ÍF vendi skútuni

Fuglfirðingar vunnu sær fyrstu stigini í gjár, tá B68 vitjaði. Við tveimum flottum málum í seinna hálvleiki vendi heimaliðið dystinum, og so høvdu toftamenn lítið at siga

FÓTBÓLTUR

 

Tað hevur verið drúgt í Fuglafirði seinastu vikurnar. Liðið, sum fólk høvdu góðar vónir til, hevði framvegis einki stig, og Jón Simonsen, venjari, var trýstur. Men í gjár eydnaðist tað at venda skútuni.

ÍF vann sær í gjár fyrstu stigini í Vodafonedeildini, tá B68 vitjaði. Og hóast spælið ikki allatíð var sannførandi, var sigurin uppiborin.

 

Skiftandi spæl

ÍF var sera lítið sannførandi í fyrra hálvleiki. Í ein góðan hálvan tíma kundi tað teljast á einari hond, hvussu ofta heimaliðið hevði fleiri enn tríggjar sendingar sína millum. Hugflogið var lítið, og sum framherji riggaði illa hjá Høgna Zachariasen. Loysnin hjá honum var oftast at halda bóltinum sjálvur, og tá vóru Jóhan Dávur Højgaard og Ndende Adama Gueye skjótir á honum.

Tað var tí heldur ikki løgið, at uppspælið til leiðslumálið hjá fuglfirðingum var einkult. Heimaliðið fekk fríspark á miðjari hálvu hjá gestunum, og í feltinum var Høgni Zachariasen fyrstur á og stútaði ÍF á odda.

B68 spældi væl í fyrra hálvleiki. Nógv ferð var á bóltinum, og teir høvdu ongar trupulleikar við at bróta spælið hjá fuglfirðingum. Teir javnaðu løtu seinni, tá Jóan Símun Edmundsson stýrdi hornasparkið frá André Olsen í netið.

Toftamenn høvdu yvirvág undan hvíldini, men eftir steðgin var øðrvísið. ÍF legði bragdligari fyri, og skjótt fingu teir tvey mál. Fyrst smekkaði Frank Poulsen upp í málhornið, og tríggjar minuttir seinni økti Andy Olsen, tá hann úr vinstru sendi framvið Vlada Filipovic.

 

Broytti ikki stórvegis

Hóast leiðsluna á tvey mál broyttist leikgongdin ikki stórvegis. Bill Mc. Jacobsen royndi sjálvsagt at flyta sínar leikarar eitt vet fram á vøllin, men lítið bit var í spælinum. Jón Simonsen skifti miðskeiðis í seinna hálvleiki Hilmar Petersen inn fyri Dánjal á Lakjuni, sum var høgri miðvallari. Við nógvari orku trýsti hann væl Øssur Hansen, sum ikki kom til fleiri av sínum vanligu vandamiklu innleggum úr vinstri.

ÍF fekk eisini munandi betri pláss á hálvuni hjá B68 í seinna hálvleiki. Millum annað var Andy Olsen tvær ferðir leysur móti málverjanum, men misnýtti, og innskifti Hanus Eliasen sendi í tvørtræið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Hóast toftamenn fingu minkað um leiðsluna hjá heimaliðnum í seinastu løtu, tá Keita skoraði eftir skjótálop, var eingin ivi um, at stigini ikki fóru nakran veg úr Fuglafirði. Sigurin var væl uppiborin, og sum Jón Simonsen staðfestir aðrastaðni á síðuni, er umráðandi, at fuglfirðingar “nú njóta og gleðast um sigurin, áðrenn komandi uppgávuna”.