Japan útflytir í stórum

Kann útflutningurin brúkast sum eitt barometur fyri, hvussu tað gongur við búskapinum í einum landi, so gongur tað strúkandi í Japan. Nýggj hagtøl vísa, at japanski útflutningurin í mars var góð 43 prosent størri enn í sama mánaði í fjør.

Handilsjavnin hevði 57 milliardir krónur í avlopi samanborið við 320 milliónir krónur í halli í mars í fjør. Japanska hagstovan sigur, at tann ovurstóri vøksturin kemst av, at landið hevur útflutt munandi fleiri bilar og teldur í ár.

Tað er serliga marknaðurin í Asia, sum keypir vørur úr Japan. Hesin parturin av útflutninginum var næstan 53 prosent størri í síðsta mánaði enn í mars í fjør.