon umfatar bara ein fjórðing av øllum CO2-útlátinum í heiminum.

Japanska stjórnin er serliga vónsvikin av, at USA og Kina eru ímóti at binda seg til at skerja útlátið av vakstrarhúsgassi.