Tað var Barbara M. Tausen, sum helt røðu við grækarismessuhaldið hjá bátafelagnum, Nadoddi, í gjár, og her niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá henni.
Góðu áhoyrarar, eg vil fyrst takka tykkum fyriskiparum í bátafelagnum fyri tað álit, ið mær er víst, at flyta fram røðu í dag.
Og ein serlig tøkk til tykkum fyri at tit hava skipa hetta árliga haldið í eina fasta legu, sum nú er blivin ein fastur táttur í mentanarlívinum her í býnum. Og eg sendi eisini eina hjartans tøkk til tykkum tónleikarar, sum hvørja ferð við tykkara tónum seta sín dám á tiltøkini á staðnum.
Eg fari at byrja við at taka eitt brot úr yrkingini hjá Ismari Joensen, skaldi í Fuglafirði:
Sólin brandar hav og land,
tó á foldum kuldi ræður,
men nú leingist vársins dagur,
og um mýru, eyr og sand
hoyrist tjaldrið snjallan láta,
tað til landa kom í dag
um hitt váta
víða, langa Ægis vað.
Í dag fagna vit várinum og bjóða tí vælkomið hóast veðrið í ár ikki er av tí besta - hesa løtuna.
Sjálvt um veðrið ikki altíð vísir seg frá sínari bestu síðu, so steðgar tað okkum ikki í at savnast. Vit halda fast í siðvenjuni kortini.
Eftir ein langan vetur, har dagarnir hava verið stuttir og myrkrið hevur kenst tyngjandi, síggja vit nú aftur, at ljósið altíð megnar at skúgva myrkrið til síðis.
Aftaná veturin kemur várið. Tær myrku og longu næturnar styttast nú av álvara og dagarnir gerast longri.
Í dag er grækarismessa.
Hesa løtu hátíðarhalda vit heimkomuna hjá okkara tjóðfugli – tjaldrinum - og samstundis kenna vit á okkum, at ljósari tíðir eru í væntu.
Tað er tó ikki altíð at sjónin er tann fyrsti sansurin sum møtir tjaldrinum. Ofta eru tað tey fyrstu klippini, ið oyra hoyrir, og sum gera at minni frá barnaárunum vakna. At hoyra Tjaldrið er kanska tað størsta vártekni.
Tað vísir okkum, at enn einaferð fer nattúran at vakna og spretta og gera tað, sum hon er best til – at birta lív.
Fuglalátini frá tjaldrinum – klippini – er nakað av tí vakrasta, vit hoyra hesa ársins tíð, og tað er ikki sørt, at fólk kappast um at vita, hvør er fyrstur at bera eygað við fyrstu tjøldrini.
Í okkara familju eru vit so heppin, at eiga ein tann besta fuglakennaran og náttúru-eyðgleiðaran her á staðnum.
Á nógvu gongutúrunum hevur Turið omman lært okkara børn, og uttan iva eisini skúlabørnini, um fuglar, blómur og lívið í sjónum og áum.
Hon veit - longu áðrenn nakar annar hevur fingið eygað á tjøldrini, at tey fyrstu eru setst á sandin og hon plagar at siga okkum frá, at tjøldrini tykjast móð og tigandi fyrstu dagarnar eftir longu leiðina um stóra og víða havið.
Men! at teirra brennandi hugur at koma aftur til Føroyar basir allari møði.
Eg haldi at tað er av allstórum týdningi, at vit læra okkara børn, um náttúruna og alt tað ríkidømi, ið hon ber í sær.
Tjaldrið er flytifuglur.
Á ein hátt er tað ikki so ólíkt okkum menniskjum.
Nógv av okkara ungu fara av landinum at nema sær kunnleika - og sjálvandi er hetta gott og umráðandi, tí hetta styrkir okkara samleika í at mennast og megna tær stóru uppgávur, sum nútíðin leggur á okkum og krevur av okkum.
Uttanlands víðkast sjónarringurin, vitanin veksur, og heim afturkomin eru tey til reiðar at geva føroyska samfelagnum burturav teirra kunnleika.
