Sandship, sum Sandgevstur eigur, hevur ein stóran bygning norðanfyri Toftagjógv. Felagið ætlar at veksa um sítt virksemi á havnalagnum við at byggja út. - Hetta er ein støð til alifóður. Her eru ikki nógv [...] Súni í Hjøllum, var á lista A, og hann gjørdi eitt nógv betri val, enn nakar hevði droymt um. 1111 veljarar høvdu atkvøðurætt í Nes kommunu á seinasta kommunuvali, harav valluttøkan var 87 prosent, sum [...] hvønn týdning hetta kundi fara at hava. - Jú, eg væntaði at vera afturvaldur, men eg hevði slett ikki droymt um, at valið kundi gerast so sannførandi. Familja og onnur, sum standa mær nær, vóru eisini
kom ein maður inn á Kunningarstovuna, og hann var dansandi óður. Hann skuldi forklaga meg til bæði løgmann og danskar myndugleikar. - Eg skilti einki og visti ikki, hvat eg hevði gjørt, sum hann var vorðin [...] grindadráp, og hann helt tað veruliga vera frekt av mær at hava fyrireikað hetta góða drápið. Ingigerð royndi sum frægast at forklára honum, at tað altso ikki var nakað, hon kundi krediterast fyri, men hon heldur [...] sum veðrið var í Havn. - Eg royndi at forklára teimum, at í Vestmanna var fínasta veður. Men tey fóru avstað aftur, og eg veit ikki, hvat tey mundu fáa dagin at ganga við. Dagin eftir var brennandi sól
Jón skuldi gera ein skipan, soleiðis at Sparikassin eisini kundi bjóða kundum sínum hetta tilboðið í INNI, sum er teirra sethúsasølan. - Hetta var ein fríggjadag, og eg hugsaði við mær sjálvum, at hatta [...] ungu. Men ein dagin á heysti 2005 fekk hann vitjan av starvsfólkaleiðaranum í Sparikassanum. Nú skuldi yrkisleið hansara taka eina aðra vend. Meklari Hetta var um somu tíð, sum møguleiki var at fáa tey [...] marknaðardeildini hjá Eik Banka, - tí sum tá æt Føroya Sparikassi, greiðir Jón frá. Ein partur av stóra arbeiða hansara her var at gera tað unga fólkið áhugað í teirra peningastovni. Í hesum sambandi varð Jón
teir fylgdu henni heim, tá dansurin var liðugur. Beiggjarnir góvu mær ein krónu aftur fyri at lúgva. at teir høvdu fylgt mær heim, og fegin var eg fyri peningin. Eg var ikki bangin fyri at ganga einsamøll [...] hugnaðu sær óført, tí har var oftani góður felagssangur. Annars var basarur í Kommunuskúlanum, har møguleiki var fyri at keypa sær en drekkamunn og ein køkubita afturvið. Tað var ógvuliga primitivt, men [...] ikki verið tann nógvi hesar dagar. Rigmor minnist aftur á ein vakran grønan teig í Havnini, sum var serliga nógv vitjaður á ólavsøku. Tað var ein græsgrønur teigur hinumegin Sjónleikarhúsið, har parkeringspláss
teir fylgdu henni heim, tá dansurin var liðugur. Beiggjarnir góvu mær ein krónu aftur fyri at lúgva. at teir høvdu fylgt mær heim, og fegin var eg fyri peningin. Eg var ikki bangin fyri at ganga einsamøll [...] hugnaðu sær óført, tí har var oftani góður felagssangur. Annars var basarur í Kommunuskúlanum, har møguleiki var fyri at keypa sær en drekkamunn og ein køkubita afturvið. Tað var ógvuliga primitivt, men [...] ikki verið tann nógvi hesar dagar. Rigmor minnist aftur á ein vakran grønan teig í Havnini, sum var serliga nógv vitjaður á ólavsøku. Tað var ein græsgrønur teigur hinumegin Sjónleikarhúsið, har parkeringspláss
