Virka fyri einum reinum Føroyum

Hóast enn einki lønandi oljufund er gjørt við Føroyar, so hava útlendsku oljufeløgini havt stóra positiva ávirkan á fleiri týðandi tættir í føroyska samfelagnum, eitt nú hava føroyingar í nógv størri mun fingið eyguni upp fyri einum reinari umhvørvi og størri trygd heldur Pauli Einarsson, stjóri í fyritøkuni Oil Spill Response í Trongisvági, sum saman við synunum roynir at virka fyri einum ódálkaðum havumhvørvi

Umhvørvið fremst


Ein av ynskidreymunum hjá suðringinum Paula Einarsson er við at ganga út, nevniliga at sannføra føroyingar um, hvussu týdningarmikið tað er at fyribyrgja og verja okkum móti eitt nú oljudálking. Eisini hevur trygdin á arbeiðsplássum hansara stóra áhuga. Nú hava hann og synirnir Rói og Jón Tór bygt upp eina fyritøku, sum hevur til endamál at verja Føroyar móti oljudálking, bæði til havs og inni á firðum og sundum og í havnum.

Ætlanin er sohvørt at útbyggja fyritøkuna. Pauli Einarsson sigur, at teir við verandi útgerð lættliga kunnu taka upp í 1000 tons av oljuspilli. Útgerðin eru m.a. flotverjur og skimmarar at taka oljuna upp við.

Higartil hevur fyritøkan verið við til at taka upp nærum 100 tons av olju, sum eru farin í havið av ósketni. Flestu havnir hava keypt sokallaðar absorbentar til at súgva oljuna upp við. Hetta er gott sum fyrstahjálp.

Pauli Einarsson sigur, at uttan oljufeløgini hevði als eingin gongd verið komin á hetta so stóra mál: at verja okkum móti størri sum smærri oljudálkingaróhappum. Tað heldur hann átti at verið komið fyrr. Tá oljufeløgini fóru undir at bora, so var neyðugt at hava útgerð í landi sum standby, og her kom so Pauli inn í myndina. Sjálvur hevur hann brúkt nógva tíð seinastu árini til nettupp at fáa sær henta vitan og royndir á hesum økinum, nú hetta var ókent fyribrygdi í Føroyum.

Hann fór so undir egið virksemi og hevur fyritøka hansara í dag sáttmála við oljufeløgini um at vera standby, skuldi dálking komið fyri. Útgerðin er rættiliga mobil og kann flytast til staðið, har oljuleki hevur verið, rættiliga skjótt. Men hartil hevur hann so eisini samstarv við stovnar og myndugleikar um at koma teimum til hjálpar hendir eitt dálkingaróhapp.

Hann hevur gott samstarv við MRCC og Vaktar- og Bjargingartænastuna. Herfyri vóru teir bidnir av MRCC at koma til hjalpar inni á Skálafjørðinum at taka olju upp. Samstarvið við teir riggar væl sigur Pauli Einarsson.

Í dag eru teir tveir, sum arbeiða burturav hjá OSR. Pauli sjálvur og sonurin Rói. Eisini hin sonurin Jón Tór er við í arbeiðinum, tá tørvur er á tí.

Teir hava eisini eitt tætt samstarv við sløkkiliðini í landinum, serliga við tey í Havn og Runavík.
Umframt tær umbidnu uppgávurnar, so hevur OSR eisini sáttmála við oljufeløgini at vera stand by, tá tey bora. Pauli Einarson dugir ikki at siga nú, hvørja avleiðing tað hevur fyri teir, at eingin boring verður í tvey ár. Sáttmálin gongur út í summar, og tá mugu teir so til at umrøða hetta. Steðgurin í boringunum kemur sjálvandi at ávirka OSR, men arbeiðið kann ikki steðga upp sigur Pauli Einarsson, sum vísir til, hvussu nógv túsund tons flyta seg í føroyskum sjógvi hvønn tann einasta dag. So uppgávan hjá OSR er vorðin ein nógv størri uppgáva enn bara at vera standby fyri oljufeløgini, tá hesi bora.

Oljufeløg fingu okkum at vakna
Pauli Einarsson dylur tó ikki fyri, at tað vóru oljufeløgini, sum fingu okkum í Føroyum at vísa spurninginum um dálking sum heild størri ans, nakað, sum hevur verið harðliga tiltrongt. ?Tað vóru oljufeløgini, sum hjálptu okkum og syrgdu fyri, at vit fingu eina so góða byrjan og syrgdu fyri, at vit fingu útgerð og samband við onnur feløg í útlandinum , sum gjørdu hetta arbeiðið og soleiðis at tú harvið kundi byggja upp eina ekspertisu á økinum í Føroyum.

Tað er so eisini hjá teimum feløgunum, at fólkini hjá OSR hava fingið skeið og verið við í venjingunum. Pauli og Rói hava júst verið við í tveimum venjingum í Noregi, eitt nú saman við MRCC og V&B. Pauli vísir á, at teir royna at gera alt fyri at halda alla vitan viðlíka.

-Men at tryggja, at umhvørvið er reint og trygdin í lagi, er tað ikki ein almenn uppgáva?

-Tað er tað, men vit bjóða okkum fram sum entreprenørar, sum kunnu hjálpa til og stuðla í arbeiðinum við útgerð, manning og vitan.

Pauli Einarsson sigur, at vónandi verður tað møguligt at halda lív í tænastuni til 2005, tá feløgini fara aftur at bora. Um oljufeløgini eru fús til at halda fram við verandi sáttmála og harvið vera við í tí føroysku tilbúgvingini veit Pauli ikki, men hann hevur góðar royndir í so máta.