Tað er gott at tey royna teirra flog. Tað er ein natúrligur partur av lívinum. Men tá teirra útlegd er enda og prógvini eru handa teimum, ynskja vit so inniliga, at tey aftur seta kósina heim til okkara land - Føroyar.
Í hesum føri haldi eg, at tað er alneyðugt, at vit føroyingar skipa okkara samfelag so væl sum gjørligt, so at tað gerst innbjóðandi – ikki bert hjá nøkrum, men hjá øllum teimum, ið leitaðu uttanlands, at flyta heim aftur á klettarnar.
Og sum býráðspolitikari her suðuri má eg nevna trupulleikan, sum Suðuroyggin hevur at stríðast við. - Minkandi fólkatalið orsaka av fráflyting - Tí má og skal høvuðsuppgávan hjá okkum øllum suðuroyingum, - tað veri seg politikarum og øðrum, - vera, at vit allatíðina seta okkum nýggj mál, sum betra um umstøðurnar her í oynni, so tey ungu síggja, at Suðuroyggin er eitt vælskipað økið, har gott er at virka og búleikast.
Sum tjaldrið, ið finnur aftur til sín heimstað ár um ár, so er eisini deiligt at síggja, at tað eru fólk sum venda aftur til oynna – aftur til røturnar og til tað lívið, sum er nakað heilt serligt her.
Lat tjaldrið minna okkum á, at hóast vit onkuntíð fara út í víðu verð – so hava vit altíð eitt gott stað at venda aftur til.
##med2##
Grækarismessa verður hildin til minnis um pávan Grækaris hin Mikla.
Hann doyði 12. mars ár 604, og varð skýrdur halgimenni.
Hann var kendur fyri sítt arbeiði millum flóttafólk og fátæk menniskju.
Hann hevði samkenslu við teimum hjálparleysu og skipaði fyri, at tey fingu mat og okkurt at búgva í.
Tað sigst, at hann settist ikki sjálvur til borðs, fyrrenn enn hesi neyðars fólk fyrst høvdu fingið okkurt at eta.
Við hesum gerðum vann hann hjørtuni hjá mongum og gjørdist ein fyrimynd.
Lívið hjá hesum manni kann eisini tala inn í okkara tíð.
Hansara gerðir minna okkum á, at vit eiga at vísa kærleika og hjálpa teimum, sum hava trupul kor.
Líka sum Tjaldrið verjir aðrar fuglar, sum ikki hava styrki til at verja seg sjálvar, tá ravnur og aðrir rovfuglar nærkast reiðrunum, - soleiðis kunnu vit eisini hjálpa medmenniskjum okkara, sum av eini ella aðrari orsøk hava trupulleikar at stríðast við - og á tann hátt skapa vón og virðing hjá næstanum.
Men alt hetta krevur nakað av okkum.
Vit hava so nógv um at vera alla tíðina.
Tí vil eg til seinast koma við eini áheitan um, at vit finna tíð til hvønn annan – til okkara familju, til okkara børn og til okkara medmenniskju.
Tíðin er ein gáva, eins og náttúran og skiftandi árstíðirnar.
Lat okkum brúka hesar gávurnar skynsamt, og vera takksom fyri tær.
Lat okkum nú taka ímóti várinum við opnum sinni.
Lat okkum taka ímóti ljósinum við vón um, at vit saman kunnu halda á at liva í einum tryggum og friðsælum landi.
Eg loyvi mær at enda við seinasta versinum í yrkingini hjá Ismari Joensen.
Tjaldrið, ver vælkomið her,
tú bert boð um ljósar løtur,
og tín ljómur yvir fløtur
ljóst og kátt mítt sinni ger.
Tú bert boð um sælan sóma
fyri Føroya land og tjóð,
og vit hóma várlig tekin,
ljós og góð.
Við hesum ynski eg tykkum øllum eina góða, hugnaliga og vónríka grækarismessu.
Takk fyri øll somul.