miðjast ímóti at ein slíkur barnagarður eisini er opin aftaná vanliga arbeiðstíð. Hon sigur, at møguliga kann tað eisini umhugsast at samskipa ein barnagarð til landssjúkrahúsið við ein barnagarð til F [...] arbeiðspláss har í grannalagnum. Nú er hetta eitt serligt tiltak. Hvussu skal so hetta fíggjast? ? Tað kann gerast uppá fleiri mátar. Men í løtuni kundi eg sjálv hugsa mær eina loysn, har Landssjúkrahúsið og [...] byggingini, men at kommunan so kom at standa fyri rakstrinum. Hetta kjakið hevur verið frammi fyrr. Og tá vóru tað summi sum hildu, at hetta var at gera einum bólki í samfelagnum framíhjárættindi til eina
umborð á hekkutrolara var ein veldug broyting, sigur hann. Hann minnist, at bløðini tá skrivaðu, at trolarin var at samabera við eitt luksus ferðamannaskip. Men hóast tann Skálaberg var roknaður at vera eitt [...] kømrunum var bert eitt lítið borð og á vegginum ein spegil. Privatlív var slett einki, og tað kundi mangan vera strævið, tá túrarnir við hvørt vardu í 4 og 5 mánaðir. Meira privatlív - Í 1989 kom enn ein nýggjur [...] upp í kassar, sum vóru í akslahædd. Hetta var sera tungt arbeiði hjá so ungum dreingi, tí mennirnir flaktu so skjótt, og arbeiðið mátti ganga skjótt fyri seg. Tá var vanligt, at dreingir fóru til skips
inni. Sum eg skilji hava tit ongar grindir fingið í ár. Men í dag keypti eg mær uppí ein kagga av grind og spik. Prísurin var 30 kr. pr. kg. Grindin kemur sunnan úr Kangamiut, sum liggur norðan fyri Manitsoq [...] grindina til. Sum eg havi fingið upplýst vóru hvalirnir 62 í tali. Eg kókaði í kvøld av grindini. Hetta var ein heilt góður døgurði. Bædi grindin og spikið eru ógvuliga feit. 6. oktober Í dag er eitt lítið [...] nýggjan túr. 9. oktober Akamalik kom inn at landa í morgun. Hetta tørnið hava teir rokast. Teir hava knapt 1.400 tons í 42 dagar fyri gott 25 mill. Hetta er óført. Polar Nattoralik er inn í Nuuk og landar eisini
barn var heilsan ikki góð, hann var ringur av astma. Men sum hann vaks og eldist, bardi hann hetta av sær. Onkran túrin var hann til skips, var við eingilsmonnum og við garnabáti í Íslandi. Hann var í fleiri [...] Hann verður 67 ár í mai. Edward var ein býarmynd í Havn. Hann var altíð at síggja í býnum, tá t.d. ein ljóspera var brostin á veganetinum hjá Tórshavnar Kommunu, var hann skjótur at klúgva upp í ljósmastrina [...] Puntabyrgi er føddur í Trongisvági 26. mai 1937. Foreldrini vóru: Nicolina, ið var ættað úr Puntabyrgi, og Kalli Hansen, ið var sonur kenda havnarmannin ið varð kallaður "Hans á bakka". Tey vóru átta systkin
nevnast fyri ymsum. So í januar í 2004 var heitt á feløgini um at koma á fund um hetta og saman at royna at vita, um vit ikki kundu fáa hetta at bera til. Skjótt var ein arbeiðsbólkur settur. Niels Salmony [...] taka sær av hesum báti, rógva við honum og vísa hann fram, har tað lá fyri. Ólavur, sum var farin undir hetta, var valdur til formann og felagið skuldi telja 20 mans, sum áttu bátin. Tvey tey fyrstu árini [...] onnur. Tey fyrru árini var sera tvørligt, tí so stórur munur var á útreiðslum og inntøkum, men í 2004 rukku vit til javnvág millum hesi bæði. Tað er iva-samt um til ber at fáa hetta aftur at bera til í 2005