Landssjúkrahúsið skal hava sína egnu barnaansing

Elin Lindenskov, formaður í Sosialu mevnd hjá býráðnum tekur undir við ætlanini at gera ein serligan barnaansingarstovn til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum

? Tað er frálíkt, at eisini arbeiðsplássini sjálvi eru farin at hugsa um at bøta um trupulleikan við barnaansingini.

Elin Lindenskov, formaður í Sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, tekur fult undir við tí brotinum í sáttmálanum ímillum hjálparlæknafelagið og fíggjarmálastýrið um at kanna møguleikarnar fyri at skipa barnaansing á Landssjúkrahúsinum.

Í sáttmálanum, sum varð undirskrivaður fríggjadagin, eru partarnir samdir um at seta ein arbeiðsbólk, sum m.a. skal kanna møguleikarnar fyri barnaansing á Landssjúkrahúsinum.

Partarnir eru tó samstundis greiðir yvir, at hetta krevur góðkenning frá kommununi.

Men sambært formanninum í Sosialu nevnd, fer tað helst ikki at standa á, at fáa kommununa at taka lut í eini slíkari ætlan.

Í hvussu so er heldur Elin Lindenskov sjálv, at hugskotið er frálíkt og hon ivast ikki í, at býráðið annars eisini heldur, at hetta er eitt mál, sum tað er rætt at taka undir við.

?At Landssjúkrahúsið sjálvt ger ein ansingarstovn er eitt mál, sum eg sjálv havi sóknast eftir, heldur enn bara at krevja ansingarpláss í teirri kommunalu skipanini.

Hon sigur, at starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum er í eini serligari støðu, tí tey arbeiða í vaktum alt samdøgurið.

Og barnaansing kann verða ein rættiliga stórur trupulleiki, har ið bæði foreldrini arbeiða í vaktum, ella har t.d. annað foreldrið arbeiðir í vaktum og hitt foreldrið er burtur, kanska er sjómaður o.s.fr.

Elin Lindenskov sigur, at tí eigur at miðjast ímóti at ein slíkur barnagarður eisini er opin aftaná vanliga arbeiðstíð.

Hon sigur, at møguliga kann tað eisini umhugsast at samskipa ein barnagarð til landssjúkrahúsið við ein barnagarð til Fiskavirking og onnur arbeiðspláss har í grannalagnum.

Nú er hetta eitt serligt tiltak. Hvussu skal so hetta fíggjast?

? Tað kann gerast uppá fleiri mátar. Men í løtuni kundi eg sjálv hugsa mær eina loysn, har Landssjúkrahúsið og møgulig onnur arbeiðspláss, sjálvi stóðu fyri byggingini, men at kommunan so kom at standa fyri rakstrinum.

Hetta kjakið hevur verið frammi fyrr. Og tá vóru tað summi sum hildu, at hetta var at gera einum bólki í samfelagnum framíhjárættindi til eina týdningarmikla tænastu, sum barnaansing jú er?

? Onnur arbeiðspláss hava eisini møguleikan at gera tað sama. Og tað hava tey altíð havt, men tey hava ongantíð gjørt nakað við tað.

?Hetta er ein líka stórur trupulleiki hjá arbeiðsgevarum, sum hjá arbeiðstakarum. Tað eru líka nógv teir, sum hava brúk fyri ansingarplássi sum arbeiðsfólk hava. So eg haldi ikki, at tað gjørdi nakað, um teir tóku lut í arbeiðnum at loysa hendan trupulleikan, við t.d. at fíggja barnaansing, møguliga saman við kommununi.

? Og vit skulu eisini minnast til, at fær Landssjúkrahúsið, og kanska onnur arbeiðspláss, sína egnu barnaansing, gevur tað rúmd fyri øðrum børnum í kommunalu skipanini, sigur Elin Lindenskov.