Grind í Grønlandi

Í Grønlandi hevur verið grindadráp. Hetta kemur væl við hjá føroyingum har yviri. Ein av hesum er Kári við Stein, sum eisini dag fyri dag greiðir frá teimum seinastu fiskivinnutíðindunum

2. oktober

Í morgun kom Polar Amaroq kom inn at landa. Teir hava gott 320 tons inni henda túrin. Regina C er í Manitsoq og landar í dag.

 

3. oktober

Polar Amaroq loysti á middegi til nýggjan túr. Aftaná kom ein lítil kanadiari at landa svartkalva. Teir hava um 80 tons inni. Tasermiut er inni í Aasiat og landar. Teir hava um 300 tons inni. Sum eg skilji hava tit ongar grindir fingið í ár. Men í dag keypti eg mær uppí ein kagga av grind og spik. Prísurin var 30 kr. pr. kg. Grindin kemur sunnan úr Kangamiut, sum liggur norðan fyri Manitsoq. Har hava teir hildið grindina til. Sum eg havi fingið upplýst vóru hvalirnir 62 í tali. Eg kókaði í kvøld av grindini. Hetta var ein heilt góður døgurði. Bædi grindin og spikið eru ógvuliga feit.

 

6. oktober

Í dag er eitt lítið lot av norði. Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 400 tons inni. Teir flestu av bátunum hava verið norðuri á 72 stig og roynt. Slagið hevur verið útmerkað.

 

7. oktober

Í morgun loysti Natarnaq til nýggjan túr.

 

9. oktober

Akamalik kom inn at landa í morgun. Hetta tørnið hava teir rokast. Teir hava knapt 1.400 tons í 42 dagar fyri gott 25 mill. Hetta er óført. Polar Nattoralik er inn í Nuuk og landar eisini í dag. Teir hava 400 tons inni henda túrin. Polar Assik hevur gjørt tveir góðar og skjótar túrar. Tilsamans hava teir fingið 130 tons av ísaðum rækjum.

 

10. oktober

Lossingin hjá Akamalik gekk strúkandi. Teir vóru útlossaðir kl. 0400 í morgun. Teir loystu í morgun tíðliga til nýggjan túr.

Frætt er frá Atlantic Enterprice, at teir hava fiskað svartkalvakvotuna lidna og eru farnir at fiska rækjur. Fiskaríið er brúkiligt, 50 tons um samdøgrið. Teir hava ligið á 58 stig og roynt á 130 favna dýpi.

 

13. oktober

Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun. Teir hava knapt 500 tons inni.

 

14. oktober

Qaqqatsiaq loysti til nýggjan túr í morgun tíðliga.

 

15. oktober

Í dag kom Polar Qaasit inn at landa. Teir hava 400 tons inn og Polar Amaroq kom inn til Nuuk at landa í morgun. Polar Assik hevur landað í Aasiaat í gjár.

 

16. oktober

Í dag kom Polar Nanoq inn til Aasiat at landa svartkalva.

 

20. oktober

Markus hevur beint landað í Nuuk. Við tí, teir hava millumlanda í Egedesminde, hava teir hendan túrin 980 tons eftir 25 døgum. Túrurin frammanundan var eins góður. Tískil hava teir seinastu tveir mánaðirnar avreitt fyri 30 milliónir.

Skipari hendan túrin er Pauli Olsen úr Havn. Hann er sonur Magnus á Báruni, kendur útróðrarmaður í Havn.