hittu Báru á orði, duldi hon ikki fyri, at tað var við stórum spenningi, at hon og liðfelagarnir nú fyrireika seg til at fara til Vágs. - Sjálvandi eru vit spentar. Øgiliga spentar. Fólk her í býnum hava [...] fara suður, og tað gevur so bara enn fleiri fólk í høllini. - Hjá okkum ræður so bara um at tveita nervarnar burtur. Sjálvandi skalt tú vera spent, men ikki nógv. Megna vit tað, so ivist eg ikki í, at tað [...] av leikarunum hjá Stjørnuni er hetta so eisini dagurin, har tær kunnu ogna sær sítt fimta gullmerki á árinum. Gull, gull og meira gull Bára S. Klakstein og Una Olsen hava nevnliga báðar tvær longu verið
upp sigur Pauli Einarsson, sum vísir til, hvussu nógv túsund tons flyta seg í føroyskum sjógvi hvønn tann einasta dag. So uppgávan hjá OSR er vorðin ein nógv størri uppgáva enn bara at vera standby fyri [...] roynt at fingið sær alla hugsandi útbúgving á økinum og skal tað so kunna gagna skeiðvirksemi her heima. Roynt hevur verið at greiða frá á skúlunum, hvussu stóran týdning fyribyrgjandi arbeiðið hevur. [...] Hittust á messu Pauli Einarsson er so heldur ikki komin hvørki sovandi ella sitandi til ta støðu hann í dag er í. Tað hevur kravt orku og treiskni eitt nú at vera við á oljumessum í útlandinum. Á oljuráðstevnuni
tonkum er á veg norður eftir OB ánni. Reint landafrøðiliga, so skiljast okkara vegir nú. Síðan eg sá Jekarinburg á skerminum í flogfarinum, havi eg kent meg nógv nærri Siggerti. Eg havi leitað aftur á síðurnar [...] triðingur av øllum sum er skrivað um hesar seg um hvussu hann hevur fíggjað hesar ferðir. Hvussu ferðirnar í seinasta enda eru hepnaðar, tí at ávís fólk persónliga hava havt áhuga í ferðunum og hava stuðlað [...] sær. Hann er ein survivor.. Tað er stuttligt at leggja merki til hvussu Siggert er fengdur við fordómum fyrstu tíðina á ferðini og hvussu hesir fordómar spakuliga hvørva og at enda fellir hann heilt saman
tíðindablaðið Sosialin um, at manningin á tíðindablaðnum javnan løgdu tilfar út á síðuna. Nú kundi føroyingurin púra ókeypis lesa føroysk og útlendsk tíðindi á føroyskum máli á einum føroyskum tíðindaportali. [...] síðan eisini verður kallað) var so at siga einsamallur á føroyska pallinum fyrstu tíðina. Á tann hátt bleiv føroyski brúkarin vandur við Portalin. Nógv valdu at seta Portalin sum byrjanarsíðu, áðrenn onnur [...] millum brúkararnar. Fólk eru von við, at tað støðugt koma nýggj tíðindi, og tískil vitja tey javnan síðuna fyri at fregnast, hvat nú er á breddanum. Yvirskipa ætlanin er greið, og hon verður á fakmáli kallað
reyvkeðiligur á enskum er at vera deadly dull, og at fáa klemmilsi er at vera on the point of fainting á enskum. Men sjálvandi sigur orðabókin eisini, at samsvarandi føroyskari stavseting skrivast chips á føroyskum [...] teimum rætt í, at tann harða málreinsarastevnan heilt vist hevur fingið nógv fólk at aftra seg við at bera fram sínar tankar í talu og á skrift farnu øldina. Men eg ivist ikki í, at tann harða málreinsarastevnan [...] til, sum tað fer fram í. Soleiðis er ágangurin hjá Málfelagnum á málrøktarstevnuna í Føroyum. Longu fyri 15 árum síðan løgdu orðabøkur seg á eina málsliga miðleið, og føroyskt er tí nú munandi meira rúmligt
