dyrnar klokkan fýra í dag verða lætnar upp á handils og sølustevnuni hjá TB, er tað samstundis tann størsta og best fyrireikaða stevnan, sum verið hevur á Tvøroyri. Finn Thomsen, formaður í TB, sigur, at f [...] fyrireikararnir hava lagt eitt sera stórt arbeiði í at gera eina so fjølbroytta og professionella stevnu sum til ber. Og vit hava eisini lagt stóra orku í at gera framsýningina so vakra og snotiliga sum [...] teimum pallunum, sum fara at fara at bora undir Føroyum, um komið verður so langt. Á Framsýningini fer Saga eisini at greiða frá útbúgvingarmøguleikum í oljuvinnuni og møguleikunum fyri at fáa arbeiði
skrædnaði heilt, tá ið vit fóru í aðru deild, sigur Ronnie Midjord í fótbóltsdeildini hjá TB. Hann sigur, at teir tí í fjør settu sær tvinnandu mál: At koma uppaftur í 1. deild beinanvegin og at fáa tamarhald [...] sterkari, enn teir vóru í fjør. Harumframt hevur TB fingið kærkomnan styrk í gamla landsliðsverjuspælaranum Óla Johannesen, sum er komin aftur í barndómsfelagið eftir ein steðg í B 36. Somuleiðis er tað [...] TB, at Petur Oluf Joensen verður við í alt ár. Hann var bara við nakrar fáar dystir í fjør. Annars halda teir báðar jugoslavarnar, sum TB hevði í fjør, eisini fram í ár. Talan er um ein spælara og ein spælandi
hevur verið brúktur í ymiskum arbeiðum í Suðuronglandi, men um stutta tíð verður hann so aftur í Føroyum. Bygdur í 1989 Højgaard & Schults læt »Siri« byggja í 1989 og var báturin brúktur í arbeiðinum at gera [...] J. & K. Petersen hevur keypt bátin fyri einar 4 mió. kr. Felagið J. & K. Petersen skal brúka »Siri« í arbeiðinum at dýpa Klaksvíkar havn, og John Petersen sigur, at síðan Prámurin sakk, hevur verið roynt
1. juni í fjør lat Nordin Manai upp matstovuna Marco Polo í Sverrisgøtu í Havn. Nú minni enn eitt ár seinni hevur hann longu víðkað um hølið við at innrætta og taka í nýtslu aðru hædd. ? Tað hevur næstan [...] væl í Føroyum eru tey 24 árini, hann hevur verið her, eisini eitt prógv um. Men at hann ikki er føroyingur, hoyrist væl, tá ið hann tosar. Hann hevur bæði konu og børn her. Mestu tíðina í Føroyum hevur [...] íroknaður. Nordin sigur, at fíggjarliga melur tað runt, men tað gongur ikki nóg væl. ? Í tílíkum virksemi gongur tungt í fyrstuni. Tað tekur tíð at arbeiða seg upp. ? Vit leggja fyrst og fremst upp til at
bankamálið. Tíverri gjørdist bankamálið í hesum orðaskifti partur í donskum innanríkispolitikki, men eitt orðaskifti høvdu teir so í hvussu er. Vit vóru mong her í Føroyum, sum nú hugsaðu, at Føroya Løgting [...] ð hevur mist málið á gólvið: Í Danmark hava fólk í longri tíð undrast á, at vit ikki hava víst hesum máli størri áhuga. Í Føroyum sita mong og spyrja seg sama spurning. Í januar og februar har vit áttu [...] var í valfelagi hansara í Eysturoynni. Og sjálvandi skal valið vera sama dag, sum fyrningarfreistin gongur út 30. apríl. Eitt meistarastykki í kleyvaskapi: Hann fangar bæði løgting og landsstýrið í eini
