Hægri pensjónsaldur stóra fíggjarliga ávirkan

Í samand við at pol­itisk ætlan er at hækka pen­sjóns­ald­urin, eru útrokningar gjørdar, sum vísa, hvørja fíggjarliga á­virk­an hetta hevur á bor­garan og lands­kassan, um pensjónsaldurin verður hækkaður við trimum árum

Sosialurin hevur fingið inn­lit í útrokningarnar, sum eru gjørdar fyri Fak­fel­ags­sam­stak­ið í samband við ætl­a­nina hjá landsstýrinum at hækka pensjónsaldurin til 70 ár:

 

Viðvíkjandi uppsparing og skatti er fíggjarliga á­virk­an­in tengd at, hvørja inntøku borg­arin hev­­ur tá spart verður upp. Eitt nú progressivi lands­skatt­a­stig­in ger, at inn­tøkuskatturin er ym­isk­ur frá borgara til borgara.

 

Pensjónsforskattingin er eis­ini tegd av ársinntøkuni.

 

Somuleiðis er árs­løn­in, tá borgari var á ar­beiðs­markn­að­i­num, eisini avgerandi fyri, í hvønn mun mót­rokn­að verður í fólkapensjónini.

 

Inntøkuskattur, avgjøld og pen­sjónsforskatting.

 

Talva 1 vísur, hvat løn­tak­arar við ymiskari mán­að­ar­løn rinda í inntøkuskatti, av­gjøldum og pen­sjóns­for­sk­atti árliga og íalt í 3 ár. Í út­rokningini er miðal kommu­nu­skattaprosent á 19,97% nýtt.

 

Avgjøldini fevna um AM-gjald, barsilsgjald, ALS-gjald, kringvarpsgjald og heilstrygdargjald, egin pensjón, fólka­pens­jón og útgjald frá Sam­halds­fasta.

 

##med2##

 

Í talvu 2 sæst útgjald frá egnari pensjónsuppsparing, fólkapensjón (grund­upp­hædd og viðbót) har hædd er tik­in fyri møguligari mót­rokning, og útgjald frá sam­halds­fasta.

 

Í talvu 2 verður sagt, at eg­in pensjón er øll for­skatt­að og at av uppsparda virð­i­num verður 45% goldið út sum lív­renta og 55% verður gold­ið út sum lutapensjón.

 

##med3##

 

Skattur er ikki rokn­að­ur av fólkapensjón og sam­halds­fasta, tí roknistykkið skal vísa, hvat borg­ar­in mis­sir av egnari pensjón og hvat lands­kassin og AMEG spar­ir í útgjaldi við hækk­aðum pensjónsaldri.

 

Fyritíðarpensjónir

 

Í desembur 2020 kunn­gjørdi Al­mann­a­verk­ið frá­greið­ing­ina “Fyritíðarpensjónir – Árini 2010-2019”. Frá­greið­ing­in vísir, at í 2019 fingu 2.017 borgarar fyr­i­tíð­ar­pensjón (hægstu, miðal ella lægstu) og avlamisveiting. Hetta svaraði í 2019 til 6,9% av arbeiðsmegini. Íalt var út­gjaldið kr 262 mió í 2019.

 

Vit seta nú fortreytirnar, at almannaveitingarnar hækka 2% um árið. Um vit siga, at lut­fallið av teimum, sum fáa fyritíðarpensjón og av­lamisveiting fram­hald­andi verður 6,9% av ar­beiðs­megini í 2025, kann út­gjald­ið væntast at hækka úr kr 262 mió í 2019 í kr 305 mió kr í 2025.

 

Stóri spurningurin er so, hvussu nógv talið av teim­um, ið fara at fáa fyr­i­tíð­ar­pensjónir hækkar, um pen­sjóns­ald­ur­in hækkar við 3 ár­um. Siga vit t.d. at hetta hækk­ar við 10% av ar­beiðs­megini, soleiðis at hesi verða 2.291 í tali, verður árliga útgjaldið til fyritíðarpensjónir og av­lam­is­vei­ting íalt kr 335 mió.

 

Fortreytir fyri pen­sjónsuppsparing

 

Sagt verður, at løn­mót­tak­arin sparir upp til egna pensjón í 40 ár og at pen­sjóns­gjaldið er 12% av løn. 12% er valt, tí hetta er gjaldið, tá lóg­ar­kravið nær hædd­ini í 2026. Sagt verð­ur víðari, at uppsparingin rent­ast við 5% árliga og at nakað av inngjaldinum fer til keyp av trygg­ingum og umsiting.

 

Tá farið verið av ar­beiðs­markn­að­inum á eft­ir­løn, verður uppsparda upp­hædd­in deild so­leiðis, at 45% fer til lívrentu og 55% fer til lutapensjón, ið verður deild yvir 10 ár.