OSR hevur annars keypt og leigað útgerð fyri umleið12 mill. kr. Meginparturin av útgerðini liggur í Suðri, men eisini aðrastaðni. Og tað eru fáar vikur, har eingi boð eru eftir OSR.

Pauli Einarsson sær fram til, at vit fáa ta nógv umrøddu tilbúgvingarætlanina fyri allar Føroyar og vónar, at hansara felag kann vera partur av slíkari ætlan. Hann heldur eisini, at tað longu hevur hjálpt, nú so nógv hevur verið gjørt burtur úr at tosa um dálking og at forða fyri dálking. Umráðandi er at gera enn meira við tað fyribyrgjandi arbeiðið.

OSR hevur higartil skipað fyri fleiri skeiðum fyri sløkkiliðum, havnum og myndugleikum. Fremmandir instruktørar hava verið her men nú verður arbeitt við at útbúgva teirra egnu instruktørar. Rói Einarsson hevur roynt at fingið sær alla hugsandi útbúgving á økinum og skal tað so kunna gagna skeiðvirksemi her heima. Roynt hevur verið at greiða frá á skúlunum, hvussu stóran týdning fyribyrgjandi arbeiðið hevur.

Kall
Pauli Einarsson brennir fyri hesum arbeiðnum og sær tað sum eitt kall. Líka síðani hann fór at abeiða í oljuvinnuni, fyrst við seismikkskipi úti í heimi og so hjá Saga Petroleum, hevur hann havt serligan áhuga fyri umhvørvinum og her við adressu til Føroyar.

Hann heldur tað er ikki minst oljufeløgunum fyri at takka, at vit í Føroyum eru farin at taka bæði umhvørvi og trygd í størri álvara. Tað vísir seg, at oljufeløgini seta nógv harðari treytir til seg sjálvan enn myndugleikar gera nógva staðni. Og tað hevur so havt ringvirkningar fyri okkum eisini.

-Tað hevur verið gott fyri okkum føroyingar og Føroyar, at vit hava kunnað fingið so nógv gott í beinið frá oljufeløgunum, tá tað snýr seg um bæði heilsu, trygd og umhvørvi, so hóast eingin oljudropin er komin upp enn, hevur hjáveran av oljufeløgunum longu havt nógv positivt við sær fyri okkum.

Tað hevur latið nógv eygu upp og sett nógvar góðar tankar í gongd. Og eisini hetta at vit gjøgnum oljufeløgini hava sæð, hvussu man hevur gjørt aðrastaðni hevur havt stóran týdning.

Pauli hevur brúkt nógva orku at fáa gott samstarv við útlandið. Hendir onkur stór vanlukka so hevur OSR avtalur við fyritøkur og feløg í bæði Skotlandi og Norra.

Hittust á messu
Pauli Einarsson er so heldur ikki komin hvørki sovandi ella sitandi til ta støðu hann í dag er í. Tað hevur kravt orku og treiskni eitt nú at vera við á oljumessum í útlandinum. Á oljuráðstevnuni í Aberdeen herfyri hitti hann ein av sínum gomlu starvsfeløgum, sum í dag eisini arbeiðir innan dálking og eftirlit við oljudálking.

Skotski starvsfelagi hansara sigur, at ætla Føroyar at gerast oljutjóð, so má man eisini tryggja sær at hava fólk og útgerð, sum kunnu taka sær av oljudálking. Hann er fegin um, at tað finst eitt føroyskt felag, sum megnar hesa uppgávuna. Eisini um eingin olja verður funnin her og nú, so er neygðugt við eftirliti í sambandi við dálking frá skipum og virkjum og húsarhaldum á landi umframt alla aðra hugsandi dálking.

-Tykkara umhvørvi er sera viðkvamt, og tí eiga tit eisini at vera á varðhaldi skuldi nakað álvarsligt hent. Og her hava tit í Paula ein góðan mann leggur hann aftrat.

Virkið hjá starvsfelagnum í Skotlandi er rættiliga stórt og hevur drúgvar royndir, so skuldi tað verið neyðugt við hjálp í sambandi við eina stóra vanlukku, so eru teir klárir at koma til hjálpar bæði úr Aberdeen men eisini úr Noregi um tað skuldi verið neyðugt og útgerðin kann koma bæði sjóvegis og loftvegis, alt eftir tørvinum. Norðmenn og skotar arbeiða sum er tætt saman í sambandi við stórar dálkingarvanlukkur, og hetta kann so eisini koma Føroyum til góða.

Pauli Einarsson sigur seg vera sera fegnan um at vita, at man kann fáa hjálp úr Aberdeen ella Bergen, um ein stór dálkingarvanlukka skuldi hent. Tí, sum er, hava teir í Føroyum bara útgerð til minni dálkingaróhapp.

Pauli Einarsson, sum eisini var partur við á basinum í Aberdeen, heldur tað hevur týdning at fylgja við gongdini í tí partinum av oljuvinnuni, sum snýr seg um dálking og eftirlit og verju. Felagið í Føroyum, ?Oil Spill Response Faroes? hevur havt úr at gera síðani tað varð stovnað. Ikki tí at oljan er funnin ella tí ein oljuvinna kanska stendur fyri framman. Nei tað eru oljulekar frá skipum og landi, sum hava givið fyritøkuni úr at gera. Og útgerð finst tí eisini longu í fleiri havnum, á Tvøroyri, í Havn og í Runavík. Nú er at halda fram og tryggja seg so væl man kann, um eitt stórt óhapp skuldi rakt okkum.