TB er aftur at síggja millum tíggju tey bestu fótbóltsliðini í Føroyum eftir enn ein »franskan visitt« í 2. deild. Elsta fótbóltsfelagið í landinum hevur vunnið føroyameistaraheitið sjey ferðir (bert KÍ [...] framvegis í TB, og teir trívast væl á Tvøroyri, har teir búgva mitt í býnum. Hesir báðir eystureuropeararnir vóru millum teir bestu spælararnar og frægastu málskjúttarnar í fjør, tá TB var í 2. deild, [...] vunnið tað oftari), men tað eru 11 ár síðani seinast, og síðani tá hevur TB verið í 2. deild tvær ferðir ? í 1989 og í 1997. Men nú verður 1. deildarfótbóltur aftur gerandiskostur á Sevmýri, og einki annað
Seinasta vikuskiftið var sølustevna í Badmintonhøllini í Havn. Men tað var ikki ein av teimum vanligu sølustevnunum, sum vit kenna tær. Ongar føroyskar fyritøkur vóru umboðaðar. Í hvussu er ikki beinleiðis. Luttakandi [...] teirra heimamarknaðið Tað er Útflutningsráð Íslands, sum í samstarvi við Eimskip, stendur fyri framsýningini. Íslendingar hava staðfest, at tað í Føroyum er góður marknaður fyri teirra vørum. Farmasambandi [...] vóna at føroyingar hugsa á sama hátt, og vóna at føroyingar í nærmastu framtíð kunnu gera eina sølustevnu við føroyskum vørum í Reykjavík í nærmastu framtíð, kanska longu næsta ár. Hetta er ikki fyrsta
er ivaleyst eitt hitt mest nýtta arbeiðstólið í dag. Hon er á øllum arbeiðsplássum, í nógvum heimum og er av álvara á veg inn í allar skúlarnar í Føroyum. Men hóast teldan er hent, kann hon elva til álvarsamar [...] 5-6 ár síðani, at eg sá fyrstu fólkini í míni klinikk við arbeiðsskaðum av hesum slag. Í dag meti eg, at vit trý í klinikkini hava eini 10 fólk í miðal um vikuna í viðgerð móti músaskaða, sigur Leila á [...] arbeiðið við lítlari og ongari variasjón, kann geva tær støðuga pínu í øksl, arm, alboga, handlið, fremstafingur og tummil. Skaðin, sum í í høvuðsheitum stendst av arbeiði, man ger við smáum, løttum rørslum
teimum við Silju. Í frálíka veðrinum týsdagin, sigldi Silja gestirnar til Mykinesar, har tey vóru í landið í einar fýra tímar. Síðani sigldi hann teir aftur til Sørvágs haðani tey í bussi vórðu koyrd til [...] aftur á ein túr í fjør. ? Tá krúnprinsurin var í Føroyum sigldu vit við honum, og tá vit komu til Eiðis fekk hann loyvi til at leggja bátin at. Tað hildu fólk verða sera hugnaligt. Síðst í apríl verður av [...] seg upp. Í hesum døgum fundast teir í Føroyum og fyri at stytta sær stundir varð skipað fyri útferð til Mykinesar. Ferðalagið fór úr Havn til Sørvágs, har Palli Lamhauge, úr Vestmanna, bíðaði eftir teimum
útskrivað, men hann heldur ikki, at tað er rætt at fara undir samráðingar í so týðandi máli í einum tíðarskeiði við valstríði í Føroyum. Hetta skuldi verið gjørt antin áðrenn valið varð útskrivað, ella eisini [...] misálitisváttan. Eg ivist í um meirluti er fyri hesum í tinginum, og tí fáa vit einki gjørt. Minst av øllum vilja vit, at møguligt uppskot um misálitisváttan til løgmann fellur í tinginum, sigur Finnbogi [...] ið umboð fyri Tjóðveldisflokkin í tingmannabólkinum. Hann sigur við Sosialin, at hann á seinasta fundi í bólkinum týsdagin, segði, at hann eftir tíðindunum kvøldið fyri skilti, at Landsstýrið hevði avgjørt