áðrenn tann møguleikin er til steðar. So tað suðuroyarskipið, sum nú verður bygt, og sum verður eitt sera framkomið og nútímans skip, verður ikki ein nøktandi loysn fyri Suðuroynna nógv ár fram - kanska [...] síðsta við, sum skal til. Føroyingar eru jú í leiðsluni hjá nógvum av fyritøkunum og eru primus motor. Tað, sum manglar, og sum John Petersen eisini hevur verið inni á, er, at vit eru ikki nóg kapitalsterkir [...] hetta skipið nú. -Vit mugu hava tað fyri eygað, at tað siglir ein Smyril, sum kom til landið fyri gott og væl 25 árum síðani. Útviklingurin krevur, at tú endurnýggjar har eisini. Men næstu ferð tað verður
í fjør og í vár mistu teir fisk í hundraðtúsundatali, tá ið aliringar slitu í óveðri og aftur nú í heyst fór ein ringur til botns, men missurin hesuferð var ikki so stórur, sigur Heri Hjelm. Og omaná alt [...] so hvørt. Men at tað so verður við nýggjari leiðslu og nýggjari nevnd, eru øll greið yvir. Og Heri Hjelm veit ikki enn, hvørja hugsan nýggja leiðslan og nevndin í felagnum fer at hava um virksemið í Føroyum [...] sum Pan Fish eigur ein stóran part av og nú norska stórfelagið er í álfvarsligum trupulleikum, veit Heri Hjelm ikki, hvar hann flýtur. ?Støðan er ógvuliga ógreið og vit vita onki, hóast eg haldi, at ein
umborð og sigur, at higartil hevur honum dámt væl, og hevur hann bert gott at bera øllum umborð. Men hann leggur afturat, at enn er so stutt fráliðið, at hann fór umborð, og tískil er alt so nýtt og spennandi [...] tveir synir. Tann eldri eitur Áron og er sjey ára gamal og fyri stuttum bleiv Høgni pápi aftur, tá Hansa átti ein lítlan drong tann 28. novembur, og hann hevur tí einans sæð lítla son sín, sum verður yvir [...] fingu kaffi og vaflir. Eisini var ein køka, har tað stóð tillukku við soninum á. Tað var sera vakurt gjørt av teimum, og eg var avbera bilsin, tí tað hevði eg als ikki væntað, sigur Høgni, og tað hoyrist
endi hetta teldubræv við at senda jólaheilsur til ætt, vinir og kenningar og ikki minst tykkum, sum av og á kveita í teldubrævið. Gleðilig jól og gott nýár. [...] hvørja tíð á árinum vit hava nú. Heystið er farið afturum, veturin og myrkrið eru komin, og tað nærkast jólum. Vit vita, at kristna høgtíðin og tíðin tá ið dagarnir aftur fara at leingjast, eru samstundis. [...] nakað burturúr, so ræður um at nýta tíðina rætt og ikki øsa alt uppí skúm. Vit vita, at jólini geva okkum nakrar dagar, har stundir eru at vitja ætt og vinir og seta ferðina niður. Var sjálvur fyrr í vikuni
orðini aftur. Men tað er ikki vist, at tað er nóg mikið. Fleiri svartir felagsskapir í USA og demokratiskir andstøðupolitikarar hava mælt Lott til at taka seg úr senatsembætinum, og fjølmiðlarnir liggja heldur [...] kanna nú, um senatorurin fyrr hevur úttalað seg á rasistiskan hátt, og tær fyrstu avdúkingarnar eru longu komnar. Hetta kemur Bush forseta og republikanarunum sera illa við, tí flokkurin hevur júst roynt at [...] Thurmond var valevni á einum rasistiskum lista í statinum South Carolina, har rasuskilnaðurin millum hvít og svørt varð hildin í hevd. Sum guvernørur í statinum royndi Thurmond at gerast forseti, men tapti. Tað