feltinum var Høgni Zachariasen fyrstur á og stútaði ÍF á odda. B68 spældi væl í fyrra hálvleiki. Nógv ferð var á bóltinum, og teir høvdu ongar trupulleikar við at bróta spælið hjá fuglfirðingum. Teir javnaðu [...] ÍF var sera lítið sannførandi í fyrra hálvleiki. Í ein góðan hálvan tíma kundi tað teljast á einari hond, hvussu ofta heimaliðið hevði fleiri enn tríggjar sendingar sína millum. Hugflogið var lítið, og sum [...] Højgaard og Ndende Adama Gueye skjótir á honum. Tað var tí heldur ikki løgið, at uppspælið til leiðslumálið hjá fuglfirðingum var einkult. Heimaliðið fekk fríspark á miðjari hálvu hjá gestunum, og í feltinum
sigur Ejler. Breitt útboð Á Vørumessuni hevur Poul Hansen ein stóran bás, men tá ið fyritøkan hevur einar 5.000 vørueindir í útboði, er avmarkað, hvussu nógv kann havast við á eini slíkari stevnu. - Tað [...] sum vitja á eini slíkari messu, at hittast til prát. Ejler Johannesen, sum starvast hjá Poul Hansen, heilsølu, heldur, at Vørumessan er eitt gott og kærkomið tiltak. - Tú kennir røddina á teimum í telefonini [...] tað er ikki vist, tú nakrantíð hevur hitt tey. Á vørumessuni plaga tey, sum vanliga sita og taka telefonirnar og avgreiða okkara viðskiftafólk, at verða við á básinum. Her heilsa tey fólkunum, tey vanliga
áhuga fyri veðurfrøði, á enskum Meteorological Societies, sum vanliga standa fyri ráðstevnunum. Limirnir í slíkum felagsskapum eru í stóran mun starvsfólk á veðurstovum, men eisini fólk í vinnum, sum er tengdar [...] og á sjónum eitt av serevnunum í skránni. Veðurstova Føroya er yngsti og nógv tann minsti veðurstovnurin á okkara leiðum. Eitt gott samstarv við stovnarnar í grannalondunum hevur tí alstóran týðning. At [...] er ikki stovnaður í Føroyum enn. Tí eru tað starvsfólk á Veðurstovu Føroya, sum skipa fyri við hjálp frá felaginum GreenGate Incoming. Høvuðsevnini á ráðstevuni eru veðurtænasta, mátingar, myndlar og vitlíki
vakurleikin sum ger Granada so áhugaverdan, men líka nógv, at tá man gongur runt í býnum, kennur man, hvussu spanska søgan andar einum oman eftir nakkanum. Á eini stórari høvd mitt í býnum liggur tað kempistóra [...] áðrenn man sær, at her er bæði hugsunarháttur og liviháttur øðrvísi. 16 ár í EF megna ikki at viska nógv, nógv hundrað ár av øðrvísi hugsunarhátti út. Tað sum fyrst og fremst ger spanska søgu so áhugaverda [...] reconðista", tað vóru ár sum samlaðu Spania til eitt ríki, og sum løgdu dentin á heilagt kríggj. Í 1480, tá bara Granada var eftir á muslimskum hondum, var tíðin komin til at stovna inkvisitiónina og harvið
Grikkalands at arbeiða á einum málskúla. Har var hon í eitt ár, men fór við yngstu dóttrini, sum byrjaði á handilsskúla í Danmark. Hon fekk tá starv á Norrøna Eftirskúlanum, og seinni á donskum ungdómsskúla [...] liviumstøðurnar á oynni, har 200.000 fólk búgva, hampuliga góðar. Oyggin er til støddar sum Bornholm, har 50.00 fólk búgva. Har er nógvur fiskur at fáa, og fólkið dyrkar meis, rótfruktir og søt epli. Á oynni er [...] sum búleikast á ovastalofti. Av og á verða tær royktar út, men tær finna altíð innaftur. Tá tað er myrkt koma tær fram, hanga undir gardinunum ella undir sofuni, og so noyðist hon at fara á flogmúsaveiðu