hjá Hamas, og Ísrael vil vera við, at bygningurin varð brúktur at goyma vápn í. IDF, sum er stytting fyri ísraelska herin, hevur sagt seg fara at herða átøkini í palestinsku økjunum. Sambært Hamas-tølum eru [...] minsta lagi 52.535 fólk dripin í Gazageiranum síðan oktober 2023, og sambært Hamas er meginparturin av teimum deyðu kvinnur og børn. Haraftrat eru nógv fólk saknað í húsaleivdum. Tað var Hamas-álopið á Ísrael
óunniliga danska lóg um ”assisteret reproduktion” ella viðgerð fyri barnloysi. Hóast hetta málið hevur nógv álvarsligari avleiðingar fyri Føroyar enn nakar tunnil, so haldi eg ikki, at fjølmiðlarnir hava [...] Tað er nú staðfest við lóg, at eisini einsamallar kvinnur upp á landsins besta kunnu fáa viðgerð fyri barnloysi upp til 45 ára aldur, og tá ið hesi børn koma í verðina, fara tey ongantíð at kunna vita [...] stórar etiskar spurningar, so varð tað ikki sent til hoyringar í Etiska ráðnum, áðrenn tað varð lagt fyri tingið. Hetta er óhoyrt og vanvirðisligt. Etiska ráðið fekk tó høvi at koma í trivnaðarnevndina og
Í døgunum 15., 16. og 17. august skipar Vágs kommuna fyri Ljósfest. Fríggjakvøldið er hugnakvøld í tjaldinum við live-tónleiki og heiðran av vágbingum o.a. Leygardagurin er tann stóri dagurin við m.a. [...] Tinganest, spælir í tjaldinum til Ljósfestina í Vági fríggjakvøldið hin 15. august. Tinganest eru ein av teimum heilt stóru innan føroyska tónleikasøgu og har teir við framúr góðum sangum og ígjøgum fleiri áratíggir
Týsklandi í evropeiska hugskotsstovninum. Tað gekk ikki hjá Friedrich Merz, sum stendur á odda fyri teimum konservativu CDU/CSU flokkunum, í fyrsta umfari at verða valdur til kanslara í landinum eftir [...] nýggjan kanslara. Í øðrum valumfari skal kanslari eisini veljast við avgjørdum meiriluta. - Um tað innan fyri teir 14 dagarnar ikki ber til at velja ein kanslara, so er eitt triðja valumfar, har ein lutfalsligur [...] stórt yvirraskilsi, sigur serfrøðingurin úr Týsklandi: - Tað er eitt stórt sjokk og ein stórur ósigur fyri hann persónliga. Eg haldi, at hann hevði væntað ein tryggan meiriluta. Hann hevur ein rættiliga tryggan
Onglandi í mai, tá heili 21 konsertir verða við føroyskum tónlistafólkum har í 4 dagar. "Eitt av teimum størstu mentanarátøkunum, vit nakrantíð hava framt uttanlands," sigur leiðarin í Faroe Music Export [...] áður fráboðað eru átta føroysk tónlistafólk og -bólkar skjótt á veg til The Great Escape festivalin fyri at spæla konsertir og imponera altjóða tónleikavinnuna og enskar áskoðarar. Øll tónlistafólkini fara [...] Escape. Konsertirnar verða hildnar á Colours Hoxton í tí vælumtókta Shoreditch økinum. Saman við teimum trimum konsertunum verður ein móttøka, har nógv fólk úr altjóða tónleikavinnuni verða boðin, umframt
Sivertsen, sum keyptu bilin, sum hendan dagin kom við ferðamannaskipinum hjá DFDS, S/S Island, sum lá fyri teym á Havnarvág – so stór skip fingu tá ikki lagt at bryggju í Havn. Tað vóru smiðirnir Wenzel Petersen [...] har hann var skumaður upp eftir einum skráa upp á bryggjuna. ##med2## Í sambandi við 100 ára dagin fyri trimum árum síðani var ein minnispláta avdúka á staðnum, har bilurin kom í land 6. mai í 1922. ##med3## [...] nevna, at tá Akstovan gjørdi upp hagtølini í síðstu viku vóru skrásett 42.374 akfør í Føroyum. Av teimum eru 27.989 persónbilar 4.885 vørubilar og 738 lastbilar. ##med4##
í áratíggju stríðst fyri at víðka um okkara sjóøkið. Fyrst út á 3 fjórðingar, síðani 12 og 50 fjórðingar, og so fyri smáum 50 árum síðani út á 200 fjórðingar. -Tey hava stríðst fyri rættindunum hjá Føroyum [...] loyvisskipan, har nøkur fá hava atgongd at fiska okkara felag tilfeingi. –Hava atgongd at skapa virðir fyri reiðarí, manningar og samfelagið alt - hava møguleika at vinna pengar til reiðarí og manningar og [...] framíhjárættur at gagnnýta okkara tilfeingið – tilfeingið hjá tær og mær, hjá okkum øllum og hjá teimum, sum koma aftaná okkum – verða á føroyskum hondum fult og heilt. Av somu orsøk er tað og tað hevur
tykjast enn at stuðla í øllum førum teimum flokkum, sum mynda siðbundna reyða veingin í donskum politikki. Í meiningarkanningini, sum granskingarstovnurin Voxmeter fyri Ritzau almannakunngjørdi í dag, stendur [...] ein hagtalslig óvissa á 3,1 prosentstig fyri reyða veingi í mátingini. Í trimum av fýra veljarakanningum hjá Voxmeter í apríl hevði reyði vongurin eisini oman fyri 50 prosent undirtøku, har 52,9 prosent
Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum fer úr gildi 1. november. Nýggj nevnd farin til verka Føroysk Miðlafólk høvdu aðalfund fyri góðari viku síðani, leygardagin 26 [...] Miðlafólk er eitt fakfelag í vøkstri, og limatalið er nú farið upp um 50. Aðalfundurin staðfestir, at við teimum stóru avbjóðingum, alt miðlalandslagið stendur í, hevur tað týdning at standa saman í einum fakfelag [...] arbeiðsumstøðunum hjá journalistum í Føroyum, og komandi kringvarpsstjórin greiddi frá sínum ætlanum fyri almenna public service stovnin. Nevndin í felagnum hevur nú skipað seg eftir aðalfundin leygardagin
Sosialurin hevur fingið innlit í útrokningarnar, sum eru gjørdar fyri Fakfelagssamstakið í samband við ætlanina hjá landsstýrinum at hækka pensjónsaldurin til 70 ár: Viðvíkjandi uppsparing og skatti [...] ársinntøkuni. Somuleiðis er árslønin, tá borgari var á arbeiðsmarknaðinum, eisini avgerandi fyri, í hvønn mun mótroknað verður í fólkapensjónini. Inntøkuskattur, avgjøld og pensjónsforskatting [...] útgjald frá egnari pensjónsuppsparing, fólkapensjón (grundupphædd og viðbót) har hædd er tikin fyri møguligari mótrokning, og útgjald frá samhaldsfasta. Í talvu 2 verður sagt, at egin pensjón er