ð ikki eins gott og áður, vinnulívið fær ikki eins góðar flutningsmøguleikar, við tað at Farmaleiðir og tær privatu flutningsfyritøkurnar koma ikki eins ofta sum áður til bygdina, og ein partur av han [...] armar og royna at skapa meir virksemi í bygdini. Vit hava gjøgnum tíðina víst, at vit klára at tillaga okkum nýggjar tíðir, og hóast seigligir av lyndi, ofta eru við til at bróta upp úr nýggjum og verða [...] vinnuna. Tann eftir hondini nógv umtalaði fiskivinnudepilin er kærkomin, og vil hann heilt vist verða við til at seta lív í bygdina og fylla aftur tað tómrúmið, ið vil verða eftir at farleiðin vestur á flogvøllin
ímóti, tí honum dámar so ómetaliga væl at spæla og syngja. Hann og Kim Hansen arbeiða nógv saman, og Jens Marni sigur, at hóast annar er meira til rokk og hin kanska eitt sindur nærri at poppinum, so hevur [...] tað er strævið at arbeiða alla vikuna og so eisini um vikuskiftið. - Men eg havi fingið sera góðar sømdir frá mínum arbeiðsplássi, tað er púra vist. Annars er ikki vist, at hetta hevði kunnað borið til, heldur [...] Føroyum, tær eru so at siga ongar. Og sum tónleikari er tað til tíðir eisini neyðugt at fáa onkran steðgin, so at ein kann fáa tíð til at hugsa um nýggj hugskot. Og tað kann gerast so nógv betur, tá ein
um hendingar og annað, sum hon og Pól Eyðfinn høvdu í felag. Okkurt galið Simona greiðir frá, at hon og trý tey yngstu børnini sótu og ótu døgurða, tá hurðin gekk. Í gongini stóð prestur, og Simoa hugsaði [...] Eyðstein og Hjaltur Poulsen, tá teir í útvarpinum og sjónvarpinum greiddu frá, hvat var hent umborð á Ågot dagin fyri sjálvan Allahalgannadag í 1999. Mong drýptu høvur í samkenslu við Simonu og øll teimum [...] so heldur lívið kortini fram. Soleiðis er tað bara, og soleiðis var tað eisini hjá Simonu og børnunum, sum í dag hava megnað at vunnið á sorgini og funnið sær eitt lív aftur, eitt lív við sakninum eftir
Sáru og Jens Clæmint Isaksen í Klaksvík. Páll er føddur 25. apríl sama ár og er sonur Agnas og Jógvan Jensen. Alexandra og Páll eiga trý børn; Sáru, Agnar og Maritu. Agnar býr í Klaksvík. Sára og Marita [...] fór á húsarhaldsskúla og Páll at lesa løgfrøði. Alexandra og Páll vóru millum tey mongu, ið ikki sluppu heimaftur, tá kríggið brast á. Tey giftust 24. september 1941 í Keypmannahavn og vórðu búgvandi niðri [...] taka av hesum tilboði, har lønin var góð, og vit fingu frían bústað, sigur Páll. - Eftir at eg hevði tosað við Alexandru, gjørdi eg av at taka av tilboðnum, og vit búsettu okkum í Klaksvík. Í 1965 bygdu
hvørjum øðrum og hálsfevndust og grótu av gleði. - Tað var tann besta kenslan nakrantíð, tað er púra vist, sigur Jan, sum samstundis fekk frið í sinni aftaná so langa tíð, har hann hevði leitað og leitað uttan [...] Jan og Elin samtykkir. Pápi Jan, Michael Harris, eigur trý børn í Aberdeen, og tey tóku øll væl ímóti beiggja teirra, sum var komin úr Føroyum. Og nú beint fyri jól kom Michael á vitjan hjá Jan og Elin [...] longi, og nú er tann dreymurin endiliga vorðin veruleiki. Óvissan, sum hevur plágað hann í mong ár er burtur, og hann hevur fingið frið í sinni og eina familju í Aberdeen. Jan hevur mist bæði ommuna og abban