Kanslari kann veljast uttan avgjørdan meiriluta

Sjálvt uttan avgjørdan meiriluta til næstu atkvøðugreiðslu, kann valevnið veljast á annan hátt, sigur greinari

Tað miseydnaðist hjá Friedrich Merz at verða valdur til kanslara í Týsklandi í dag, tá hann bara fekk 310 av teimum neyðugu 316 atkvøðunum í týska samveldistinginum Mynd: Fabrizio Bensch/Reuters/Ritzau Scanpix

Týska samveldistingið kann í síðsta enda velja kanslara uttan avgjørdan meiriluta í tjóðartinginum.

Tað sigur Mads Jedzini, sum er greinari við sergrein í Týsklandi í evropeiska hugskotsstovninum.

Tað gekk ikki hjá Friedrich Merz, sum stendur á odda fyri teimum konservativu CDU/CSU flokkunum, í fyrsta umfari at verða valdur til kanslara í landinum eftir atkvøðugreiðslu í týska samveldistinginum í dag.

Mads Jedzini greiðir frá, at týska tjóðartingið nú hevur 14 dagar at hava annað valumfar í royndini at finna ein nýggjan kanslara.

Í øðrum valumfari skal kanslari eisini veljast við avgjørdum meiriluta.

- Um tað innan fyri teir 14 dagarnar ikki ber til at velja ein kanslara, so er eitt triðja valumfar, har ein lutfalsligur meiriluti av atkvøðunum er nóg mikið.

Mótsett væntanum fekk Friedrich Merz ikki tær 316 atkvøðurnar, sum er avgerandi talið, um Merz skuldi veljast til nýggjan kanslara í fyrstu atkvøðugreiðsluni í dag.

Og tað er eitt stórt yvirraskilsi, sigur serfrøðingurin úr Týsklandi:

- Tað er eitt stórt sjokk og ein stórur ósigur fyri hann persónliga. Eg haldi, at hann hevði væntað ein tryggan meiriluta. Hann hevur ein rættiliga tryggan meiriluta á tingi og eigur at kunna fáa nóg nógvar atkvøður til at verða valdur í fyrsta umfari, sigur Mads Jedzini.

 

/Ritzau/

 

 

Tað miseydnaðist hjá Friedrich Merz at verða valdur til kanslara í Týsklandi í dag, tá hann bara fekk 310 av teimum neyðugu 316 atkvøðunum í týska samveldistinginum Mynd: Fabrizio Bensch/Reuters/Ritzau Scanpix