Loksins vann Harry Kane eitt meistaraheitið

Bayern München er staðfestur meistari í Týsklandi

Mynd: Ritzau Scanpix

Nógvir fótbóltsfjepparar hava tvíhildið, at enski áleyparin, Harry Kane er plágaður av einum forbannilsi, ið forðar honum at vinna nakað steyp við nøkrum fótbóltsliði. Hann hevur tapt seks finalur við bæði Onglandi og við Tottenham, og tá hann farna kappingarár kom til Bayern München dróg hann aftur svart. Bayern vann einki í farna kappingarári.

 

Men nú hevur Harry Kane loksins vunnið eitt meistaraheitið.

 

Ígjár var Bayern á meistarakós. Teir vóru á útivølli á odda 3-2 móti Leipzig. Men heilt ímóti dystarenda javnaði Yussuf Poulsen til endaliga úrslitið 3-3, og so var veitslan hjá Bayern útsett.

 

Í dag megnaðu nærmastu kappingarneytarnir, Bayer Leverkusen bert javnleik 2-2 í heimadysti móti Freiburg, og so kundu Harry Kane og liðfelagarnir í Bayern hittast fyri at feira meistaraheitið. Og eingin var meira glaður og lættur enn 31 ára gamli áleyparin.

 

Nú tvey umfør eru eftir hevur Bayern 76 stig, og Leverkusen hevur 68 stig. Leverkusen kann í besta føri røkka 74 stigum. 

 

HER sæst ein "selfievideo" Harry Kane legði út aftaná hansara fyrsta meistaraheitið var komið í hús: https://www.youtube.com/shorts/R3SuPZw4B38

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix